Ársins mál í ár. Í hvussu so er á Svangaskarði og ivaleyst kandidatur at vera ársins mál yvirhøvur í ár. Talan er um málið, sum B68 miðverjin Hjalti Strømsten skoraði við síðsta skoti í 22. umfari. Tað [...] setti bóltin í málið. -Hóast B68 var væl betur við eftir steðgin enn í fyrra hálvleiki, so haldi eg, at sigurin var ongantíð í vanda. Hann var søtur, nú tá ið nógvir hava verið burturi í landsliðsørindum [...] stórur í ár, sum hann hevur verið undanfarnu árini. Bæði tí hann hevur verið skaddur, og tí Olaf Bárðarson og Poul Kallsberg havi staðið frammanfyri Jákup í kappingini um framrættaðu plássini í borðunum
KÍ vann í dag 1-0 á heimavølli ímóti HB. Hetta var fimti dysturin millum javnaldrarnar í ár. HB vann fýra teir fyrstu, og í Klaksvík er fagnaðurin stórur um, at tað endiliga eydnaðist at vinna øll stigini [...] málið, sum vísti seg at vera avgerandi, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum. Tað var Páll A. Klettskarð, sum í sætta minutti skoraði málið. Albert Ejupi spældi eitt sindur úr [...] og umvegis stólpan og í málið. HB fótaði sær, sum fyrri hálvleikur leið, og gestirnir spældu seg til fleiri góðar støður. Mark F. Jensen í KÍ málinum bjargaði onkra ferðina, og í øðrum støðum vóru mar
undan hóttanini av niðurflyting. Toftamenn hava tvær ferðir fyrr í ár drigið svart í Sarpugerði. Fyrra dystin vann Víkingur 2-0, og seinna dystin vann Víkingur 3-0. Hjá B68 eru nógvir spælarar á skaðalistanum [...] Kallsberg skaddur í økslini undir U-21 landsliðsvenjing, og hann er ikki tøkur í dag. Liðið hjá Víkingi er mannað, sum tað plagar at vera burtursæð frá, at Jákup Johansen avloysir Poul Kallsberg í høgru. B68 [...] bríksl á Svangaskarði. Gestirnir í Víkingi eru á Toftum fyri at styrkja um fyritreytirnar at vinna fyrsta FM heitið síðani 2017. Hjá B68 er dagsskráin at skava stig saman í strembanini eftir at sleppa undan
Fyri fyrstu ferð í ár eydnaðist tað seinnapartin B71 at vinna stig ímóti Víkingi. Teir næstbestu hjá Víkingi høvdu í Sarpugerði vitjan av sandoyingum, og úrslitið var 1-1. Tað ber við sær, at Víkingur [...] Víkingur. Tað kemst av, at heimadysturin í dag ímóti B36 ikki var spældur. Líkindini vóru ov vánalig at spæla fótbólt á Vágseiði í dag. Sandoyingar eru framvegis við í kappingini um at vinna uppflyting. Nú [...] hjá Bjørn Bakk Bjarkhamar í ár. Tveir minuttir undan leikloki javnaði B71. Málskjútti var Romulo Cicolin Bosqueiro. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Hann skoraði eisini í 21. umfari, tá ið B71 vann
endaði við 2-0 heimasigri, tá ið B36 í Gundadali í kvøld hevði vitjan av B68. Úrslitið ber við sær, at toftamenn í kvøld eru undir niðurflytingarstrikuni. ÍF, sum í dag vann fyrsta sigurin á árinum, er [...] áðrenn tað í síðsta umfari, sum verður leygardagin 26. oktober, verður grannauppgerð í Runavík. Toftamenn spældu heldur ikki í dag sum upplagt niðurflytingarlið. Eftir steðgin høvdu teir í eina løtu tak [...] innskifta miðvallaranum Anton Søjberg setti bóltin í málið. Hetta var fimta málið hjá Hannesi Agnarsson í landskappingini í ár. Hetta var sjeynda ferðin í ár, at B36 fór av vøllinum við øllum stigunum og uttan
