1. deild menn:
VÍF-Kyndil 30-25 (17-10)
Nei, tað gjørdist heldur ikki Kyndil sum steðgaði VÍF.
Tað var heldur so, at Kyndil var um at fáa ein dyggan ósigur við sær aftur til Havnar, og tey fimm málini, sum at enda vóru á muni, vóru lítið afturímóti tí, sum tað hevði verið, um havnaliðið ikki hevði tikið sær um reiggj í seinna hálvleiki.
Vestmenningar byrjaðu sum eitt ódnarveður, teir struku avstað frá Kyndli, sum hevði trupulleikar við at steðga góða álopsspælinum hjá VÍF, og sum misnýtti, tá kjansirnir vóru frammi á vøllinum.
VÍF kom fram um 4-0, og økti síðani til 10-2 miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá vóru tekin til, at vestmenningar fóru at renna Kyndil fullkomiliga um koll, og alt prát um, at dystirnir millum VÍF og Kyndil plaga at vera javnir og spennandi, gjørdist til ein innantóm kliché.
Í hálvleikinum vóru sjey mál á muni, 17-10 til VÍF, og allur spenningur um úrslitið í dystinum var burtur.
Ingi sentralur
Í seinna hálvleiki tók Kyndil sær um reiggj, og teir byrjaðu væl. Teir minkaðu beinanvegin leiðsluna hjá VÍF til 17-15, og VÍF, sum nærum hevði skorað sum teimum lysti fyrra hálva tíman, fekk ikki mál fyrr enn sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá hevði Kyndil longu gjørt fimm mál og hevði enntá brent eitt brotskast.
Men tá Hjalmar Klein Olsen og Áki Olsen gjørdu tað til 19-15 fekk VÍF aftur munin í dystinum, og tá fekk Kyndil ongantíð fatur í VÍF aftur. Restina av dystinum var munurin frá trimum málum og uppeftir, og seinasta minuttin fyri leiklok minkaði Kyndil munin frá sjey til fimm mál.
Hjá VÍF var Ingi Olsen sentralur allatíðina. Hann gjørdi ikki færri enn 14 mál, og tá Kyndil í seinna hálvleiki gjørdi eitt ordans tak fyri at toga seg inn á VÍF, skoraði Ingi mál eftir mál og tryggjaði VÍF avgerandi munin líka til dysturin var av.
VÍF leysir av hinum
Undan dystinum var VÍF á odda saman við H71. Bæði liðini vunnu sínar fyrstu tveir dystir. Men nú eru vestmenningar farnir einsamallir fram um hini liðini, og gongdin er longu farin at líkjast henni frá í fjør, tá VÍF vann á øllum liðunum, og hini liðini vunnu á hvørjum øðrum. Tað førdi við sær at munurin millum VÍF og hini liðini gjørdust stórur og eingin spenningur var um FM-heitið.
Men nú er so stutt fráliðið í nýggju kappingina, at skjótar konklusiónir skulu ikki gerast, men enn hevur eingin so klárað at steðga VÍF. Næstu ferð sleppa strandingar at royna seg.










