hugsingur um at fara út at arbeiða. Maðurin arbeiddi í Mjørkadali, og tað hendi meira enn so, at familjan var har uppi og vitjaði. Har var deiligt, sigur Gurli. Av tí at maðurin skuldi á fjøllini fyri at koma [...] havi sagt nei takk, tí so fekk eg onga motión. Gurli heldur tað vera løgið, at tað verður skemtað við rollatorum. Tað er eingin skomm at vera illa gongd, og rollatorurin er eitt ótrúliga gott hjálpartól. [...] rollatorinum framman fyri seg fer hon á Vaglið ella oman í Vágsbotn, og skal hon til handils, fer hon altíð í FK í Dr. Jakobsensgøtu. Henni dámar best at vera í miðbýnum, men onkuntíð hevur hon tó ørindi
í takkarrøðu síni, at hann ætlar sær at vera landsstýrismaður fyri allar Føroyar. Hann segði seg vera spentan at taka við avbj óðingunum, sum eru á samferðsluøkinum - ikki minst at bøta um umstøðurnar [...] verið so nógv frammi, so ætlar hann sær eisini at loysa tað málið. – Eg fari á fund við borgarstjóran í Havn og borgarstjóran í Runavík hósdagin, har vit fara at tosa um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast [...] um Tinganes og gomlu Havnina – sum hann hevði hugsað um, tá hann gekk heimanífrá av Glaðsheyggi og oman í Tinganes í morgun. Hann mintist, t á hann sum 9 ára gamal smádrongur flutti við familjuni úr Trongisvági
Høgni Reistrup Nú er tað við at vera long tíð síðani, at fyrsta fløgan hjá Teiti Poetry and aeroplanes kom út. Men tey, sum høvdu leita sær oman í Voxhall í Århus, fingu góð tíðindi. Teitur arbeiðir við [...] binda eina konsert saman. Tað er krevjandi, í stóran mun, at skula framføra einsamallur, og fyri at fasthalda fjøldina, er tað umráðandi at duga at undirhalda millum løgini, og til tíðir eisini í løgunum [...] nýggjari útgávu, og er longu farin undir at taka upp. Sangskrivarin legði út við løgum, sum ikki hava verið at hoyrt áður, og sjálvt um tað eingin ivi er um, at Teitur gjarna vil varðveita stílin frá Poetry
Eliseus, at hann vildi ikki hopa Eliseus doyði, og at Várharra skuldi vera so óbarmhjertigur at lata seg liva og taka hann úr húsinum. Tú veitst, hvussu menniskjan er. Eg sigi, at ”tað má vera, sum Gud [...] Maskinmaðurin, Poul Joensen, helt, at motorurin fór skjótt at brenna allan skittin av sær. Hetta vísti seg at vera rætt, tí eftir, at teir vóru farnir at fiska, hevði einki ólag verið á motorinum, sjálvt [...] hesum og seinasta partinum. Hervør endaði sína frásøgn við at siga, at “tað er mær ein gleði at vera við til hesa hátíðarløtu, sum eg kenni meg at vera ein part av. Tøkk fái tit ið fingu hetta í lag, teimum
Spenningurin er, sum hann plagar at vera, áðrenn eina beinleiðis sending. Kortini tykist sjónvarpsmanningin hava tamarhald á støðuni. Hvørki illbønir ella kjaftaslit eru at hóma. Vertirnir hjá SvF, Bogi, [...] kórsangararnir við sangmappunum undir arminum. Baksið við at lata seg í butterflyina og at strúka svørtu buksurnar og hvítu skjúrtina er av, og nú er bara at brynja seg við toli til boð verða eftir teimum í k [...] seinastu praktisku tingini eru við at koma upp á pláss. Áhoyrararnir, sum koma inn í forhøllina úr illfýsna veðrinum royna at fanga hann á máli, men hann er noyddur at gera skjótt av, tí konsertin er við
Tað er ikki av ongum, at vit tosa um at síggja ljósið fyri endan á tunlinum, tí tað er eitt tekin um vón. Og í dag er tað so, at vit føroyingar, og serliga hvalbingar og sandvíkingar, síggja ljósið fyri [...] Jóan Pauli Næs, sum fingu heiðurin at trýsta á knøttin og at lata tað seinasta skotið av. Fyri teir var hetta ein serlig løta, tí teir vóru allir tríggir við til at gera gamla Hvalbiartunnilin, sum varð [...] skuldi hann vera liðugur fyrst í 2022, men arbeiðið hevur gingið avbera væl og nú er greitt, at hann verður liðugur eitt ár fyrr, ella fyrst í 2021. ##med4## Fyrsta flagið varð skorið oman av tann 15.