Alt gekk í kvøld upp í eina hægri eind hjá FM favorittunum í Víkingi. Veðrið var av tí fagrasta í Sarpugerði, har grannarnir í NSÍ vóru á vitjan. Úrslitið var, at Víkingur vann 3-0 eftir málleysan fyrra [...] møguleika at vinna í mesta lagi 18 stig. Týskvøldið og aftur í kvøld var talan um bummtúr hjá høvuðsstaðarfelagnum í Eysturoy. Týskvøldið endaði tað við 3-2 tapi í Runavík, og í kvøld tapti HB 2-1 í Fuglafirði [...] einki forgjørt í tí at siga, at nú liggja FM gullkrónurnar og FM steypið á silvurfati í Sarpugerði. Næsta vikuskifti verður steðgur í landskappingini, tí landsliðið fer at spæla tveir dystir í Nations League
at at flyta niður. Men tað forðar ikki heilt stóra fagnaðinum í Fløtugerði í kvøld. ÍF hevur vunnið 2-1 ímóti stórfavorittunum í HB. Og í góðveðrinum stórfegnast fuglfirðingar á vøllinum og ikki minst [...] royndi at sparka, og bólturin sigldi í boga omanfyri málverjan og í málið. Fullkomið HB kiks og eyðmýking, og Ólavur Larsen og hansara menn vóru heilt í hopla, nú tað í 21. umfari eydnaðist ÍF at vinna ársins [...] fullkomuliga kollsigling av finalistunum í steypakappingini, sum seinnapartin fóru norður til Fuglafirðar í vónini um, at tað fór at eydnast at styrkja um støðuna í FM kappingini. HB var ársins størsti favorittur
vunnu Víkingur og NSÍ. Víkingur vann 4-1 ímóti B36 í Gundadali, og NSÍ vann 3-2 á heimavølli ímóti B36. Nú klokkan 17 hittast Víkingur og NSÍ í Sarpugerði. Jóhan Petur Poulsen venjari hjá Víkingi hevur skift [...] Jens Wedeborg gjørt tvær broytingar. Búi Egilsson er leikbannaður, og vongverjin í vinstru Viktor Agardius er ikki á listanum í dag. Hann varð skiftur út fimm minuttir undan leikloki ímóti HB. Nýggir millum
verður grannauppgerð í Sarpugerði. NSÍ fyrireikar seg at fara inn um Gøtueið, og støðan er soleiðis, at um Víkingur í dag vinnur fulla úrtøku, so verður FM heitið á stokkinum í Sarpugerði. At Víkingur týskvøldið [...] vann 4-1 í Gundadali, meðan HB tapti 3-2 í Runavík ber við sær, at tað eru seks stig frá toppliðnum og aftur til HB, sum er trý stig frammanfyri KÍ. Klaksvíkingar eiga útsettan dyst í Sarpugerði ímóti Víkingi [...] tá ið 07 Vestur verður gestur í Sarpugerði, og gullkrónur og FM steyp eftir øllum at døma fara at verða handað Víkingi. Spurningurin er, hvørjari útgávu NSÍ í dag verður í. Týskvøldið vann NSÍ 3-2 á heimavølli
vera leiktir í Betrideildini hjá monnum í dag. Dystirnir sum vera leiktur í dag eru Víkingur-NSÍ í Sarpugerði í Norðragøtu, ÍF-HB í Fløtugerði í Fuglafirði, EB/Streymur-07 Vestur við Margáir í Streymnesi [...] , og B36-B68 í Gundadali í Havn. Allir dystirnir byrja klokkan 17 uttan B36-B68. Tann dysturin byrjar klokkan 18.30. (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Víking og NSÍ) Sunnudagin spæla KÍ og Skála [...] bara lagt upp til stóran spenning í dystinum millum EB/Streym og 07 Vestur. HER eru miðaloddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum upp á teir fýra dystirnar, ið vera leiktir í dag: ##med2##