høvuðsljóðføri. Ólavur hevur síðani 2004 starvast í Musikkskúlanum og hevur umframt tað, eisini verið virkin tónleikari á ymsum tónleikapallum. Ólavur hevur harafturat viðkomandi royndir sum tónleikasamskipari [...] Tórshavnar kommuna hevur sett Ólav Olsen í starv sum varaleiðara fyri Tórshavnar Musikkskúla. Ólavur er 38 ára gamal og útbúgvin tónleikari frá lærda tónlistaháskúlanum í Århus í 2003 við trompet sum
Inlendismálið hevur gjørt av at seta Jóhonnu Olsen í starv sum stjóri á Umhvørvisstovuni. Jóhanna Olsen er útbúgvin cand.scient í lívfrøði. Harumframt hevur hon tikið masterútbúgving í umhvørvismeting [...] við høvuðsritgerð um lendisplanlegging í Føroyum. Jóhanna Olsen hevur drúgvar fyrisitingarligar royndir. Seinastu fýra árini hevur hon verið deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. Áðrenn hetta starvaðist
Meinhardt Joensen hevur áður spælt við B36. Hetta var í 2007. Í fjør var hann tó at síggja í NSÍ, men nú skilst, at B36 aftur hevur fingið fatur á málverjanum, sum eisini hevur verið partur av føroysku [...] føroysku landsliðsmyndini. Enn er spælaskiftið tó ikki váttað. Tað hevur annars verið upp á tal, at Meinhardt skuldi heim til KÍ at spæla í ár, men har tekur Jákup Mikkelsen eitt tørn afturat.
Eftir at HSF hevur gjørt greitt, at fíggjarumstøðurnar ikki loyva enn eini luttøku í altjóða undankapping hjá manslandsliðnum, hevur Tórbjørn Jacobsen sett Helenu Dam á Neystabø fyrispurning um, hvørja [...] hvørja støðu mentamálaráðið hevur til føroyska altjóða luttøku. Tingmaðurin vil hava at vita, hvør ítróttarpolititkkurin hjá landsstýrinum er, hvønn týdning landsstýriskvinnan heldur altjóða luttøkuna hava [...] hava fyri føroyskan ungdóm. Og um landsstýrið hevur ætlanir um at gera tað fíggjarliga møguligt hjá HSF at melda til undankappingina.
saman eitt ár afturat. Pætur, sum áður hevur spælt við HB, AB og Skála, kom í ár til EB/Streym, og her hevur hann eftir øllum at døma trivist heilt væl. Pætur, sum hevur ein einstaka landsdyst á kotini, kann [...] kann brúkast á flestu plássum á miðvøllinum, umframt at hann eisini í fleiri umførum hevur røkt bakkplássið í høgru.
Todi Jónsson hevur vant í Danmark hesa vikuna, og sambært heimasíðuni hjá Bláu Bylgju hevur Todi fingið ein skaða, sum forðar honum í at spæla um vikuskiftið. KÍ skal sunnudagin á vitjan hjá EB/Streymi [...] EB/Streymi, sum rættiliga hevur verið í andglettinum hesa vikuna eftir venjaraskiftið. Ein annar av profilunum hjá KÍ, málmaðurin Jákup Mikkelsen hevur ikki vant hesa vikuna orsaka av einum vøddaskaða, men Bláa
Umhvørvisstovan hevur tann 14. august 2009 umhvørvisgóðkent virksemið hjá P/F Looknorth, sum liggur í Klaksvík P/F Looknorth hevur endurnýggjað og víðkað um sína umhvørvisgóðkenning. Virkið hevur verið umhv [...] umhvørvisgóðkent síðan ár 2000. Umhvørvsisgóðkenningin var tíðaravmarkað. Virkið hevur tí søkt um at fáa endunýggjað góðkenningina og samstundis víðkan av góðkenningini. - Virkið framleiðir ymiskar flamingovørur
Í sølubúðini ?Orka á G!? hevur tað gingið væl við søluni, hóast tað hevur regnað. Men um náttina er lítið at takast við. - Frukt hevur ikki stórvegis áhuga um náttina. Men vit hava havt úr at gjørt, siga [...] hósdagin. ´Orka á G!´ selur fríska frukt og fruit-smoothies av ymsum slag. Sum Portalurin skilir, so hevur tað gingið væl við søluni so at siga allastaðni.
Tórshavnar kommuna hevur í dag sett Eyðun Húsgarð í starv sum leiðari fyri Svimjihøllina. Eyðun Húsgarð, sum er útbúgvin prentari og skipsførari, hevur leiðsluroyndir úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri [...] stjóri á Prentmiðstøðini. Hann hevur eisini verið varaleiðari í Svimjihøllini eitt tíðarskeið umframt arbeitt sum lívbjargari. Eyðun er eisini kendur í felagsumhvørvinum bæði í Havnar Svimjifelag og Svimjisambandi [...] Svimjisambandi Føroya. Svimjihøllin hevur uml. 160.000 vitjandi árliga. Høllin verður í løtuni bygd út við langhyli og vælveruøki.
Víkingur hevur í kvøld kunngjørt, at felagið hevur longt sáttmálan við Olaf Bárðarson. 18 ára gamli vongurin fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot farna kappingarár. - 18 ára gamli Olaf Bárðarson hevur gjørt [...] gjørt nýggjan tvey ára sáttmála við Víking. Hóast sín unga aldur, so hevur Olaf longu leikt 35 dystir í Betri deildini, umframt fleiri U-landsdystir, skrivar Víkingur. Hann er ein av fleiri ungum spælarum,