Tað nyttar einki at argast alt lívið um tað sum hendi

Teir arbeiddu á tekjuni á Høvdavirkinum í Leirvík og vóru næstan lidnir at leggja eina presending yvir ein part av takinum. Nakrir seymir vantaðu í, og Sørin Lisberg skundaði sær niður í bussin eftir seymi. Komin uppaftur, datt hann av knekkinum á tekjuni, ið ikki var liðug. - Presendingin lá leys útyvir og snýtti meg. Eg steig út í tóman heim! Fallið út av tekjuni var stórt, einar 7-8 metrar, og tað var hart og skurvut undir. Stoyturin hevur helst verið ógvusligur; ryggurin brotnaði, og tað eina rivjabeinið fór inn ígjøgnum annað lunga, sigur Sørin Lisberg, sum alt lívið kemur at sita í koyristóli

Sørin Lisberg er ættaður úr Vági. Hann er giftur Hallbjørg Eliasen, sum er úr Leirvík. Tey eiga børnini, Høgna, sum er 22 ára gamalur, Katrin, sum er 16 og Judith, sum er 13 ára gomul. Tey bygdu sær hús í Leirvík, har tey framvegis búgva. Hetta vóru eini vanlig sethús, tá ið tey vórðu bygd, men í dag eru húsini innrættað til ein mann, sum situr í koyristóli.
Ein álvarsom arbeiðsvanlukka førdi til, at Sørin kemur at sita í koyristóli restina av ævi síni.
Vanlukkan endavendi øllum lívinum hjá honum og familjuni, men Sørin er ikki fallin í fátt, hóast hann gjørdist 100% avlamin. Hann hevur havt lívsmót og sterkan vilja.
Fall av tekjuni
- Vit arbeiddu úti á Høvdavirk-inum í Leirvík við at bjálva og annað inni í bygninginum. Eg hevði frí frá mínum arbeiði við at smíða og hevði játtað at hjálpa teimum, sum arbeiddu á Høvdavirkinum. Ætlanin var at arbeiða har í tveir dagar, og vanlukkan hendi tann fyrra seinnapartin.
Sørin sigur, at teir skuldu bert upp á tekjuna, ið var rættiliga sløtt, at leggja eina presending útyvir ein part av henni, soleiðis at regn ikki kom niður á tað, sum bleiv málað inni í bygninginum.
- Hetta var eitt arbeiði, sum ikki bleiv mett til tað stóra. Tað skuldi bara taka eina 10-15 minuttir at fáa hetta gjørt. Nakrar lektir skuldu heftast yvir pre-sendingina, so hon ikki lá leys. Okkum vantaði nakrar fáar seymir, tá ið síðsta lektin bleiv heft. Eg skundaði mær niður í bussin eftir seymi. Komin upp aftur á tekjuna, datt eg av knekkinum á tekjuni, ið ikki var liðug. Presendingin lá leys útyvir og snýtti meg. Eg steig út í tóman heim!
Fallið út av tekjuni á Høvdavirkinum var stórt, einar 7-8 metrar, og tað var hart og skurvut undir, har Sørin kom niður á.
- Undir mær lógu betongklumpar og annað hart tilfar. Stoyturin hevur helst verið ógvusligur; ryggurin brotnaði, og tað eina rivjabeinið fór inn ígjøgnum annað lunga. Helst eri eg dottin á vinstru síðu, sum eisini fekk stóran skaða og fór út av lagi, sum Sørin tekur til.
Í respiratori
Sørin Lisberg minnist einki frá vanlukkuni, og hann minnist heldur ikki, tá ið hann datt út av tekjuni.
? Nei, tað minnist eg einki til, og tískil veit eg heldur ikki, hvørjir tankar kunnu mala í høvdinum á einum í teirri løtu, tú kemur soleiðis fyri.
Hann heldur, at hann hevur mist vitið í somu løtu, sum hann er fallin.
Tað skuldu nú ganga einir 20 dagar, áðrenn Sørin visti nakað sum helst til sín aftur.
Fyrst lá hann í 12 dagar í respiratori á Landssjúkrahúsinum, til hann varð fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið í respiratori.
- Meðan eg lá, fekk eg eisini lungnabruna, tí eitt brotið rivjabein hevði stungið hol á annað lunga. Í einar tríggjar dagar var tað bara respiratorurin, sum helt mær á lívi.
Eftir at hava ligið í respiratori alla hesa tíð - og uttan vit, byrjaði Sørin so smátt at koma til sín sjálvs aftur.
- Tað fyrsta, sum mær kom til hugs, var, at eg skuldi heinta ein pakka av seymi. Hvat eg skuldi á einum donskum sjúkrahúsi, var eitt sindur torført at fáa inn í høvdið. Men so við og við, sum dagarnir gingu, rann tað upp fyri mær, at eg hevði verið fyri eini álvarsligari arbeiðsvanlukku, sigur hann.
Og Sørin heldur fram:
- Hesin skaði, sum gjørdi, at eg komi at sita í koyristóli restina av lívinum, rakar ikki bert meg, men eisini tey, eg livi saman við, konu og børn og alla okkara tilveru. Uttan tey, hevði eg neyvan verið komin ígjøgnum hetta.
Meðan Sørin var á Hornbæk í Danmark, har fólk við ryggjaskaðum koma, sá hann nógvar lagnur, sum hann tekur til.
? Tey, sum eru einsamøll, eru sera einsamøll undir síkum umstøðum ? ja, nógvar lagnur eru rættiliga harðar, sigur hann.
Er ikki lætt
Tað er ikki lætt at vera rørslutarnaður í Føroyum, heldur Sørin og sigur, at umstøðurnar í landinum gera tann rørslutarnaða rættiliga hjálparleysan.
? Eg vóni, at tað frá politiskari síðu fer at verða gjørt meira við atkomiligheitina.
Hann nevnir eitt dømi av mongum:
- Skuldi herfyri á fund við ein sosialráðgevara hjá Almannastovuni í Runavík, men hesin fundur mátti antin haldast úti í bilinum ? ella heima hjá mær sjálvum, tí bygningurin í Runavík er ikki til rørslutarnað at koma inn í, ei heldur til gomul og illa gongd.
Sørin vísir á, at hetta er tíverri ikki undantaki, men regulin, at illa slepst inn í almennar bygningar.
? Eitt annað dømi er Landssjúkrahúsið - í hvussu er tann gamli bygningurin. Har er einki handikapp-wc í forhøllini, men bert wc?ir til tey, sum ikki eru rørslutarnað ella avlamin.
Tey fyrstu tvey árini eftir, at Sørin var fyri vanlukkuni, hevði hann ongan møguleika at koma út aftur uttan við hjálp frá øðrum.
? Men eftir, at húsini eru vorðin umbygd, og eg havi fingið ein bil við hjálp frá Almanna-stovuni, havi eg nú møguleikan at koma útaftur, hóast snuddirnir av skaðanum halda mær eitt sindur aftur.
Út við helmingin av seinasta ári lá Sørin á sjúkrahúsi í Danmark.
? Í heyst og í vetur havi eg rekt onkran stampin um fyri onkran av teimum smáu bátunum ? og so gongur tann løtan, og tú følir teg meira á lívi aftur, sigur hann.
Sørin, sum hevur verið útróðrarmaður í eini 12 ár, hevur arbeitt á fiskavirki og hevur fingist við at smíða, hevur havt lívsmót og ein sterkan vilja, síðan hann var fyri vanlukkuni fyri skjótt fýra árum síðan.
Trygdin í arbeiði

