og spælararnir hava gjørt mistøk, sum hava ført tap við sær. ? Eg stúri ikki fyri gongdini, og ivist ikki í, at vit fara at arbeiða okkum upp eftir stigatalvuni nú. Og vend er ið hvussu so er komin í seinastu [...] Herfølge, Ole Mørch, við Ítróttarsosialin sunnukvøldið. Jákup hevur leingi verið noyddur við at finna seg í at spæla á 2. lið, men hóast tað, hevur hann drivið á undir venjing, og nú Kai Larsen, sum Jákup [...] hann spælir hann skilagott frá sær, og tað er við til at skapa frið og tryggleika í verjuni hjá okkum, sigur Ole Mørch. ? Eg er ótrúliga fegin um, at Jákup hevur staðið seg so væl nú hann umsíðir fekk kjansin
heldur ikki Kyndil sum steðgaði VÍF. Tað var heldur so, at Kyndil var um at fáa ein dyggan ósigur við sær aftur til Havnar, og tey fimm málini, sum at enda vóru á muni, vóru lítið afturímóti tí, sum tað hevði [...] vestmenningar fóru at renna Kyndil fullkomiliga um koll, og alt prát um, at dystirnir millum VÍF og Kyndil plaga at vera javnir og spennandi, gjørdist til ein innantóm kliché. Í hálvleikinum vóru sjey mál á [...] so stutt fráliðið í nýggju kappingina, at skjótar konklusiónir skulu ikki gerast, men enn hevur eingin so klárað at steðga VÍF. Næstu ferð sleppa strandingar at royna seg.
leygardagin. Klaksvíkskvinnur vóru á heimavølli fyri fyrstu ferð í ár, og tær vístu, at verða ikki lættar at taka í Klaksvík. Stjørnan legði betri fyri og fór fram um 5-2. Men so steðgaði liðið upp, og [...] gestirnir frammanfyri 10-7. Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at koma fyri seg aftur, og tað eydnaðist eisini ? partvís. Tær vóru fleiri ferðir við at fáa Neistan aftur, men í avgerandi løtunum gjørdu Inga Danberg [...] gjørdi seks mál, og tá Stjørnan setti Rannvu Andreasen at mansverja Ingu Danberg, gjørdist Mildrið meiri sentral og við góðum skotum var hon við til at tryggja Neistanum munin, sum hevði við sær sigurin og
tryggan sigur á liðnum, sum mong hava hildið verða einasta veruliga boðið til at geva VÍF mótstøðu í ár, H71. Hoyvíkingar løgdu væl fyri í kappingini og vunnu báðar sínar fyrstu dystir, men teir komu niður á [...] strandingar settu teir uppá pláss leygardagin. Úrslitið av dystinum var heili 32-24 til StÍF, eftir at bert eitt mál hevði verið á muni í hálvleikinum. Arthur Johansen gjørdi 13 av málunum hjá StÍF, meðan [...] gjørdi fimm. Hjá H71 skoraði Halgir Dahl-Olsen átta mál og Hans Guðmundsson seks. Úrslitið hevði við sær at VÍF nú er einsamalt á odda, H71 er framvegis nummar 2, og StÍF hevur nú tikið seg fram á triðja plássið
siga, at tað er nógv, sum talar fyri, at Jens Martin Knudsen og Øssur Hansen fara at royna fótbóltseydnuna í Íslandi, og í dag kunnu vit leggja afturat, at Uni Arge tosar við íslendska felagið um samstarv [...] enn at Páll Guðlaugsson komandi summar fer at hava minst tríggjar føroyskar landsliðsspælarar á meistarafloksliðnum Leifti í Íslandi, sum hann fer at venja eftir nýggjár. Leygardagin vistu vit at siga [...] teimum viðmerkingarnar, og so fáa vit at síggja, hvat teir siga, men eg haldi ikki, at tað ber til at siga, at tað er nakað serligt, sum skilur okkum. Um og nær hetta endaliga kann koma uppá pláss, veldst
