Anthony Layden um eina viðmerking til seinasta fundin. Hann heldur málið er av slíkum slag, at tað eigur ikki at verða viðgjørt í fjølmiðlunum nú. Men hann dylur tó ikki yvir, at bretar gjørdust rættiliga [...] partarnir áðrenn hálvan januar mánað 1998 skuldu hava vera komnir til, antin teir skulu fáa eina ella aðra politiska avgerð ella málið skuldi fara til Haagdómstólin. Á hesum sama fundinum, sum var tann fyrsti [...] annan og avtala nýggjan fund, um og tá teir hildu ráð vóru fyri tí. Kann fara báðar vegir Enn hevur so eingin fundur verið, og tað røkist heldur ikki fyri nøkrum fundi. Tíðin gongur og eftir tí, sum Sosialurin
Uppskotið til oljulóggávuna verður ikki lagt fyri tingið í næstu viku, soleiðis sum higartil roknað við, nú landsstýrið hevur avgreitt málið og latið tað víðari til tingið. Jógvan I. Olsen, tingformaður [...] týsdagin í næstu viku. -Hetta fer neyvan at bera til, sigur hann nú við blaðið og vísir til at fundir verða í Norðurlandaráðnum í næstu viku og verða ikki færri enn fimm landsstýrismenn og tríggir tingmenn [...] tingmenn við á fundunum í Finlandi. -Teir verða ikki aftur fyrr enn hósdagin, so tað verður helst eingin fundur í næstu viku. So oljulóggávan verður helst at bíða til framløguna, sum verður týsdagin tann 18.
Teir kalla seg liberalar, so tað skuldi verið so líka til ikki bara at privatisera telefonverkið, tí tað liberala røkkur longri enn so, hví ikki gera sum teirra floksbrøður í Amerika og privatisera s [...] fólkatrygging komið væl við. Men hvussu við teimum 10-tals milliónum av amerikanarum, sum ikki hava havt ráð til eina trygging, teir liggja heilt einfalt og bløða út uttanfyri sjúkrahúsportrið, meðan s [...] sjálvstýrisflokkinum og verkamannafylkingini sum klípir, so er sitandi samgonga nú gott 1/2 ár eftir til løgtingsval farin undir útsølu av teimum almennu fyritøkum, sum kasta nakað av sær. Niðurstøðan av
løtum tá hann ikki var so væl fyri, og hervilig sjúka gjørdi álop á hann, tá sá ein smílið, ikki so stórt og breitt sum onkuntíð, men hann royndi kortini. Í hesi løtu leita hugsanir mínar til tykkum, Marin [...] Marin, Andras, Bodil, Anton og Margret. Harrin leggur ikki størri byrðar á okkum, enn vit eru ment at bera. Tykkara kærleiki til Harran og til hvørt annað hevur borið higartil og fer at bera, inntil tit ein [...] fór at vinna nøkur ár afturat. Men so skuldi ikki verða. Lív hansara, ið var ein bardagi frá byrjan, var nú komið at enda. Megin var nýtt og nú orkaði hann ikki meira. Mær stendur fast í minni fyrstu ferð
m. Í mai 1996 kom nýggj lóg í gildi í Danmark, sum gevur tannarøktarum loyvi til at arbeiða sjálvstøðugt. Henda lóg er ikki galdandi í Føroyum enn, men kemur væntandi í gildi skjótt. Í samband við hesar [...] er tannarøktaraútbúgvingin longd við einum hálvum ári. Víðkanin av útbúgvingini skal m.a. nýtast til at læra at leggja doyving. Teir tannarøktarar, sum eru útbúnir eftir gomlu skipanini mugu tískil á [...] ellis- og røktarheimum. Um onkur ynskir at fáa meira at vita um tannarøktarafakið, kunnu fólk venda sær til ein av tannarøktarunum.