? Tað er ikki bert mín skaði, men nógvir aðrir, sum eru hendir á tekjum, ið eru rættiliga slættar, eins og tekjan á Høvdavirkinum er. Summir skaðar hava havt deyðan við sær.
Hann heldur, at ov lítið verður hugsað um, at fallið er hitt sama, antin tekjan er sløtt ella brøtt, tá ið illa vil til.
? Tí er altíð rætt at hugsa seg væl um ? uttan mun til, hvussu tekjan sær út, og tá er tað líka mikið, um arbeiði er mett at taka 10 minuttir ella 10 dagar. Tá ið skaðin er hendur, vendist ikki aftur.
Sørin vísir á, at sjálvandi kundi hann sitið og argað seg um tað, sum hendi ? og hví hann ikki ansaði betur eftir henda seinnapartin á tekjuni á Høvdavirkinum.
? Men tú kanst ikki sita og argað teg um eina vanlukku alt lívið. Tað fært tú einki burtur úr. Men eg haldi, tað er umráðandi at minna onnur, sum fara upp á tekjur, á vandan, sum lúrir ? eisini, tá ið uppgávan sær lættast út.
Sørin hevur altíð verið áhug-aður í fakfelagsligum arbeiði, bæði innan útróðrarfeløg og arbeiðarafeløg. Fyri vanlukkuna var hann nevndarlimur í Leirvíkar Arbeiðarafelag, og tað er hann enn.
Hann heldur, at tað enn vantar í hjá okkum, hvat trygdini á arbeiðsplássunum kring landið viðvíkur.
Saman við Leirvíkar Arbeiðarafelag hevur Sørin verið við til at skipað fyri einum fundi, sum helst er tann einasti av sínum slagi í Føroyum.
Vit bjóðaðu øllum arbeiðsgevarunum í bygdini og eisini kommununi sum arbeiðsgevara at verða við á fundinum, har Arbeiðseftirlitið kom norður at greiða frá arbeiðsviðurskiftum og skyldum. Hesin fundur snúði seg ikki minst um trygdina.
So at siga øll feløgini møttu, og fleiri feløg høvdu sínar arbeiðsformenn og álitisfólk við.
- Eg haldi, at fundurin var góður. Kanska kundi hetta verið nakað hjá øðrum arbeiðarafeløgum at tikið upp, sigur Sørin, sum heldur, at ein hugburðsbroyting skal til, bæði hjá arbeiðsgevarum og arbeiðarum, tá ið hugsað verður um trygdina á arbeiðsplássunum ? uttan mun til, hvar tey eru.
Hann vísir at enda á, at tað er arbeiðarin, sum fær snuddirnar, tá ið skaðin hendur.
? So, hví skulu vit ikki tryggja okkum best møguligt? Tað er eingin, sum ger tað fyri okkum, sigur Sørin, sum heldur, at tá ið vanlukkan hendi á Høvdavirkinum, lá høvdið hjá honum heima við hús, sum hann tekur til.
Sum vit nevndu í byrjanini, rakti vanlukkan Sørin Lisberg, 12. juli í 2001, men ikki fyrr enn 8. november sama ár kom hann fyrstu ferð heimaftur úr Danmark.