við sær, at Annika Olsen slapp at atkvøða, tí at Heðin Zachariassen, sum var triðja varafólkið í tingið bað um farloyvi og lat Anniku Olsen møta í sínum stað. Tá kom tað týðuliga alment fram, at Fólkaflokkurin [...] Tí góðtók hann ikki, at Fólkaflokkurin valdi Jacob Vestergaard sum nýggjan landsstýrismann í fíggjarmálum. Soleiðis kendi Fólkaflokkurin nú sviðan av, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir [...] fyri soleiðis at halda Anniku Olsen uttan fyri Løgtingið. Nú tá Jørgen Niclasen fall sum landsstýrismaður, tí hann var tikin fyri rúsdrekkakoyring, hevði flokkurin ikki so nógv fólk at velja í, um tað
fegnast um, at tað endiliga er loysnað við koronu-tilmælunum, so tað aftur ber til at skipa fyri veruligum kappingum. Tað var hugaligt, at Runavíkar kommuna beinanvegin tók undir við at hava kappingina [...] silvurstig latast, og gullstig eru at vinna, tá eitt nú dystir um føroyameistaraheitið verða spældir. Føroya Bridgesamband hevur seinastu árini sett sær fyri at royna at fáa kappingar runt landið, og er [...] Runavík karmur um siðvandu Silvurkappingina í Bridge. Navnið kemur av, at kappast verður um tey sonevndu silvurstigini, ið eru ein háttur at greiða frá, hvussu góðir bridgespælarar eru. Stigini, sum verða latin
kokkurin, Ruben Busk, sum fer at standa fyri døgurðanum í bygdarhúsinum í Hósvík, og í Hósvíkar Róðrarfelag leggja tey dent á, at kokkurin er royndur í leikum. - Kokkurin fer at borðreiða við rosastoktum oksafilet [...] Í Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri regatta í Sundalagnum, siga tey, at róðrarbátar, sum luttaka á tiltakinum, byrja at rógva av Eiði fríggjadagin hin 13. august klokkan 14.15. - Hetta er ein sera [...] “vit í fylgi rógva summarið av okkum”, sum tey taka til. Víst verður á, at tiltakið er sera væl umtókt millum róðrarfólk, og siður er at fara ein túr upp á Grønhólm norðanvert Streymnes til eitt ella tvey
bygdafólkinum, at hann eisini í framtíðini verður verandi. Borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, sigur, at hann er sera glaður fyri, at matvøruhandil framvegis er í bygdini, tó at tveir matvøruhandlar [...] Tað er ikki nøkur sjálvfylgja í dag, at matvøruhandil er í einari bygd sum Sandavági, tó at bygdin er nógv vaksin seinnu árini. Í Miðvági, sum er partur av somu kommunu, eru bæði FK og Bónus-handil sum [...] yvirlivað undir ymiskum eigarum, tó at tað onkuntíð hevur verið ivasamt um framtíðina. Handilin í Sandavági hevur nýliga fingið nýggjar eigarar, og í Sandavági vóna fólk, at handilin nú verður so mikið væl
Men eg dugi ikki at siga, hvør orsøkin var til, at hann sá reytt, tí eg sá tað ikki. Hetta kennist tungt, tí vit halda okkum hava eitt gott lið. Men tað er einki annað at gera enn at arbeiða víðari og [...] og rokna við, at tað fer at gleppa, segði Karl Løkin við Trónd Arge. Karl helt eisini fyri, at seinast dómararnir vóru saman vóru 18 av 20 støðum dómararnir hugdu eftir á video, støður við Boga Reinert Petersen [...] ##med2## Tað eydnaðist ikki ÍF at vinna seg upp á sætta plássið í kvøld. Fuglfirðingar vóru fyri 0-1 tapi á Dungasandi í Sørvági. Tað gjørdi ikki arbeiðssetningin hjá ÍF lættari, at Bogi Reinert Petersen beint
