Páll hugsar ikki um FM møguleikan

Klaksvíkingar fegnast um, at tað loksins eydnaðist at vinna ímóti HB, sum gav heimaliðnum dygga mótstøðu, hóast manningin ikki var so stinn, sum hon plagar at vera

KÍ vann í dag 1-0 á heimavølli ímóti HB. Hetta var fimti dysturin millum javnaldrarnar í ár. HB vann fýra teir fyrstu, og í Klaksvík er fagnaðurin stórur um, at tað endiliga eydnaðist at vinna øll stigini.

 

Sigurin hevur við sær, at KÍ er næstfremst við 51 stigum, og at HB er á triðja plássi við 48 stigum. KÍ hevur ein dyst til góða. Hann verður á útivølli í Sarpugerði annað mikukvøld.

 

-Vit eru ógvuliga fegnir um, at tað eydnaðist at vinna ímóti HB. Vit høvdu avrátt at leggja fyri við stórum trýsti, og tað eydnaðist. Tíbetur fingu vit málið, sum vísti seg at vera avgerandi, sigur Páll A. Klettskarð í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

Tað var Páll A. Klettskarð, sum í sætta minutti skoraði málið. Albert Ejupi spældi eitt sindur úr vinstru millum keturnar til Árna Frederiksberg, sum var runnin inn úr høgru og stakk bóltin fram til Páll. Hann rann seg framum miðverjuna, og tað eydnaðist honum at leggja bóltin framvið HB málverjanum og umvegis stólpan og í málið.

 

HB fótaði sær, sum fyrri hálvleikur leið, og gestirnir spældu seg til fleiri góðar støður. Mark F. Jensen í KÍ málinum bjargaði onkra ferðina, og í øðrum støðum vóru marginalirnir ikki við Jákupi L. Thomsen, sum í dag var fremsti maður hjá HB og eisini við øðrum HB spælarum.

 

-Tá ið umstøðurnar verða havdar í huga, so eri eg ikki so illa nøgdur við avrikið hjá mínum monnum. Teir vístu fínan hugburð, og teir spældu seg til møguleikar at skora bæði eitt og fleiri mál, staðfestir HB venjarin Adolfo Soarmani í samrøðu við Trónd Arge í Televarpinum.

 

Eisini eftir steðgin var KÍ omaná, og bæði undan og eftir steðgin vísti Teitur Matras Gestsson, hvussu stóran týdning hann hevur fyri HB liðið.

 

Intensiteturin var øgiligur inntil síðsta bríksl. Áskoðararnir livdu við, og hóast KÍ var mest á bóltinum og spældi seg til fleiri góðar støður, so lúrdi møguleikin støðugt fyri, at tað skuldi eydnast HB at javna.

 

Hetta var triði dystur á rað hjá HB á útivølli, og hetta var triðja HB tapið á rað.

 

 

 

KÍ - HB 1-0 (1-0)

 

1-0: Páll A. Klettskarð 6.

 

Dómari: Eiler Rasmussen