Róðrarfólk gleða seg til regatta

Enn einaferð ganga regatta í Sundalagnum og ovastevna í Nólsoy hond í hond, soleiðis at regatta verður fríggjadagin hin 13. august - og ovastevna leygardagin 14. august.

 

 

 

Í Hósvíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri regatta í Sundalagnum, siga tey, at róðrarbátar, sum luttaka á tiltakinum, byrja at rógva av Eiði fríggjadagin hin 13. august klokkan 14.15. 

 

- Hetta er ein sera hugnaligur túrur, har “vit í fylgi rógva summarið av okkum”, sum tey taka til. 

 

Víst verður á, at tiltakið er sera væl umtókt millum róðrarfólk, og siður er at fara ein túr upp á Grønhólm norðanvert Streymnes til eitt ella tvey kvæði, áðrenn hildið verður fram suður til Hósvíkar.

 

Aftur í ár verður tað kokkurin, Ruben Busk, sum fer at standa fyri døgurðanum í bygdarhúsinum í Hósvík, og í Hósvíkar Róðrarfelag leggja tey dent á, at kokkurin er royndur í leikum.

 

- Kokkurin fer at borðreiða við rosastoktum oksafilet, mildari piparsós og øllum góðum afturvið. 

 

##med2##

 

Regattatiltakið verður sett á Eiði fríggjadagin 13. august klokkan 14 av borgarstjóranum í Sunda kommunu, Jógvani Kruse. Kappróðrarbátar byrja at rógva av Eiði klokkan 14.15, og motorbátar loysa klokkan 14.45.

 

Døgurðin í bygdarhúsinum verður frá klokkan 18, og um kvøldið verður ymiskur live-tónleikur við kendum nøvnum í sonevnda Tónaneystinum í Hósvík.

Klokkan 23 verður felagssangur á kaiøkinum, og klokkan 23.30 fer Henrik Old, løgtingsmaður, at halda røðu. Á midnátt verður dansur í bygdarhúsinum í Hósvík, har Spaðar 5 fara at spæla.

 

Leygarmorgunin frá klokkan 9 til 12 verður morgunmatur í bygdarhúsinum fyri regattagestum. Vanligt er, at tá morgunmaturin í Hósvík er etin, at fleiri bátar og bátsmanningar leggja leiðina út til Nólsoyar á ovastevnu.

 

 

 

Jógvan Kruse, borgarstjóri, fer at seta regatta.