spor – bæði á ein og annan hátt. Foreldur hennara vóru Dagmar og Hans Andrias Nielsen. Hetta vóru dugnalig og evnalig fólk, sum góðu mammu míni góða grund at byggja á. Hon var elst av 9 systkjum, og onkursvegna [...] míni, bæði innan tað húsliga og í virkseminum. Soleiðis gjørdist familja og virksemi ein samanhangandi eind – og hetta mundi vera ein orsøkin til stóru menningina í seksti- og sjeytiárunum. Øll góvu sítt [...] vaks upp í tríatiárunum, og hon mintist mangan, hvussu trong korini vóru hjá teimum, sum einans høvdu egna megi og nakað av jørð at líta á. Tó, heimið lá við Skálafjørðin, og sildarveiðan gjørdi tí góðan
lívi sínum lá og helt um mammu. Tað var so sigandi um alt lív hansara. Tí øll hansara orka, tíð og evnir fóru til at elska, halda og vera um okkum sum familja. Jú, vit hava mist ein góða pápa, og mamma hevur [...] í sjálvum tekstinum, men skrivað á lepa og lagt millum síðurnar. Hví! Tí hettar versið var honum serstakliga kært. Ja, tað var hetta, hann trúði og hvíldi í – sannleikanum um, at hann sum ófullkomið menniskja [...] andaligu sannføringar niður yvir høvdið á okkum, so kundi hann tó onkuntíð – á rættari tíð! – taka til eitthvørt úr Bíbliuni, og tá vóru fáu orðini oftani meira sigandi enn fleiri talur. Tá eg nú hugsi um
amur og sera røkin. Hann hevði stóran áhuga fyri fremmandum mentanum og visti nógv um føroysk viðurskiftir. Eftir hansara atburði at døma má hann hava verið ein samvitskufullur starvsfelagi og góður [...] fót fyri Jim, so hann datt. Hinir báðir, David Meehan og Martin Soutar, lupu nú á tann liggjandi mannin, slógu og sparkaðu hann í høvdið og bringuna, og skammfóru hann eisini við onkrum hvøssum, kanska glaspettum [...] ið teir tríggir fóru víðari, lá Jim og bløddi illa úr sárum í høvdinum. Teir tríggir hildu leiðina fram og endaðu í einum house party, har teir greiddu frá tí sum hent var og reypaðu av sínum avrikum. Á
væl, so vit snávaðu ei. Og síðani hornblásturin, Amazing grace “Á náði rík og dýrabar” fylti alt hválvið í kirkjuni. Jákup og eg komu at sita saman í nevnd í Reiðarafelagnum og í øðrum feløgum í mong [...] Jákup var hollur í ráðum og kendi væl til skiparakstur og til tað, sum rørdi seg innan hetta økið millum feløg og manningar. Hetta var ein serstøk tíð at minnast aftur á, nú Jákup og so at siga allir teir [...] hann og beiggi hansara. At koma inn á Stengurnar í teimum døgum var eitt upplivilsi fyri ein ungan drong hvørja ferð. Har ýddi við lívi. Kaiin lá avtakin við fiski, meðan Grunningur, Dragasund og Poppy
føðingardegi. Tú ringdi eftir okkum at koma út á Skarðhamar, og tú stóð í hurðini og smíltist, tá vit komu og segði: »Nú er gávan klár, Jórun«. Ein fín límtræstrappa, sum tú hevði gjørt, lá klár innanfyri. Vit [...] seinastu ferð, eg skuldi síggja teg. Tú var so birgur og raskur sum tú komst inn eftir gólvinum í Betesda. Og setti teg har, tú altíð sat. Tú var stillur og segði lítið, men var altíð í sving. Eg havi altíð [...] javnan norður at vitja okkum – tú hevði so nógv minni frá hesi lítlu bygd og greiddi frá minnum frá spæli og skúla. Einaferð tað nærkaðist mínum føðingardegi, tá hildu Jytta og Jóhannes at tit vistu, hvat
