Ein óheppin vitjan á ellisheimi í Belgia av jólamanni, sum var smittaður við covid-19, hevur nú ført til, at 18 búfólk á heiminum eru deyð. Mongu búfólkini og starvsfólkini vórðu smittað, tá jólamaðurin vitjaði stovnin hin 6. desember. Tá tiltakið var, hevði maðurin, sum var jólamaður, eingi sjúkutekin. Tískil visti hann heldur ikki, at hann var fongdur við koronu.
Stutt eftir vitjanina á ellisheiminum í býnum Mol, sum liggur nærindis Antwerpen, skuldi tað tó vísa seg, at jólamaðurin var ein sonevndur "superspjaðari", sum tað verður rópt. Sum tíðin leið, vórðu 121 búfólk staðfest smittað við covid-19, umframt 36 starvsfólk. Ætlanin við jólatiltakinum var góð, men endin gjørdist vanlukkuligur.
Tað er belgiska tíðindatænastan VRT, sum leypandi hevur fylgt málinum, ið vit eisini hava umrøtt her á In.fo áður. Smittuspjaðingin á ellisheiminum hevur verið so ógvuslig, at neyðugt hevur verið við hjálp uttanífrá. Leiðslan á heiminum stúrir fyri, at hóast 18 búfólk longu eru deyð eftir vitjanina av jólamanninum, liggja fleiri myrkir dagar aftrat fyri framman.
Borgarstjórin í Mol, Wim Cayers, hevur sagt, at tað var ein skeiv avgerð at bjóða jólamanninum á gátt, soleiðis sum smittustøðan í landinum er. Hann hevur eisini funnist at leiðsluni á ellisheiminum, sum hann heldur ikki hevur verið nóg greið í sínari kunning um smittuspjaðingina á stovninum.
Sagt hevur verið, at leiðslan á ellisheiminum hevði tikið øll atlit í samband við jólatiltakið, men sambært borgarstjóranum vísa myndir frá tiltakinum, at tað vóru fleiri, sum ikki bóru smittuverju. Sambært belgisku tíðindatænastuni sæst eisini á myndum, at fólk ikki hildu fjarstøðu, meðan jólatiltakið á ellisheiminum varð hildið.











