- Tað eru nógvir fiskimenn, sum eru rættiliga slitnir, men tað gongur kortini rætta vegin, og umstøðurnar umborð á skipum eru vorðnar betri við árunum. Hetta segði Jan Højgaard á landsfundi hjá Fiskim [...] fleiri skip eru bygd, og onnur er keypt nýggari og betri, enn tey gomlu skipini vóru. Eisini hava vit fingið fleiri nýggjari frystilínuskip. Manningarumstøðurnar í nýbygdu og nýggjaru skipunum eru góðar, og [...] arbeiðsumstøðurnar eru góðar og tryggari. - Eisini verður dentur lagdur á, at menn á frívakt hava góðar umstøður at hvíla seg. Jan Højgaard segði, at tað er eitt satt frambrot, at nógvir fiskimenn nú ikki arbeiða
Harrans signing nú og í komandi tíðum! 4. sunnudag í advent 22. desembur 1974 vígdi Ejvind Vilhelm, varabispur, Argja kirkju- og missiónshús á Argjum, júst sama dag sum í dag, nú vit eru í 2024. Argjamaðurin [...] Richard, Sanna, Henning o. fl.). Ja, vit børn vóru tvørkirkjulig. Jólaveitslurnar í skúlanum vóru sera góðar og stuttligar. Góður matur, hugnaligt at dansa um jólatræið, har vit umframt jólasálmarnar eisini høvdu [...] tiltiknu jólamenninir (jólakonurnar), sum komu við jólapakkum, mugu avgjørt ikki gloymast. Eru tær nevndar, so eru tær kendar. Annars var Havnar kirkja kirkjan hjá argjafólki. Ikki var altíð so høgligt at
amerikansku fregnartænastuni eru umleið 1.000 norðurkorearar dripnir ella særdir í bardøgum í Kursk seinastu vikuna, sigur hann. Suðurkorea hevur givið somu meting. - Vit meta nú, at norðurkoreanskar herdeildir [...] ylgjutaktikkurin, sum vit hava sæð, hevur ikki ordiliga verið effektivur, sigur John Kirby. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, hevur sagt, at umleið 3.000 norðurkorearar eru dripnir ella særdir higartil [...] astan vísir, at Norðurkorea higartil hevur sent umleið 11.000 hermenn til Russlands, og at fleiri eru á veg. - Tað er greitt, at russiskir og norðurkoreanskir hernaðarleiðarar viðgera hesar kreftir sum
Havn, at tað vóru nógv fólk í býnum. Tað merktist eisini, at nógvir útisetar eru heima, og at nógv avbygdarfólk vóru komin til Havnar at fara í býin, sigur hann. Í nógva vindinum í gjár kom ein fráboðan [...] nátt, so var ikki nógv at skriva heim um hjá løgregluni. Tað sigur vakleiðarin á politistøðini í Havn, nú annað jólakvøld er farið aftur um bak. Hann sigur, at tað var svart av fólki í býnum í Havn í nátt
pikka korn sum tann beri fanin", sum teir málbera seg. – Nú eru 7 long ár síðan at Necrolepsia hava trakkað upp á pall, og tíðin er endiliga komin aftur, siga stigtakararnir. Við sær hava teir tað allarbesta [...] heiminum teirra serliga kokkteyl av metal og rokktónleiki, við løgum sum "Oktober" og "Atterglans". Nú verður høvið at koma til ársins lívligastu líkskoðan. Bólkurin hevur valt at endurrísa gamla táttin
halda tað vera óheppið, at vit vaksnu altíð lata børnini vinna, tí hetta verjir tey ímóti neyðugari mótstøðu, sum tær taka til. Tær báðar halda eisini, at tað eru fleiri familjur nú enn áður, sum bevíst skipa [...] eiga at fáa í lívinum fyri at mennast. Mótburður er ein partur av lívinum og menningini, og tí eiga vit ikki bevíst at skipa soleiðis fyri, at børnini fáa mandluna í jólagreytinum. Sambært einari kanning [...] skipa soleiðis fyri, at børnini fáa mandluna, tí jólini eru ein tíð, har børnini hava stórar væntanir. - Tað einfalda svarið er nei, tá tær báðar, sálarfrøðingurin og familjuterapeuturin, verða spurdar
sigur í eini fráboðan undan messuni: ##med2## - Nú eru vit aftur í Notre Dame, sum júst er latin upp fyri vitjandi. Okkara hjørtu hava veitslu! Vit eru komin heim, segði hann. /Ritzau/
familjunum eru tað 714 børn, sum hava fingið jólahjálp í ár. Av teimum 325 eru 229 stakir uppihaldarar og 96 pør. – Barnatalið er lægri í ár enn í fjør. Vit hava ikki greinað tað ordiligt enn, men vit hava umhugsað [...] týdningarmikið, at tey, sum kunnu gera nakað við støðuna, tey gera nakað nú. Hetta eru jú børn sum eru í fátækravága. Tey eru í vanda fyri ikki at fáa eina vanliga tilveru, og tað kann ávirka tey alt [...] Ein er, at tað eru fleiri felagsskapir sum hjálpa. Samkomur gera eitt veldugt arbeiði eisini. Lønarhækkanin, sum nógv hava fingið, ger kanska eisini mun, sigur hon og heldur fram: – Vit hava lagt merki
minkað, men nú trý ommubørn eru komin, eru gávurnar vaksnar í vavi, heldur hon fyri. Hon sigur, at í ár hava tey fingið størstu jólagávuna, sum hon hevur ynskt sær í meira enn 35 ár. Tað eru nýggju tunlarnir [...] mugu vit vaksnu taka ábyrgd av, so vit ikki liva yvir evnir á jólum. Hon leggur aftrat, at hon ynskir sær eitt samfelag, ið tekur sær av teimum, sum ikki megna at fáa endarnar at røkka saman, eitt nú orsakað [...] eg bleiv gift fyri 32 árum síðan, havi eg hildið jólaaftan heima við hús. Vit hava altíð havt gestir jólaaftan, men í ár vóru vit gestir jólaaftan, sigur Veronika Petersen. Hon vísir á, at elsti sonurin
saman við familjuni eru øðrvísi enn aðrir dagar, og eitt nú hava hon, maðurin og børnini altíð jólafrokost saman. - Jólini eru ein hugnalig og hjartanemandi tíð, har nógvar kenslur eru upp á spæl. Eg fái [...] at tá 31 fólk renna um jólatræið inni í einari lítlari stovu er rættiligt lív í. Tey, sum nú eru yvir 70 ár, eru villast. Ja lívið er gott, heldur hon brosandi fyri. Jóhanna vísir á, at jóladag fara tey [...] Jólaaftan eta vit dunnu við øllum tí vanliga afturvið, drekka sodavatn og gott vín. Vit hava jólagreyt við mandlu, kaffi og annað gott, og soleiðis verður tað øll jólini. Jóladag fara vit at hava kalt borð