at myndugleikarnir eru við til at lækka útreiðslustøðið, t.d. við eini FAS-líknandi skipan og at t.d. íløgustuðul verður veittur. Summir siga, at fiskivinnan klárar seg ikki uttan stuðul úr landskassanum [...] skatti, og bert partur av hesum verður latin úr aftur landskassanum til minstuløn og annan stuðul. Fingrarnar burt Landskassin nýtist ikki at geva vinnuni nakrar stuðul, um landskassin letur vera við at taka [...] avtrappa íløgustuðulin yvir 2 til 3 ár. Tað er eingin ivi um, at vit noyðast at fara undir eina fornýgging av fiskiflotanum sum skjótast, men lykilin og svarið er lønsemi. Fáa vit ikki yvirskot í fiskiflotan
hetlendskum - lesa merkti upprunaliga at ?henta?! Nú vil so til, at heinta eitur hente á donskum. Hetta hevur vilt mangan til at hald, at henta er ikki nóg gott føroyskt orð,m en at tað heldur eigur at vera [...] »heintað« mandarinir suður í londum. Av frásøgnini skiltist, at teir høvdu ikki »verið eftir« mandarinum, men teir høvdu hjálpt til at henta henda leskiliga ávøkst, t.e. taka hann niður úr trøunum. »AT TAKA [...] »halt í bandinum«, ikki bara av børnum, men eisini tilkomnum fólki. Hetta er so skeivt, sum tað fær verið. Tað rætta er: »Halt í hondina á mær«, »halt í bandið«. Hvønn fall og ikki hvørjumfall! »HER Í
samtykt at fara undir byggingina og at seta pengar av til arbeiðið næsta ár. Ætlanin er nú at heita á fíggjarnevndina at finna útvegir fyri at fígging fæst til vega, so at projekteringin kann byrja sum skjótast [...] harafturat skal pláss verður í húsinum fyri spælistovu til børn í kommunalari dagrøkt. Formaðurin í Sosialu nevnd sigur, at nøkur neyv kostnaðarætlan er ikki gjørd, men hildið verður, at barnagarðurin fer at [...] tað ber til at gera um árið við fíggjarligu orkuni hjá kommununi. Í hvussu so er ætlar býráðið sær eisini at ansa væl eftir, at at er ein ávís dygd í tí, sum verður gjørt. Vit ætla okkum ikki at leypa
er at finna pláss til tey. Tí er hennara tilmælið, at húsið hjá býráðnum verður brúk til tað Hon fegnstast tí eisini um ætlanirnar at at taka ein part av Eirargarði til røktarheim til fólk í barndømi. [...] li upp í Havn í vár. Kommunan hevur keypt húsini hjá Regini Jespersen, Oman Hoydalar 6, í Hoyvík, til endamálið. Formaðurin í sosialu nevnd býráðsins, Elin Lindenskov, sigur, at gongur sum ætlað, verður [...] taka í brúk í vár. Pláss verður fyri einum 10 fólkum í sambýlinum. Hon sigur, at húsini eru vælegnað til endamálið. Tey eru stór, knappar 300 fermetrar, og tey eru sera væl hildin. Húsini kostaði 1,5 miljón
Á býráðsfundi hósdagin varð Eyðdis Baldvinsson vald til varalim í umboðsnevndini hjá SEV fyri Gordon Ejdesgaard, sum er fluttur til Grønlands. Fasti limurin fyri Tórshavnar Kommunu í umboðsnevndini hjá [...] Tórshavnar Musikskúla fyri Anitu Ellendersen, sum er flutt. Men heldur ikki tað nevndarvalið kundi avgreiðast hósdagin tí avloysarin var ikki funnin. [...] nú verða seks. Tað er eftir áheitan frá barnaverndini sjálvari. Skotið varð upp at velja Ellen Holm til fastan lim og Esmi Olsen sum varalim. Báðar sótu í barnaverndini á Argjum. Byráðið skuldi somuleiðis