at hóast strævnar løtur viðhvørt, hevur hetta verið ein góð, hugnalig og gevandi tíð. - Hevði eg ikki havt tímað hetta, hevði eg langt síðan havt latið tað frá mær, sigur hann. Hann minnist væl, tá tey høvdu [...] neytunum. - Tá mjólkimaskinan kom, var hetta eitt stórt framstig, tí nú var tað bæði nógv lættari og skjótari at mjólka neytunum. Leivur á Torkilsheyggi minnist eisini, at tað var so nógv meira arbeiði av at [...] seyði og landbúnaði, og í eldri tíðum var kúgv í nógvum kjallarum. Kúgvin kom við mjólkini og seyðurin við kjøtinum. Í dag er eingin kúgv í nøkrum kjallara. Hetta er søga, sum tó ikki er eldri enn so,
komin aftur av venjingarlegu á Kypros, har liðið hevur luttikið í eini kapping, nevnd Kypros Cup. Hetta er ein kapping, sum fleiri norðurlendsk lið brúka sum partur av upphitingini til tær ymsu landskappingarnar [...] Bodø/Glimt. Finalan var ímóti einum russiskum liði, og her tapti Kongsvinger upp á brotssparkkapping, eftir at upprunaligi dysturin endaði við javnleiki 1-1. Julian Johnsson var við í øllum trimum dystunum [...] defensivur miðvallari. ? Eg var ikki nøgdur við mítt egna avrik í fyrsta dystinum móti Elfsborg, men annars haldi eg, at tað gekk væl, sigur hann. Í hálvfinaluni móti Bodø/Glimt var Kongsvinger aftan fyri 0-1
pengarnar. Tað var meira tankin um at koyra ting vekk, sum kunnu brúkast aftur ella til okkurt annað. -- Betri góðska Góðskan var ein heilt onnur, og tey fóru sera væl við tingum og klæðum. Alt var dýrari í [...] kenna til ein gerandisdag her á landi, har hvør teposi bleiv pressaður til síðsta dropa. Kvinnurnar liva ikki soleiðis sjálvar, men eru uppvaksnar í heimum, har sparsemi var í hásæti. -- Ein kvinna, sum [...] hjá mammu í mær. Men ofta taki eg meg sjálva í at vera dovin, og tá endar til dømis ein plastposi lættliga í ruskílatinum. Tað er eisini nakað fascinerandi við tí lætta lívsstílinum, hetta við at hava
føroyingar ein vittigheit ella ein serstøk tjóð??, so má eg erliga viðganga, at eg havi sera trupult við at taka teg í fullum álvara. Ta eina løtuna helt eg eisini, at opna bræv títt veruliga var ein vittigheit [...] vittigheit. Eg helt satt at siga ikki, at ein maður í tínum starvi hevði stundir til slíkar barnalótir. Hetta opna bræv títt er týðiligt dømi um mann, sum ber seg desperat at. Væl kann tað vera, at tú sært [...] men hóast so, so mást tú taka tað sum ein maður í staðin fyri nú at skjóta til høgru og vinstru. Enn einaferð hevur landsstýrið leitað sær ráðgeving uttanlands. Hetta er eyðvitað neyðugt í ávísum førum,
nøkur loyna, at Dee Snider var størsta fyrimyndin, tá eg stovnaði MC-Hár. - Vit vóru eisini málaðir á fyrstu konsertunum. Hann hevði víst mær, hvat eitt heildarshow var. Dee var tann, ið eg vildi liva upp [...] tá møguleiki er at sleppa á ein av stóru pallunum í landinum. – Tankin um, at eg skal spæla á sama festivali sum Twisted Sister, er ein, ið eg aldri havi hugsað, sigur ein Niels Uni við heimasíðuna hjá [...] Niels Uni Dam er ein av mest virdu tónleikaummælarunum, sum vit hava í Føroyum. Og hann var avgjørt millum tey, ið fegnaðust, tá Twisted Sister kom a plakatina hjá Summar Festivalinum. Twisted Sister,
