Soleiðis segði Mikkjal Pauli Lamhauge, sum roynir eftir várfiski norðan fyri, tá In.fo hevði hann í telefonini í dag. Hann læt ikki so væl at fiskiskapinum í dag, men segði seg hava umleið 1200 pund um 13-tíðina í dag.
Hetta er áttandi túrur hjá honum við snellu í vár. Hann eigur útróðrarbátin, Baranda, sum er ein 37-38 fór stórur Aqua Star bátur. Túrarnar eftir várfiski hevur hann ligið millum 2000 og 2800 pund um dagin, og besti dagurin gav heili 4.500 pund.
- Eg fór avstað klokkan 03 í morgun. Roynt verður einar 14-16 fjórðingar úr Kallinum, so tað er ein góður teinur at sigla. Skal eg til hús aftur í kvøld, eri eg neyvan leysur av bátinum fyrr enn um midnáttarleitið. Tí hevði tað verið lítil svøvnur, tá eg ætli mær avstað aftur í morgin.
Mikkjal Pauli Lamhauge sigur, at hann tískil hevur gjørt av at leggja seg eina løtu á Norðhavinum í nátt, einsamallur í báti sínum. Tá verður lítil og eingin sigling. Hann sigur hampiliga gott veður, og útróðrarmaðurin heldur, at hetta er frægasta loysnin, um nøkur hvíld skal fáast til morgindagin.
- Soleiðis gjørdi eg eisini seinasta mánakvøld. Eg byrjaði at fiska aftur í lýsingini týsmorgunin, og bæði mánadagurin og týsdagurin eydnaðust væl, 7.500 pund tilsamans, meginparturin stórur og góður toskur.
In.fo kann leggja aftrat, at Mikkjal Pauli Lamhauge førir útróðrarbátin Kallanes, men seinastu tíðina hevur lítið verið at fingið, og tí hevur hann valt at gera nakrar túrar eftir várfiski, nú vertíðin er.
- Tíðliga í fjør heyst var einki at fáa við línu, men tað tað gekk betri í november og desember, og í januar og februar gekk rímiliga væl, sigur Mikkjal Pauli Lamhauge, sum dámar væl at fiska við snellu hesa ársins tíð.