Tað er nú greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen verður formaður Sambandsfloksins í hvussu so er í eitt ár afturat.
Sambandsflokkurin hevur landsfund leygardagin og skal formaður og nevnd veljast og freistin at lata inn uppskot um valevni, var úti a midnátt í gjárkvøldið. Og morgun kundi Reidar Nónfjall, skrivari floksins, staðfesta, at eingi uppskot um valevndi til formansstarvið í Sambandsflokkinum, eru komin flokkinum í hendi.
Skipanin í flokkinum sigur eisini, at tann, sum sigur seg frá, skal eisini boða frá tí minst fimm dagar fyri landsfundin.
Men Reidar Nónfjall sigur, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur heldur ikki boðað frá, at hann tekur seg aftur sum formann og sostatt er greitt, at leiðslan í Sambandsflokkinum verður óbroytt hetta næsta ári.
Annars hava leysasøgur gingið í fleiri ár um, at Sambandsfólk hava verið misnøgd við politisku kósina og leiðsluna í flokkinum. Eitt, tað hevur ført til, er, at ein veteranur og ein ímynd av Sambandsflokkinum, Lisbeth Petersen, fyrrverandi forkvinna floksins, fyrrverandi fólkatingslimur, borgarstjóri, løgtingslimur, og mangt annað fyri flokkin, hevur takkað fyri seg og hevur meldað seg úr flokkinum.
Ein annar veteranur í flokkinum, Edmund Joensen, fyrrverandi formaður og løgmaður, og núverandi fólkatingsmaður, hevur heldur ikki spart upp á krútið, tá ið hann hevur sagt sína hugsan um politisku kósina hjá flokkinum, og hjá samgonguni
Tí hevur í fleiri ár verið róð fram undir, at onkur fór at bjóða sitandi formanni av. Men nú kann so staðfestast, at Sambandsfólk hava fult álit á formanninum, so hann sostatt situr tryggur í formanssessinum hetta næsta árið eisini.
|