lagt á fyri at reinsa økið. Í Vágs kommunu ætla tey, at fiskaplássið skal verða eitt hugnaligt mentanarøki við benkrum, gøtum og palli, og miðjað verður eftir at hava ein part av økinum klárt at taka í nýtslu [...] Vágs kommunu, vísir á, at fiskaplássið verður ein framúr mentanardepil. Arkitektar hjálpa til við at skipa hetta 7000 fermetra stóra økið til ein perlu. - Men, tað er greitt, at hetta verður gjørt í stigum [...] løtuni verður eisini arbeitt við at leggja asfalt á Vágsveg, og seinni fáa síðuvegir asfaltið, sum verður tikið av Vágsvegi. Vágs kommuna hevur eisini samtykt einmælt at lata Toftaveg upp aftur. Men, her
arbólkurin um, at tað gongur væl at koppseta í Føroyum. At starvsfólkini fáa heilar sjey skamtar burturúr hvørjum glasi, ger eisini mun. Higartil hevur høga gagnnýtslan havt við sær, at vit hava givið [...] Koppsetingin er komin so væl áleiðis, at farið er undir at koppseta síðsta bólkin í koppsetingarkalendaranum. Koppsetingarkalendarin er nú býttur í 10 bólkar, bólkur nr. 10 fevnir um øll millum 16 og 64 [...] 10.2, tvs. øll sum eru 45 ár og eldri. Í løtuni verður arbeitt við at víðka kunngerðina um ókeypis koppseting fyri COVID-19, soleiðis at hon eisini fevnir um føroyingar undir útbúgving uttanlands og útlendingar
hvørjar møguleikar, heilsurøktarar hava at nýta sínar fakligu førleikar í dagliga yrkinum, eins væl og møguleikarnar at lesa víðari. Og so er tað eisini sjálvsagt, at fleiri næmingar mugu takast inn á he [...] er staðfest, at har sum heilsurøktarar starvast, tað er á almannaøkinum, í eldrarøktini og sjúkrahúsverkinum, fara at mangla 700 starvsfólk, komandi 10 árini. Eisini er nevndin farin undir at kanna trivnaðin [...] undir eitt átak at varpa ljós á eldraøkið, nú gongd er komin á eftirmetingina av eldranýskipanini. Við temafrágreiðingini hjá Búskaparráðnum er eisini grundarlag fyri, meira ítøkiligt, at kunna arbeiða miðvíst
Serstakliga umráðandi er at hava í huga, at tey eldru ikki eru ein einsháttaður samfelagsbólkur við eins førleikum og tørvi. Felagið fer at arbeiða fyri at ávirka, at politikkurin og tænastan á [...] in sigur, at samstarvið við tey avvarðandi eigur at vera ein sameindur partur av eldrarøktini. Í løtuni er kreppa á fleiri av røktarheimunum, men arbeiðsbólkurin leggur upp til, at felagið verður [...] felagið. Stigtakararnir meta, at neyðugt er við einum felag, sum kann verja áhugamálini, bæði hjá teimum eldru og teirra avvarðandi. Tí setti ein arbeiðsbólkur sær fyri at fyrireika stovnan av felagnum
m heimild at selja vegna Kringvarpið. Uppgávan er, sambært sáttmálanum millum partarnar, at selja sponsoratir til sendingar í sjónvarpinum og útvarpinum. Í sáttmálanum verður útgreinað, at "sp/f Progress [...] fyri sítt arbeiði. Hetta verður vanliga gjørt fyri at eggja sølufólki til at selja so nógv sum yvirhøvur tilber. Sambært sáttmálanum eigur arbeiðið at byggja á góðan keypmannskap. Sáttmálin millum sp/f [...] Progress fær loyvi til at selja sponsoravtalur vegna KvF av øllum sendingum og øðrum sponsorumráðum hjá KvF." Sáttmálin gevur eisini sp/f Progress heimild at selja lýsingar í staðin fyri sponsorat, um tað