Tað mest umráðandi er at finna orsøkina

– Eg vakni hvønn morgun og vóni, at hetta bara var ein óndur dreymur, men tað er tað ikki – hetta er tann beiski veruleikin, men eg kenni stóran ugga í, at familjan hjá Guðrun hevur havt so stórt yvirskot til at hugsa um okkum í sorgini. Tey hava eggjað okkum til at halda á og ikki missa mótið, tí Guðrun var so glað fyri sítt arbeiðspláss. Tí kenna vit í felagnum tað sum eitt kall, at øll – frá ovast til niðast – standa saman og stríða okkum gjøgnum hetta ódnarveðrið og tryggja felagnum eina góða framtíð, sigur Magni Arge

FLOGVANLUKKA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo

– Enn vita vit einki við vissu, men sakkunnleikin er komin til ta fyribilsniðurstøðu, at spoylararnir á veingjunum á flogfarinum ikki fóru upp. Vit vita enn einki um, hví so var, men út frá hesum seta vit fokus á spoylararnar.
Soleiðis sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog eftir at norska havarínevndin hevur boðað frá, at orsøkin til vanlukkuna á Stord var, at spoylararnir ikki fóru upp soleiðis, sum teir eiga.
Magni Arge sigur, at Atlantsflog ger alt sum gerast kann til tess at hjálpa havarínevndini. Men hann leggur samstundis dent á, at talan er um eina fyribilsgreining, og at ikki ber til at døma út frá hesum.
Í Degi og Viku týskvøldið segði Johan í Niðristovu, flogovasti hjá Atlantsflog, at tey hava upplivað trupulleikan við spoylarunum tvær ella tríggjar ferðir áður, uttan at tað hevur ført til nakra vanlukku. Men tær ferðirnar hevur flogbreytin verið nóg long til at flogfarið kortini steðgar, ella hevur flogskiparin havt stundir til at tikið støðu til at fara uppaftur, sigur Magni Arge. Hann leggur dent á, at hann ikki er serkønur í slíkum tekniskum spurningum, men at sum hann skilir tað, so kunnu spoylararnir ikki fara upp, fyrr enn hjólini hava fingið rættuligt festi í flogbreytina – og at tað tí ikki hevur verið ein tøkniligur trupulleiki – men heldur, at flogfarið ikki rættuliga hevur sett seg.
Kunnu vit sum brúkarar nú stóla uppá, at hini flogførini hjá Atlantsflog eru nóg trygg at flúgva við, og hava tit eftirhugt spoylararnar í teimum?
– Vit liva upp til øll krøv, sum myndugleikarnir og framleiðarin seta okkum. Vit fylgja eisini øllum forskriftum í samband við eftirlit o. s. fr. Eitt óhapp sum hetta er sera, sera óheppið, og vit mugu finna orsøkina. Vit eru sera hart rakt, men vit hava onga orsøk til at halda, at vantandi viðlíkahald ella prosedurur hava verið orsøkin. Vit seta nú fokus á spoylararnar og eftirkanna allar operativar mannagongdir saman við framleiðaranum, sigur Magni Arge.
Hvørji ítøkilig stig eru longu tikin?
– Vit flúgva ikki upp á Stord. Vit gjøgnumganga allar prosedurur. Vit fara ígjøngum alt tað tekniska viðvíkjandi spoylarunum saman við framleiðaranum og eftirkanna allar forskriftir, sigur Magni Arge og vísir á, at felagið fer at intensivera allan innsats viðvíkjandi trygdini.
Hóast nógv hevur verið at hoyrt um trupulleikar við flogførum hjá Atlantsflog seinastu tíðina, so leggur stjórin dent á, at felagið ikki dylir nakað sum helst.
Mánakvøldið vóru trupulleikar við føroyaflogfarinum, sum skuldi fara úr Kastrup.
– Tað er rætt, at eitt tól í flúgvarinum ikki fungeraði sum tað skuldi mánakvøldið. Tað var seint, vit høvdu havt nógvar og drúgvar seinkingar um vikuskiftið av mjørka, og tað bar ikki til at fáa tað umvælt alt fyri eitt tað kvøldið. Tí valdi flogskiparin at fáa ferðafólkini á hotel, og flogfarið fór avstað í øllum góðum morgunin eftir, sigur Magni Arge.
– Hetta er júst eitt dømi um, at vit taka tingini í allar størsta álvara. Tað er tað sama við flapslendingunum í Bergen. Tá vit fáa slíkar trupulleikar, so siga forskriftirnar, at vit skulu trygdarlenda á einum longum vølli – hetta hevur als einki við neyðlending at gera, sigur Magni Arge, sum heldur, at hesar hendingar fingu ekstremt stóra umtalu í fjølmiðlunum.
– Men vit halda alla tíðina fast upp á prosedururnar!

Í norskum miðlunum hevur nógv verið at hoyrt um, at arbeiðsfólkið hjá Aker ikki vilja nýta flogvøllin á Stord. Í gjárkvøldið frættist, at Aker hevur tikið avgerð um ikki at flúgva upp á Stord.
Summi starvsfólk hjá Aker hava eisini havt hvassan kritikk mótvegis Atlantsflog og róð framundir, at Aker eigur at siga sáttmálan við Atlantsflog upp.
– Tað er væl skiljandi, at ein ólukka loypir ótta á fólk, og tí er tað ein uppgáva hjá okkum at sannføra fólk, um at tað framvegis er trygt at flúgva við okkum. Formelt er hetta álit staðfest hjá eftirlitsmyndugleikanum, men reelt er tað bert viðskiftafólkini, sum koma umborð á flogførini, sum staðfesta hetta álit, sigur Magni Arge.
Hann vísir eisini á, at í Noregi hevur umtalan av felagnum nærmast ment seg til eina hetz, har alt møguligt verður rørt í ein pott og brúkt til at sáða misálit.
– Aker má sjálvsagt fyrihalda seg til bæði sakkunnleikan og ótta ella øsing millum tey, sum skulu flúgva við flogførunum. Aker og Atlantsflog arbeiða saman um at sissa fólk. Flúgvingin fyri Aker minkar í vetur og fellur burtur út á várið, tá Snøhvitt og Ormen Lange verkætlaninar eru at enda komnar.
– Enn hava vit ikki fingið nakran nýggjan sáttmála, men vit gera sjálvandi alt fyri at finna aðrar rutur úti í heimi, tí hetta er sera umráðandi fyri felagið, sigur Magni Arge.
Hvussu hevur vanlukkan ávirkað Atlantsflog innanhýsis? Og hvørja hjálp hava starvsfólkini fingið. Hvørja tilbúgvingarætlan hevur felagið?
Hendan vanlukkan hevur sjálvandi merkt øll starvsfólkini hjá Atlantsflog. Magni Arge sigur, at ein partur av tilbúgvingarætlanini í hesum føri var at taka hond um starvsfólkini, upplýsa tey um, hvat hendi og bjóða teimum kreppuhjálp, ið høvdu tørv á tí.
– Vit høvdu eisini eina minningarløtu í hangarinum, tá kistan við Guðrun kom heim, og vit hava eisini verið á Stord saman við familjuni hjá Guðrun, sigur hann.
Magni Arge sigur, at hann sjálvur var staddur í Noreg teir fyrstu dagarnar, men hann hevur skilt, at tey, ið stóðu fyri tilbúgvingini heima hava gjørt eitt dygdargott arbeiði.
Hava tit merkt nakað til, at ferðafólk hava vent tykkum bakið?
– Nei, tað hava vit als ikki. Tvørturímóti hava vit kent stuðul og stóra samkenslu frá Føroya fólki, sum vit eru sera takksom fyri.
– Hvussu hevur tú havt tað persónliga eftir vanlukkuna?
– Mín persónur er ikki so áhugaverdur í hesum. Eg eri ikki tann, sum havi mist mest, so tað er ikki synd í mær, men tað hevur verið ótrúliga hart. Eg vakni hvønn morgun og vóni, at hetta bara var ein óndur dreymur, men tað er tað ikki – hetta er tann beiski veruleikin, sigur Magni Arge.
– Men eg kenni stóran ugga í, at familjan hjá Guðrun hevur havt so stórt yvirskot til at hugsa um okkum í sorgini. Tey hava eggjað okkum til at halda á og ikki missa mótið, tí Guðrun var so glað fyri sítt arbeiðspláss. Tí kenna vit í felagnum tað sum eitt kall, at øll – frá ovast til niðast – standa saman og stríða okkum gjøgnum hetta ódnarveðrið og tryggja felagnum eina góða framtíð, sigur Magni Arge.
Norsku fjølmiðlarnir hava ikki verið so mjúkir við Atlantsflog, hvat sigur tú til tað?
– Hetta er tað, sum vit mugu liva við í hesi modernaðu verðini, har alt skal endavendast, hóast tú stórliga kann ivast í, hvønn týdning tað hevur fyri tað, sum er hent, sigur Magni Arge, sum er sera hamur um viðferðina, sum føroyska felagið hevur fingið í norsku miðlunum.
– Men tað mest umráðandi er at staðfesta, hvør orsøkin til vanlukkuna var, so vit kunnu tryggja okkum, at ein slík vanlukka ikki hendir aftur. Vit renna ikki undan ábyrgdini, men nú hava vit brúk fyri einum andarhaldi, so vit fáa frið at arbeiða við hesum málinum, sigur Magni Arge.