Men tíverri síggja vit nú, at fleiri ynskja at broyta hesa meginreglu. Tað kennist sera ódámligt tá politikkarar nú royna at prýða seg við eini kristeligari glæmu, fyri betur at røkka sínum verðsligu politisku [...] samstundis vera okkara yvirvaldi lýðin, so sum Jesus lærir okkum. Tað bilar vónandi einki um vit læra at vera minni “religiøs” men heldu meira Kristin? Søgan yvir fleiri túsin ár hevur lært okkum, at allar [...] sløkkja sólina fyri síðan at ganga víðari við eini lummalykt. Nei føroyingar hava havt stóra virðing fyri kristindómi og hava duga sera væl at brúka ta gomlu demokratisku meginreglu um at halda átrúnað fyri seg
runt umkring ímillum áirnar, so at tær kundu renna í frið, og býlingarnir kundu so vera ymiskir í stødd, alt eftir, hvat hildið var at vera hóskandi. Talan kundi eisini vera um býlingar við sethúsum, tvíhúsum [...] Fólk á Velbastað eru ikki serliga hugað fyri at brúka grótið í Sandoyartunlinum til at gera fleiri útstykkingar oman fyri bygdina. Tað er eitt úrslit, ið kom burtur úr borgarafundinum á Velbastað í gjár [...] hvat grótið skal brúkast til. Ein tanki hevur verið at brúka grótið til at útvega fleiri byggiøki við tí endamáli at veksa um bygdina. Í tí sambandi hevði ein arkitektur spælt sær við nakrar tankar um, hvussu
fleiri, sum harmast um, at okkara topppolitikkarar kalla eina hvørvisjón fyri Hoyvíkssáttmálan. Tað er annars at undrást á, at pressan ikki enn hevur eftirmett hvørvisjónina oman yvir øllum hvørvisjónum [...] ávarað ímóti henni. Og teir vóru skjótir at hjálpa. Og teir loystu kreppuna bæði skjótt og effektivt. Kann vera, at samanberingin ikki er heilt rættvís Rætt skal vera rætt. Íslendingar hava ikki verið útsettir [...] um íslandssáttmálan, sum átti at verið sveinastykkið, tá talan er um at reka ein nýggjan, effektivan, professionellen, rótføroyskan úttanríkispolitikk. Serfrøðin sigur, at sáttmálin er góður á pappírinum
bæði eplir og ikki minst majrøtur at veksa og trívast har av tí allarbesta. Vit komu at kennast sum grannar og ikki minst tí, at vit høvdu somu politisku áskoðan, at Føroyaland skuldi ráða sær sjálvum [...] Esbern frægd í at gleða fólk, hann kennir, við at baka teimum bollar, rugbreyð og ikki minst til føðingardagar eina sera vakra og vælsmakkandi kransakaku, tí Esbern dámar væl at gleða onnur. [...] verður hann lagdur inn á Landssjúkrahúsið til skurðviðgerðar. Okur fara at biðja Harran vera við honum, og at alt má gangast honum væl við skurðviðgerðini. Hjartaliga til lukku Jákup Olsen