m, vórðu burturbeind og brend á Sandvíkarhjalla. Hetta er ikki nøkur nýggj ella ókend søga, men er ein “almenn vitan” innan veggirnar á Vaglinum. Hetta varpar somuleiðis ljós á ta sera óhepnu støðu, ið [...] tey harmljóð, sum forfard starvsfólk á Vaglinum hava borið fram í hesum máli. Men tá var skaðin tíverri longu hendir. Mær er upplýst, at talan er um túsundtals skjøl hjá fyrrverandi Argja kommunu sum uttan [...] annars í aðrar mátar fer lætt um søguna og sannleikan. Nú roynir, Heðin Mortensen, borgarstjóri so, eins og állurin á sinni, í lesarabrævi sínum til fjølmiðlarnar 13. juni 2016, at snúgva sær og í besta
Rumenia. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni. - Hetta er ein stórur heiður, og eg eri errin og glaður fyri álitið, sum Lars Olsen hevur givið mær, sigur Atli Gregersen. Á fundinum áðrenn seinastu venjingina [...] A-landsliðnum, Atli Gregersen. Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at Atli Gregersen verður liðskipari á landsliðnum. Í venjingardysti í Skotlandi 16. november í 2010, var tað eisini Atli, ið leiddi føroyska [...] er ikki uttan orsøk. Rumenar spæla typiskt eystureuropeiskt við nógvum smáspæli og bóltflytingum, ein spælistílur, ið mangan hevur givið okkum trupulleikar. Men vit hava fyrireikað okkum so væl sum tilber
segði seg hava umleið 1200 pund um 13-tíðina í dag. Hetta er áttandi túrur hjá honum við snellu í vár. Hann eigur útróðrarbátin, Baranda, sum er ein 37-38 fór stórur Aqua Star bátur. Túrarnar eftir várfiski [...] Kallinum, so tað er ein góður teinur at sigla. Skal eg til hús aftur í kvøld, eri eg neyvan leysur av bátinum fyrr enn um midnáttarleitið. Tí hevði tað verið lítil svøvnur, tá eg ætli mær avstað aftur í morgin [...] Tá verður lítil og eingin sigling. Hann sigur hampiliga gott veður, og útróðrarmaðurin heldur, at hetta er frægasta loysnin, um nøkur hvíld skal fáast til morgindagin. - Soleiðis gjørdi eg eisini seinasta
Engell. Hann kallar tað ein »eklatantan« ósigur fyri bæði Lars Løkke Rasmussen og Piu Kjærsgaard, um tað ikki eydnast at finna eina semju. - Um hetta endar við spjaðing, so sendir hetta borgarligu flokkarnar [...] hinar pakkarnar við Danska Fólkaflokkin í dag ella um vikuskiftið og so verður valið skrivað út! - Ein spjaðing teirra millum fer heilt víst at gera Helle Thorning Schmidt til forsætisráðharra, sigur Hans [...] verður til eina semju, og so fer Lars Løkke Rasmussen at skriva út val. Eg havi ilt við at ímynda mær, at VK og DF enda 10 ára samstarv og útskriva fólkatingsval, tá teir borgarligu flokkarnir í Danmark
og tí var tað í lagi at kommunurnar fingu eyka útreiðslur og at inntøkurnar verða skerdar. Ilt í afturpartin Nú veit eg ikki hvørjari planet ávísir landstýrismenn halda seg búleikast á, men mær vitandi [...] kommununum og hevur víst í tølum hvørjar útreiðslur kommunurnar fáa, men er hetta sum at sletta vatn á gás. Føroya landsstýrið leggur ein lort í hvat kommunufeløg skriva og siga, tað hevur framferðin víst tey [...] ráð til at lækka skattaprosentið, við at turka nakrar av hesum lækkingum uppá kommunurnar, so kann ein bert taka hattin av fyri teimun kommunum, sum samtíðis meta seg at hava ráð til at lækka sítt skattaprosent