Petur Jákupsson leggur frá sær

- Tá tú hevur verið lærari í 40 ár, er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at tú ert so væl fyrireikaður og nærlagdur, sum Petur Jákupsson hevur verið til hvønn einasta tíma.

 

Petur Jákupsson, sum hevur verið lærari í Stranda skúla síðan 1981, hevur nú valt at leggja frá sær, og í gjár skipaði skúlin fyri samkomu.

Covid-19 støðan gjørdi, at tað ikki bar til at gera so nógv burtur úr sum ætlað, so familja og starvsfelagar vórðu boðin til ein døgurðabita í fimleikahøllini. Eitt barnakór sang nakrar sangir, og talur vórðu hildnar.

- Petur var vikarur í Vestmanna skúla í eitt ár, áðrenn hann kom til Strendur. Sostatt hevur hann undirvíst í samfull 40 ár. Seinastu 20 árini hevur hann eisini verið varaskúlastjóri, og nú hann hin 1. juni fylti 66 ár, valdi hann at fara úr hesum starvi.

Í Sjóvar kommunu vita tey at siga, at Petur Jákupsson tó framvegis verður knýttur at skúlanum, tí hann hevur játtað at undirvísa í smíði nakrar tímar um vikuna.

##med2##

Eitt, sum eyðkennir Petur Jákupsson, er hansara nærlagni. - Tá tú hevur verið lærari í 40 ár, er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at tú ert so væl fyrireikaður og nærlagdur, sum Petur Jákupsson hevur verið til hvønn einasta tíma, segði skúlastjórin millum annað á samkomuni.

Í sínum starvi sum varaskúlastjóri hevur Petur Jákupsson eisini verið í tøttum samstarvi við kommununa og tey, sum arbeiða á kommunuskrivstovuni, hava notið hansara selskap.

- Vit hava havt nógvar góðar samtalur um føroyska málið, sang- og kvæðatekstir, orðatøk, bóndalív, politikk og mong onnur áhugaverd evni. Vit takka Peturi Jákupsson fyri tíðina og ynskja honum og øllum hansara blíðan byr, siga tey í Sjóvar kommunu.