Kongsvinger fyrireikar seg til landskappingina

Fótbóltur: Norska felagið hjá Julian Johnsson, Kongsvinger, hevur júst verið á Kypros á venjingarlegu

Julian Johnsson og Kongsvinger eru júst komin aftur av venjingarlegu á Kypros, har liðið hevur luttikið í eini kapping, nevnd Kypros Cup. Hetta er ein kapping, sum fleiri norðurlendsk lið brúka sum partur av upphitingini til tær ymsu landskappingarnar, sum byrja í næstum.

Kongsvinger spældi fyrst ímóti svenska liðnum Elfsborg og vann 2-0. Síðani vunnu teir 2-1 í hálvfinaluni móti einum øðrum norskum liði, Bodø/Glimt. Finalan var ímóti einum russiskum liði, og her tapti Kongsvinger upp á brotssparkkapping, eftir at upprunaligi dysturin endaði við javnleiki 1-1.

Julian Johnsson var við í øllum trimum dystunum, har hann spældi defensivur miðvallari.

? Eg var ikki nøgdur við mítt egna avrik í fyrsta dystinum móti Elfsborg, men annars haldi eg, at tað gekk væl, sigur hann.

Í hálvfinaluni móti Bodø/Glimt var Kongsvinger aftan fyri 0-1, tá tjúgu minuttir vóru eftir. Tá setti venjarin Julian og tveir aðrar inn, og Kongsvinger vann dystin 2-1.

Í finaluni var tað eisini Julian Johnsson, ið fekk brotssparkið, sum førdi til útjavnandi málið hjá Kongsvinger, sum kortini tapti brotssparkskappingina seinni í dystinum.


Til Onglands

Kongsvinger fyrireikar seg til byrjanina av norsku landskappingini, sum fer í gongd um miðjan apríl. Fleiri venjingardystir eru spældir og skulu spælast, og í byrjanini av apríl er ætlanin at fara til Onglands á venjingarlegu. Julian Johnsson sigur, at talan hevur verið um at fáa ein venjingardyst móti onkrum heilt góðum liði, eitt nú Nottingham Forest ella Manchester City.

Undantikið ein dyst, tá hann spældi í høgru síðu á miðjuni, hevur Julian bert spælt á defensivu miðjuni hjá liðnum.

? Tað er eitt sindur øðrvísi frá í Føroyum, har eg hevði ein fríari leiklut. Mær dámar ikki so væl at hava eina so bundna uppgávu, men tað hava allir á liðnum, sigur hann.

Fyrsti dysturin í Tippeligaen, sum norska 1. deild eitur, verður á útivølli móti Lillestrøm. Lillestrøm liggur ein góðan tíma frá Kongsvinger, og talan er um eina av lokaluppgerðunum í norskum fótbólti. Lillestrøm eru kendir fyri at hava nakrar av mest fanatisku og harðligastu áskoðarum í Noregi, og í Kongsvinger verður nógv fokuserað upp á henda dystin.