kunnað skrivað undir upp á alt, sum tú hevur latið úr hondum. Vit skilja: Tað er alt skrivað av heilum huga og við reinum hjarta. Men vit lesarar vilja kortini vóna, at tú heldur fram somu stúttu leið [...] og í øllum veðri, sum hevði hann eitt umráðandi verk fyri. Eingin hevur biðið hann, hann veit ikki, hví hann ger hetta, men hann má gera tað, her slepst ikki undan. Har sum eg búgvi, síggi eg ofta mann ganga [...] Hans Andreas Djurhuus og Heðin Brú, hann sat undir teirra orðum og gjørdi teir til sínar gudar, sum vit vita. Aðrir eldri rithøvundar vóru, og seinni aftur kom eitt fjølmentari ættarlið. Men beint har, mitt
króna av pensjónsskatti fellur í kommunukassarnar í framtíðini, men bert í landskassan. Eg veit ikki hví, men onkursvegna rennur sangurin hjá punkbólkinum 200 fram fyri meg. “Tað hevur verið eitt bankarán [...] peningur koma frá, spyr gløggi veljarin kanska. Enn einaferð hevur 200 rætta svarið: “Reypaði, um at vit øll skuldu fáa skattalætta allastaðni. Ja, also var tað øll, ella hvør var tað nú, sum skuldi fáa [...] hemmiligt tað er heilt forbannað hemmiligt Hemmiligt, baby” Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki kann halda fram. Mítt boð er tí: Latið vælsignaði hesar leikararnar sita uttanfyri 4 ár afturat. Les meira um
hansara menn hava sýnt í vikuni. - Fyri okkum er dysturin sera týdningarmikil, og vinna vit dystin, eri eg vísur í, at vit verða hangandi í deildini, sigur ein sera spentur venjari. Javnt í tølum Í steypakappingin [...] sjálvur í kíki. Tað svingar, tá ið Hallstein tosar við konufólkini. Tær flestu, sum vit fáa eina viðmerking frá, halda Hallstein vera ein sera litríkan persón. Og summar standa eftir í durðunum við einum [...] hugsa um fólkini, sum ikki duga at venja teir! Troyttur av Elisi Klokkan er farin av tíggju, tá ið vit fara undir at býta postin út í Kvívík. Hallstein hevur ilt í tjúkkanum. Hann varð raktur av tægrasliti
Teir, sum umboða ísfiskatrolarar, ið fiska upsa, halda, at ov lítið fæst av upsanum í mun til tær fiskifrøðiligu tilráðingar, ið eru. Spurningurin er, hví hetta er so. Føroyska upsaveiðan hevur MSC-góðkenning [...] hvør orsøkin man vera til gongdina við minkandi upsaveiði. - Tað er sjálvandi trupult at siga, men vit halda, at ov nógvar leiðir eru stongdar fyri trolveiði, og tí slepst ikki eftir upsanum, sum eisini f [...] har trolarin við rist hevði størri fisk enn trolarin, sum ikki fiskaði við rist. - Eg skilji ikki, hví hesar royndir ikki langt síðan er tiknar upp aftur, soleiðis at tann størri fiskurin kann fiskast burtur
broytt. Tí halda tey, at tá ið ungfólk fara til skips skal tað verða ókeypis hjá teimum at fáa trygdarskeið og nú hevir Fólkaflokkurin eisini lagt uppskot fyri Løgtingið at fáa hetta broytt. – Vit rósa okkum [...] trygdarskeiðið, sum myndugleikarnir krevja- Fólkaflokkurin spyr, hví sjófólk skulu verða tey einastu, sum skulu rinda fyri skúlagongdina, og tað halda tey er órímiligt, og tí vilja tey hava Løgtingið at samtykkja
eru. Hann vísir at enda á, at tað er arbeiðarin, sum fær snuddirnar, tá ið skaðin hendur. ? So, hví skulu vit ikki tryggja okkum best møguligt? Tað er eingin, sum ger tað fyri okkum, sigur Sørin, sum heldur [...] fátt, hóast hann gjørdist 100% avlamin. Hann hevur havt lívsmót og sterkan vilja. Fall av tekjuni - Vit arbeiddu úti á Høvdavirk-inum í Leirvík við at bjálva og annað inni í bygninginum. Eg hevði frí frá [...] bara respiratorurin, sum helt mær á lívi. Eftir at hava ligið í respiratori alla hesa tíð - og uttan vit, byrjaði Sørin so smátt at koma til sín sjálvs aftur. - Tað fyrsta, sum mær kom til hugs, var, at eg
vita vit einki við vissu, men sakkunnleikin er komin til ta fyribilsniðurstøðu, at spoylararnir á veingjunum á flogfarinum ikki fóru upp. Vit vita enn einki um, hví so var, men út frá hesum seta vit fokus [...] n seta okkum. Vit fylgja eisini øllum forskriftum í samband við eftirlit o. s. fr. Eitt óhapp sum hetta er sera, sera óheppið, og vit mugu finna orsøkina. Vit eru sera hart rakt, men vit hava onga orsøk [...] orsøkin til vanlukkuna var, so vit kunnu tryggja okkum, at ein slík vanlukka ikki hendir aftur. Vit renna ikki undan ábyrgdini, men nú hava vit brúk fyri einum andarhaldi, so vit fáa frið at arbeiða við hesum
hevur eina týðandi marknaðarstøðu og Kall er lítið, vilja vit altíð hava tað í huga at Kall er tann veikari parturin. Og rætt skal vera rætt. Vit hava givið Kall eitt lítið sindur fríari ræsur enn Føroya [...] prísum. - Um so var, at Kall knappliga ikki var til longur, so høvdu vit farið undir beinleiðis prísregulering av Føroya Tele. So høvdu vit áhaldandi samanborið við príslegur aðrastaðni og ásett mestaprísir [...] seg, men um tað hevði hent, at Kall var á veg ímóti húsgangi, so høvdu vit tikið stig til at vart fyritøkuna ímóti hesum, um vit mettu at ein slíkur húsagangur var orsaka av ójavnari ella órættvísari kapping
sjálvt um teir nú royna at endurreisa sambandi landanna millum, so hava vit eina kenslu av, at tað er ein frágreiðing uppá, hví hetta mál hevur gingið, sum tað hevur, og tað er helst tí, at Poul Nyrup [...] vóru vavdir inn í gøluna um Føroya Banka. Greinskrivarin kemur millum annað inn á ríkisstuðulin, sum vit fáa úr Danmark. Føroyingar fáa 908 milliónir í verandi ári, men ein partur verður sendur aftur til [...] dag. Millum annað verður í eini grein sagt frá, at embætismenninir í forsætismálaráðnum alla tíðina halda seg kunnaðar um slatur, misálit og samansvørjingarteoriir. Tað er Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður
Og greiðar linjur fáa vit ikki fyrr enn londini veruliga eru javnsett. Ikki fyrr enn vit vita, hvar vit standa. Ikki fyrr enn vit samstarva við danir á jøvnum føti. Ikki fyrr enn vit - eins og Danmark og [...] Í Sosialinum 1. apríl undrast Hanus Andreassen á, hví Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki samstarva um sjálvstýrispolitikkin. Tað mátti ikki verið so ómøguligt at nærkast hvørjum øðrum, skrivar [...] skulu varðveita - kanska vaksa um - samstarvið við Danmark, Norðurlond og kanska umheimin sum heild?. Vit eru fleiri enn Hanus, sum undrast. Tí tað er, sum hann sigur. Javnaðarfloksins stevnumið samsvara næstan