Tað stóra bankaránið

Tað er ikki hissini, sum lokalu hetjurnar á A liðnum og B liðnum lova, nú tað stundar til kommunuval í høvuðsstaðnum. Skattalættar og barnakekkar - you name it. Einki er óført. Einasta kravið hjá teimum er: Øll sum hava nokk skulu hava meir.
Hetta eru Seriu A og Seriu B liðini hjá teimum, sum beint innan árslok gjørdu seg so grundleggjandi inn á pensjónsviðurskiftini hjá tí einstaka. Tey, sum brandskattaðu pensjónirnar hjá teimum lágløntu, fyri at geva sær sjálvum og øðrum hágløntum ein “tiltrongdan” lætta. Samstundis hava tey syrgt fyri, at ikki ein einasta króna av pensjónsskatti fellur í kommunukassarnar í framtíðini, men bert í landskassan.
Eg veit ikki hví, men onkursvegna rennur sangurin hjá punkbólkinum 200 fram fyri meg.
“Tað hevur verið eitt bankarán
Sera væl lagt til rættis
Og teir sluppu avstað við 400 milliónum
-----
Tað var tað frekasta, eg havi sæð
Teir fóru inn á alljósum degi, baby
Tað var tað stóra bankaránið“
Seriu A og Seriu B liðini vilja geva øllum skattlætta, samstundis sum tey hava rænt 100 tals milliónir frá kommununum. Hvar skal peningur koma frá, spyr gløggi veljarin kanska. Enn einaferð hevur 200 rætta svarið:
“Reypaði, um at vit øll skuldu fáa skattalætta allastaðni.
Ja, also var tað øll, ella hvør var tað nú, sum skuldi fáa skattalætta?
Ja, eg veit ikki, øll skuldu fáa ágóðan av skattalættanum.
Ja, men hvar skulu pengarnir koma frá?

Tað er hemmiligt, tað er hemmiligt tað er heilt forbannað hemmiligt
Hemmiligt, baby”
Tað sigur seg sjálvt, at hetta ikki kann halda fram. Mítt boð er tí: Latið vælsignaði hesar leikararnar sita uttanfyri 4 ár afturat.

Les meira um meg og míni sjónarmið á www.tjodveldi.fo/hallbjorg

Ta røttu at ráða? – vel mammu Høgna og Boga!