Hóast Heðin Mortensen er landsstýrismaður í samferðslumálum vegna Javnaðarflokkin, so legði hann dent á í takkarrøðu síni, at hann ætlar sær at vera landsstýrismaður fyri allar Føroyar.
Hann segði seg vera spentan at taka við avbjóðingunum, sum eru á samferðsluøkinum - ikki minst at bøta um umstøðurnar hjá útoyggjunum. Spurdur um málið um innkomuvegin í sambandi við Eysturoyartunnilin, sum hevur verið so nógv frammi, so ætlar hann sær eisini at loysa tað málið.
– Eg fari á fund við borgarstjóran í Havn og borgarstjóran í Runavík hósdagin, har vit fara at tosa um, hvussu hesin trupulleikin kann loysast, sigur Heðin Mortensen.
Í takkarrøðuni hugleiddi Heðin Mortensen eisini um Tinganes og gomlu Havnina – sum hann hevði hugsað um, tá hann gekk heimanífrá av Glaðsheyggi og oman í Tinganes í morgun.
Hann mintist, tá hann sum 9 ára gamal smádrongur flutti við familjuni úr Trongisvági til Havnar. Hann gekk fyrstu árini í gamla kommunuskúlanum á Vaglinum. Tá hann seinni fóru í læru sum bil- og maskinsmiðjur hjá Wenzel Petersen, var tað eisini úti í Bakka – í stóra gula bygninginum, sum nú hýsir skrivstovum. Lívsstarvið hjá honum var sum bilsýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum Føroyar, sum var á Kongabrúnni, til hann gjørdist borgarstjóri í 12 ár – við skrivstovu á Vaglinum. Nú hann tekur við sum landsstýrismaður, verður tað við skrivstovu í Portugálinum úti í Tinganesi, har Samferðsluráðið heldur til. So lívsleiðin hjá Heðini Mortensen hevur verið – og er enn – kring gomlu Havnina.
Trýstið á pílin á myndini fyri at hoyra og síggja takkarrøðuna hjá Heðini Mortensen úti í Tinganesi í morgun.










