Verja mál teirra eldru

Í annaðkvøld, týskvøldið klokk­­a­n 18.00 verður stovn­andi að­al­fund­ur í Miðl­a­hús­i­num til eitt felag, sum skal hava til end­amáls at verja mál teirra eldru

Heimarøktin virkar ikki nóg væl og á fleiri av røkt­ar­heim­u­num er kreppa. Stø­ðan snýr seg meira um stýr­ing enn um pengar, halda stig­takararnir til felagið.

Stigtakararnir meta, at neyð­ugt er við einum fel­ag, sum kann verja á­hug­a­málini, bæði hjá teimum eldru og teirra avvarðandi.

Tí setti ein arbeiðsbólkur sær fyri at fyrireika stovn­an av felagnum, sum skal vera málgagn teirra eldru og teirra avvarðandi. Ar­beiðs­bólk­u­r­in sigur, at sam­starv­ið við tey avvarðandi eig­ur at vera ein sameindur partur av eldrarøktini.

Í løtuni er kreppa á fleiri av røktarheimunum, men ar­beiðs­bólk­ur­in leggur upp til, at fel­ag­ið verður eitt fela­g, sum skal tala mál teirra eldru á øllum økjum.
Serstakliga umráðandi er at hava í huga, at tey eldru ikki eru ein einsháttaður sam­fel­a­­gs­bólkur við eins før­leikum og tørvi. Felagið fer at arbeiða fyri at ávirka, at poli­tikkurin og tænastan á eldr­a­økinum stuðlar undir at taka støði í førleikum og tørvi hjá tí einstaka.

Á fundinum verður fram­løga av viðtøkum og val av nevndarlimum. Eis­ini verður orðaskifti um støð­una í eldrarøktini og á eldra­øki­num sum heild.

Arbeiðsbólkurin heitir á øll, sum hava hjarta fyri eldr­a­málum, um at møta á fund­inum og vísa sín stuð­ul.
Í arbeiðsbólkinum eru:

Rúna Sivertsen, Mary Ant­ons­dótt­ir, Betzy Lud­vig, Kirst­in Sim­o­n­sen, Tóra Tór­garð og Anne-Dot Ludvig.