Fyri einans 3 árum síðan átti eg eisini ein langabba og eina langommu við Gjógv. Øll blivu tey yvir 90 ára gomul . Gigomman á Tvøroyri og langomman og langabbin í Hvalba blivu øll 79 ára gomul. Nú eru mong [...] greiddi frá. Karlabbin og langabbin við Gjógv vóru so líkir á manga hátt, teir vóru lættir av lyndi, altíð í góðum lag, lættir og kvikir á fótum, komst tú at vitja, sótu teir altíð og skemtaðu sær við børnini [...] altíð ein brævbjálva við pengum í við sær, og inni í brævbjálvanum var eisini altíð ein yrking. Tá ið eg fór út á Tvøroyri at ganga í skúla, var eg mangan og vitjaði Karlabban. Hevði eg ein frítíma, var
festa búgv og at hann í ymsar mátar fór at virka og tæna bygdafólkinum har alla ævi sína. Í 1938 funnu pápi og mammu saman, og giftust tey 8. mai 1940. Tey fingu 4 børn – Ingrid, Arnóru, Hans og undirritaða [...] tveir brøður, pápi og Lassin, sum var knapt ár yngri. Lassin andaðist í juli 1992. Foreldrini vóru Hans Djurholm og Inger, fødd Weihe, ættað av Selatrað. Abbi var skipari og átti og førdi hann sluppina [...] velja sjógvin sum sína lívsleið, men ístaðin fór hann á læraraskúla og tók læraraprógv í 1935, og var hann lærari á Toftum og Gøtu 1935 og 36. Frá 1937 til 81 var pápi lærari í Kollafirði, frá 1949 fyrstilærari
við gleði og tøkk. Tú vart elskað og tú elskaði okkum, - hetta mintust vit eisini at siga við hvønn annan, altíð av og á, og tað er ein góð kensla at hava, nú íð tú ert farin. Vit takka tær – og pápa, ið [...] saman, og hetta bar tey ígjøgnum tilveruna. Saman við Betti ommu, ið vit eldru systkini minnast sum eina sera fitta og góðsliga ommu, stríddu tey seg ígjøgnum – ein fyri øll og øll fyri ein. Mamma og pápi [...] er her saman við okkum – fyri eitt trygt og gott heim Undir Dingi. Gjøgnum skiftandi tíðir og kor hevur hetta verið okkara barnaheim, har vit altíð hava og enn leita okkum innar – til góða samveru við foreldur
veiðihættirnar og væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður og ein maður allir vildu hava við umborð. Hann bleiv tó meira og meira ávirkaður av sjúkuni og bleiv síðani settur í dialysuviðger her og niðri. Tað [...] “Nú hevur hann fingið frið, og nú fer hann heim!” Sonni vaks upp á Eiði, og hetta var hansara heimur, tá og alt lívið. Hann var av raskastu unglingum og hartil sterkur og fimur, sum teir fæstu. Alt sá [...] inum. Tey fingu sær hús á Eiði og yvirtóku seinni barndómsheimið hjá honum Yviri við Gjógv og broyttu tey til nútíðina. Sonni og Katrin fingu 4 børn – tveir dreingir og tvær døtur. Karstin, sum nú býr
Kastrup, og sum vit komu hægri og hægri á luftina, brandaði vesturskinið á okkum – ein so sera hugfangandi og lívgevandi sjón, nú vit flugu mót heimastrond. Bæði undan hesi ferð – og ikki minst eftir – dugnaði [...] ongum sessum, og væl lá fyri – nú lagið var vorðið gott – at taka saman, og glómur vóru í teimum fáu ferðafólkunum, ið umframt okkum skuldu við, tá ið føroyingarnir tóku saman á bussgólvinum og hespaðu nøkur [...] Írlandi, Wales og Skotlandi, fólk úr Bretagne í Frankaríki, úr Kataloniu og Baskaralandi í Spania, úr Sveits og Italia vóru fólk eisini komin, og umframt okkum vóru úr Norðurlondum komnir sámar og íslendingar