Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði. Gestirnir í Víkingi eru á Toftum fyri at styrkja um fyritreytirnar at vinna fyrsta FM heitið síðani 2017.
Hjá B68 er dagsskráin at skava stig saman í strembanini eftir at sleppa undan hóttanini av niðurflyting.
Toftamenn hava tvær ferðir fyrr í ár drigið svart í Sarpugerði. Fyrra dystin vann Víkingur 2-0, og seinna dystin vann Víkingur 3-0.
Hjá B68 eru nógvir spælarar á skaðalistanum. Alex Mellemgaard, Fríði á Borg, Esmar P. Clementsen og Áki Johannesen eru so mikið illa skaddir, at teir fara ikki at spæla aftur í ár. Sebastian Lau Nielsen er leikbannaður, og Aron Reinert Hansen er skaddur.
Álopsspælararnir Brian Jakobsen og Jóhan Josephsen eru tøkir aftur. Tann fyrri eftir vøddaskaða, og tann seinni eftir leikbann.
Hjá Víkingi varð Poul Kallsberg skaddur í økslini undir U-21 landsliðsvenjing, og hann er ikki tøkur í dag. Liðið hjá Víkingi er mannað, sum tað plagar at vera burtursæð frá, at Jákup Johansen avloysir Poul Kallsberg í høgru.
B68 – Víkingur kl. 17.00
Dómari: Heini Ziskason Viðoy
B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen, Andreas Pettersen – Bartal Páll Klein, Jóhan Josephsen, Villiam Emil Klein
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson