boðað frá í tíðindaskrivi fyrrapartin. Átta umsóknir vóru til starvið, sum Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum hevur sett Jóannes í. Undanfarni rektarin, Pauli Nielsen, sat í starvinum í 17 ár [...] Jakobskolen í Keypmannahavn. Í 1987 leyk hann cand. mag. prógv í geografi og samfelagsfrøði á Roskilde Universitetscenter, og síðani hevur hann verið lærari í studentaskúlanum á Kambsdali og á HF skeiðnum í Klaksvík [...] 50 ára gamal, sigur seg ikki ætla at sita í hesum starvinum, inntil hann fer at røkka pensiónsaldri. - Eg eri settur í starvið í fimm ár. Vit eiga bara dagin í dag, og hvussu viðurskiftini og umstøðurnar
fiskivinnumentan, sum í fleiri ættarlið hevði yvirlivað av ull, rabarbum og toski í harðbaldum veðri. Eg droymdi um síggja smaragdgrøn fjøll við lýsandi hvítum seyðaprikkum, droymdi um flenna í skellilátri saman [...] kastað meg út í at læra føroyskt. Í fleiri mánaðar hevur mítt samskifti verið avmarkað til ymiskt fitt og fólkaligt, við “túsund takk fyri” sum mest brúkta setning. Men eftir at eg nú í meira enn ein mánað [...] orð á einum nýggjum máli smoygdu sær úr munni mínum. Nú tá eg havi búð her í fýra mánaðar eru myndirnar, sum eg hevði sett saman í huganum, pettaðar sundur av gerandisligum stúranum. Føroyar eru eitt vakurt
at jólini í ár halda fram til 20.januar. Komandi dagarnar fara hinir flokkarnir at leggja sína valskrá fram, og teir hava óivað heldur einki ímóti, at jólini verða longd ein góðan mánað í ár. Javnaða [...] Javnaðarflokkurin hevur ikki verið í samgongu síðan 1996, og flokkurin vil gera alt fyri at koma fram at aftur eftir løgtingsvalið 20.januar. Flokkurin vil ikki útihýsa nakran flokk í einum møguligum samgongusamstarvi [...] sigast at vera mótsvarið til solidarisku skipanirnar hjá Javnaðarflokkinum. ?Vit sótu í samgongu við Fólkaflokkin í árunum 1991-93, og hóast vit hugsjónarliga mugu sigast at verða mótsetningar, so fingu
ætlanini síðani januar mánað, og hann sigur, at tað nú vantar ógvuliga lítið í, at tað fer í gongd. Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár, so nú er dreymurin um at gerast veruleiki. Spurdur, hvønn altjóða køk [...] sigur, at hann hevur loyvi at hava 70 fólk inni í senn, men hann er ikki áhugaður í at hava so nógvar gestir, tí tað hevði gingið út yvir detaljurnar í matinum. Tað einasta, ið ikki heilt er komið undir [...] møguleiki at fáa sær ein bita í døgverðatímanum. Leif sigur, at hann mánadag til mikudag, tá tað ikki eru so nógv fólk úti og eta á døgverða, fer at bjóða sjálvtøkuborð í ministødd. ? Tá ætli eg at gera
tað skilagóða í at hav eitt royalty uppá 2%, síðani vanliga kolvetnisinntøkuskattin uppá 28,5% og so alt eftir inntøku man fær frá einum oljufundi, har ein serskattur verður lagdur omaná í trimum stigum [...] føroyingar á jøvnum føti við útlendingar skulu vera við til at veita tænastur í sambandi við oljuleiting. Hann vísti tó á, at tað í praksis kann vera eitt sindur verri, tí tá kunnu feløgini velja tað, sum tey [...] eisini í hesum og helt hann fyri, at tað eru ikki nógv mótmæli frá vinnuni móti útbjóðingini, tí ahon skal ganga út yvir aðrar vinnur. ?Vit kunnu staðfesta, at Atlantsflog hevur fingið ein sáttmála í útlendsku