neyðugt við eitt sindur av pengum at arbeiða við. Felagið hevur søkt FSF um stuðul, men formaðurin heldur, at tað eisini er rímuligt, at limirnir sjálvir gjalda fyri, at teirra áhugamál verða røkt. [...] ovasta bredda: ? Málið hjá felagnum er at røkja áhugamálini hjá venjarunum og at virka føroyskum fótbólti at frama. Hetta fevnir um so nógv. Eitt av málunum er at koma við uppskotum til útbúgvingardeildina [...] Johan Nielsen og Petur Mohr fara at siga frá einum skeiði fyri elituvenjarar, sum teir vóru á í Danmark í juni. Útbúgvingardeildin hjá FSF verður við á fundinum, og teir fara at greiða frá, hvørjar ætlanir
strondini. Hjarnar Djurhuus sigur, at tað kenst eitt sindur løgið at siga farvæl til eitt skip, sum so trúliga hevur røkt oljuflutningin hjá felagnum. Hjarnar Djurhuus sigur, at bæði skip og manning hava røkt [...] flutt olju og bensin til Føroya. Hjarnar Djurhuus, stjóri á Føroya Shell, sigur, at skipið er selt til eitt felag í Tromsø fyri góðar tríggjar milliónir krónur. Tá Shell keypti Magn, sum tá æt Helle Wonsild [...] meðan tann nýggi er helvtina størri. Hann lastar 2.100 kubikk. Hjarnar Djurhuus sigur, at hetta er ríkiligur kapasitetur at nøkta tørvin við. Tí hevur Føroya Shell gjørt avtalu við Shell í Svøríki um leigu
skaðin gjørt tað so at siga ómøguligt hjá Toda at spæla Todi sigur fyri Ítróttarsosialinum, at tað var í samráði við venjaran, Kent Karlsson, at hann mánadagin tók avgerðina um, at fótbóltsárið hjá honum [...] verður klárur at spæla. ? Eg havi fingið at vita frá læknunum, at eg skal rokna við, at tað fer at taka tveir mánaðir at fáa lærkrikan í rættlag aftur. Eftir nýggjár vit venjingina 4. januar, og tað er um [...] var greitt, at Todi Jónsson fer ikki at spæla við móti Real Betis í morgin, og at hann heldur ikki verður við í donsku landskappingini tað, sum er eftir av hesum árinum. Ætlanin var annars, at Todi skuldi
trimum árum, lært seg at forða fyri, at almenningurin í víðu verð framhaldandi verður vitni til hesa blóðugu hending. Men DTHW og Schweiziska Hvalaverndarfelagið ASMS leggja doyðin á at gera vart við hvalamorðið [...] eløgini úti í heimi gera nógv fyri at upplýsa fólk um, hvussu »óndir« føroyingar eru móti grindahvalinum. Frá Grindamannafelagnum hava vit fingið hesa frásøgn, sum er at finna á týskum á Internetinum á [...] hvalinum. »Við at flyta sárini inn í kroppin vóna føroyingar, at uppøsti almenningurin um allan heim letur seg lættari sannføra um ein meiri humanan drápshátt. Men okkara kanningar prógva, at nýggja vápnið
sigur, at í ávísum førum gjalda reiðaríini fyri skeiðið hjá manningum, men at nógvir luttakarar gjalda sjálvir. Á skúlanum fáa luttakararnir kaffi við onkrum afturvið fyri fimm krónur, og døgurða fyri 25 krónur [...] 500 føroyingar arbeiða á sjónum. Fyri at nøkta tørvin til trygdarskeið, krevur tað, at eitt skeið verður hildið hvørja viku frameftir. Umframt at skipa fyri trygdarskeið, tekur Sjómansskúlin í Klaksvík ímóti [...] til at føra skipa upp til 300 tons út á 30 fjóðringar. Lítil áhugi fyri sjólívinum Pole Mikkelsen heldur kortini, at alt ov fáir ungdómar eru áhugaðir í at fara til skips. Teir læra í skúlanum, at HF-skeið