Gourmet matstova í Havn

Í næstum letur Leif Sørensen, sum m.a. er kendur frá sjónvarpssendingini Cassiopeia, egna matstovu upp. Talan verður um eina gourmet matstovu, har støðið verður ógvuliga høgt

? Eg ætli mær at gera ordiligan mat, við høgari dygd. Og eg fari at royna at gera fínan mat við sál í. Hetta verður ein gourmet matstova við 1. floks mati, staðfestir Leif Sørensen, sum ætlandi letur upp nýggja matstovu uppiá hølunum , har Kvøldlot á sinni helt til. Ætlanin er at lata upp umleið 1. mei.

Á la carte
Hann hevur leingi droymt um at fáa sína egnu matstovu, og nú verður tað so veruleiki. Leif Sørensen er heimskendur í Føroyum fyri sín góða og vakra mat, sum nú fer at kunna njótast av øllum. Men hann slær fast, at hansara matstova ikki verður ein av teimum vanligu búffmatstovunum, vit kenna.
? Eg ætli mær at royna eina á la carte menu, ið kanska hevur einar 6-7 smáar rættir , sum fólku kunnu velja í. Tey kunnu so velja allar rættirnar, ella velja nakrar burturúr, greiðir Leif frá.
Og á eini fínari matstovu skal víni eisini verða fyrsta floks. Møguleiki verður tí at fáa vín, sum hóskar júst til hvønn einstakan av teimum umleið seks rættunum.
? Tað verður ikki neyðugt at keypa eina heila fløsku av víni, sum so skal vara alt borðhaldið, soleiðis, sum tú noyðist á øðrum matstovum. Í staðin verða tænarar um borðið alla tíðina, sum skifta vínið út so hvørt, og koma við rætta víninum til ymsiku rættirnar, sigur Leif.
Eitt annað sum eisini verður øðrvísi við matstovuni hjá Leif er, at hann fer at skifta matskrá eina ferð um vikuna, soleiðis at fólk ongantíð fara at duga matskránna uttanat, og altíð kunnu royna okkurt nýtt.
Umframt á la carte, verður eisini møguleiki at fáa sær ein bita í døgverðatímanum. Leif sigur, at hann mánadag til mikudag, tá tað ikki eru so nógv fólk úti og eta á døgverða, fer at bjóða sjálvtøkuborð í ministødd.
? Tá ætli eg at gera tað soleiðis, at fólk fáa eitt lítið borð yvir til borðið, tey sita við, sum so eitt ávíst úrval av mati verður sett á. Onkur sløg av forrættum, okkurt kjøt og onkra dessert. Eftirsum tað er á døgverða, verða tað lættir smárættir, samanborið við um kvøldið, greiðir Leif frá.
Hósdag og fríggjadag, tá tað ofta eru fleiri fólk úti og eta í døgverðatímanum, ætlar hann sær tó at gera eitt stórt sjálvtøkuborð.


Nakað dýrari
Tað kostar pengar at fáa eina slíka matstovu at mala runt. Av tí, at Leif ikki ætlar at snýta við kvalitetinum, nýtir hann bert 1. floks ráðvørur. Og tær kosta. Umframt tað, er hann noyddur at hava fleiri starvsfólk, pr. tallerk, sum hann málber seg. Av tí, at tað veruliga skal kelast fyri detaljunum, mugu tað verða fleiri kokkar. Og av tí, at ein gourmet matstova í høvuðsheitum bjóðar smárættir, verður eisini meiri tænaraarbeiði.
? Av tí at útreiðslurnar eru hægri, liggur eisini minni eftir, hóast fólk kanska gjalda meiri enn tey eru von við. Men kvalitetur kostar, og eg vænti, at tá føroyingar hava fingið eyguni upp fyri, at tað er annar matur enn bert búffar, so fara tey at taka tað til sín, heldur Leif, sum leggur afturat, at fólk eru um at gerast troytt av búffum eftirhondini.
Hann væntar annars, at útlendingar fara at teljast ímillum gestirnar á nýggju matstovuni. Tað eru nógvir útlendingar í Føroyum á handilsferðum o.a., og teir væntar Leif at fáa á gátt. Eisini hevur hann fleiri føroyskar fyritøkur, sum altíð bíleggja mat frá honum, tá eitthvørt tiltak er á skránni. Og tað plagar at vera sera væl móttikið.

Føroyskar ráðvørur
Leif Sørensen hevur arbeitt burturav við hesi ætlanini síðani januar mánað, og hann sigur, at tað nú vantar ógvuliga lítið í, at tað fer í gongd. Sáttmálin varð undirskrivaður í gjár, so nú er dreymurin um at gerast veruleiki.
Spurdur, hvønn altjóða køk maturin hjá Leif kemur undir, svarar hann, at tað nokk er ein blandingur ímillum franska køkin og skandinaviska køkin.
? Skandinaviski køkurin er á veg fram við rúkandi ferð. Vit tora at taka íblástur úr øllum heiminum, og nýta egnar, fyrsta floks ráðvørur. Í altjóða høpi vil eg meta, at tann skandinaviski køkurin er millum teir fremstu, sjálvt frammanfyri tann franska, sum leingi hevur ligið í oddinum, greiðir Leif frá.
Leif kannar eisini møguleikarnar fyri at fáa føroyskar ráðvørur í so stóran mun, tað er gjørligt.
? Við t.d. føroyskum eplum og grønmeti, kann eg verða nýskapandi úr Føroyum, og tað hevði verið gott, heldur Leif.
Í næstum fer gourmetkokkurin at søkja eftir fólki. Hølini eru innrættað, við pláss fyri 40 fólkum. Leif sigur, at hann hevur loyvi at hava 70 fólk inni í senn, men hann er ikki áhugaður í at hava so nógvar gestir, tí tað hevði gingið út yvir detaljurnar í matinum.
Tað einasta, ið ikki heilt er komið undir land enn, er navnið. Fyritøkan hjá Leif Sørensen hevur higartil itið »Gourmet«, og um ikki nakað annað betri navn verður funnið, áðrenn upplating, so verður tað eisini navnið á nýggju matstovuni, ið fer at húsast uppi á hølunum, har Kvøldlot var fyrr.