Einki kjak Forstjórin í Føroya Banka helt í talu sínari fyri javnaðarfólkum fyri, at vit í Føroym tørva eina minnilutastjórn. Hetta segði hann útfrá tí sjónarmiði, at politiska kjakið í Føroyum ? eftir hansara [...] gagnlig fyri kjakið sum er. Í Føroyum er siðvenja at skipa meiralutastjórnir, t.e. samgongur, sum eiga meirilutan í løgtinginum. Í øðrum londum er hetta oftast óvanligt, og talan er í nógvum førum um minnil [...] at gerast ovurupphitaður. Í røðu sínari fyri javnaðarfólkum vísti hann eisini á, at vandi er enn á ferð í Føroyum. ?Samfelagið hevur ovurstórt gjaldføri, og rentan er í botni. Í dag er tað væntandi ov lætt
Joensen er vestmenningur og í Vestmanna hevur hann búð alt sítt lív. Saman eiga hann og konan tvey børn, ið nú eru vaksin. Finnbogi hevur verið umsjónarmaður í skúlanum í Vestmanna í 16 ár, og hevur hann samskipað [...] náttúruarbeiðið á ein merkisverdan hátt. - Í 1990 fóru vit undir at gera viðalundina í Vestmanna, greiður Finnbogi frá. - Hetta varð gjørt við at seta skúlabørnini í gongd, soleiðis, at vit øll arbeiddu saman [...] trø standa. GRØNI SKÚLI Vestmanna skúli er fyrsti og einasti grøni skúli í Føroyum. Tað vil siga, at øll í skúlanum eru við í arbeiðinum fyri at verja um umhvørvið, og skúlin arbeiðir fyri at læra og
mai í ár 25 ár. Tað var í 1976, at hotellið lat upp í Gothersgade í Keypmannahavn. Nakað er sagt og skrivað í vikuni, í samband við føðingardagin, so ikki er neyðugt at tríva í aftur alt. Men í heyst [...] á gólvinum í nýggju hølunum hjá Sjúklingahotellinum Tórshavn, ið nú húsast í Tåsingegade 29 á Eysturbrúgv. Tað hava tey gjørt, síðani 22. januar í fjør. Og umstøðurnar eru munandi batnaðar, í mun til hølini [...] hølini í Gothersgade við sjógvarnar. Jonny Joensen var leiðari á hotellinum í mong ár. Nakað undan flytingini í nýggju hølini, tók Ina Frisdahl, sjúkrasystir, við sum leiðari. Húsini í Tåsingegade eru stór
gjørdu vit heldur ikki í 1988. Tá vóru eisini pengar í landskassanum og Tjóðveldi umsat fíggjarmál. Hóskandi kunnu vit enda við at siga, at alt tíður uppá, at Føroyar eru væl ávegis Aftur í 80 ini við Tjóðe [...] gjørt útrokningar, sum uttanlandanevndin fekk í samband við viðger av tingmáli nr. 114 um framtíðarstøðu Føroya. Tí sigur hann, at alt er væl kannað út í æsir. Men við at kanna eftir á heimasíðuni hjá [...] Ósakligar grundgevingar Høgni Hoydal sigur í Sosialinum 2. mai, enn einaferð, at stórt tal av føroyskum búskaparfrøðingum hava verið við til at gjørt útrokningar í Hvítu Bók.. Hetta er rætt. Men Høgni gloymur
mettur sum ein tann besti dómarin í heiminum, og í finaluni í HM kappingini, sum í 1994 var í USA, var hann dómari, tá Brasilia vann á Italia. Sunnukvøldið var B68 aftur í Føroyum, og nú fyrireika teir seg [...] landskappingardystin ímóti GÍ, sum í annaðkvøld verður á nýggja vøllinum í Gøtu. Intertoto Cup Lokeren?B68 0?0 Lokeren víðari í kappingini við málmuninum 4?2 Í Lokeren í Belgia leygarkvøldið 23. juni 2001 [...] Svangaskarði skoraði Lokeren í evstu løtu undan steðginum, og á heimavølli var um reppið, at teir eisini fingu mál dygst fyri hálvleik. Í 38. minutti sendu teir innlegg í tvørtræið, og í yvirtíðini varð frísp