Nú skal Javnaðarflokkurin í landsstýrið

Javnaðarflokkurin vil, eftir sjey ár í andstøðu, aftur stjórna føroyska samfelagnum. Flokkurin útihýsir ikki samgongusamstarv við nakran av hinum flokkunum og galdandi fíggjarkarmar við skerdum blokkstuðuli skulu varðveitast.

Bíðilistar burtur, bíligari mjólk, ókeypis lærubøkur, tónleikur stuðlast, systkinaavsláttur og ein betra Barsilsskipan. Seinnapartin mánadagin legði Javnaðarflokkurin, sum fyrsti flokkur, sína valskrá fyri løgtingsvalið 2004 fram.
Tilboðini frá Javnaðarflokkinum eru mong, ja so nógv, at ein kundi freistast at hildið, at jólini í ár halda fram til 20.januar. Komandi dagarnar fara hinir flokkarnir at leggja sína valskrá fram, og teir hava óivað heldur einki ímóti, at jólini verða longd ein góðan mánað í ár.
Javnaðarflokkurin hevur ikki verið í samgongu síðan 1996, og flokkurin vil gera alt fyri at koma fram at aftur eftir løgtingsvalið 20.januar. Flokkurin vil ikki útihýsa nakran flokk í einum møguligum samgongusamstarvi eftir løgtingsvalið.
Hóast Javnaðarflokkurin var harðliga ímóti, at blokkstuðulin varð skerdur, so sigur flokkurin seg kortini vilja arbeiða undir galdandi fíggjarkarmum við skerdum blokkstuðuli. Hvørki lántøka ella øktur blokkstuðul kemur upp á tal.

Ongin ávísur
Jóannes Eidesgaard sigur, at høvuðsmálini hjá flokkinum í valstríðnum verða heilsu- og familju politikkurin. Javnaðarflokkurin ætlar eisini at markera seg á vinnu- og fiskivinnuøkinum. Valskráin boðar frá, at flokkurin framvegis heldur fast um solidariska grundarlagið, sum Javnaðarflokkarnar í Norðanlondum hava gjørt til sítt vørumerki.
Jóannes Eidesgaard vil kortini ikki útihýsa einum møguligum samgongusamstarvi við Fólkaflokkin, sum av røttum kann sigast at vera mótsvarið til solidarisku skipanirnar hjá Javnaðarflokkinum. ?Vit sótu í samgongu við Fólkaflokkin í árunum 1991-93, og hóast vit hugsjónarliga mugu sigast at verða mótsetningar, so fingu vit kortini nógv av skafti. Eg kann millum annað nevna, at ALS varð hesi árini sett á stovn, sigur Jóannes Eidesgaard.
Javnaðarflokkurin hevur øll árini í andstøðu valt at vera opin fyri øllum samgongumøguleikum. Undir framløguni av valskránni kom greitt til sjóndar, at flokkurin heldur fast um somu kós. ?Tað vísir seg vanliga, at tað er ov lítið, at tveir flokkar finna saman. og tí er neyðugt, at vit halda øllum møguleikum opnum. Vit hava havt eitt gott andsstøðusamstarv við Sambandsflokkin seinastu árini, og hetta samstarv kann møguliga enda við einum samgongusamstarvi, men vit mugu eisini verða opin fyri øðrum flokkum, sigur hann

Skeivar raðfestingar
Valskráin hjá Javnaðarflokkinum er breið, og tað trýtur ikki við góðum tilboðum, um tú velur at seta krossin við lista C. Tað er kortini ein sannroynd, at alt kostar, og stóri spurningurin til Javnaðarflokkin má verða, hvussu flokkurin ætlar at fíggja tilboðini.
-Seinastu fimm árini hava føroyingar verið vitni til ein einvísa prioritering sum eitur fullveldið. Nú skal leggjast á annan bógv, og valskráin hjá okkum vísir greitt, at vit vilja priotera øðrvísi enn undanfarna samgonga, sigur Jóannes Eidesgaard.
Valskráin sær dýr út, hvussu skal hon fíggjast?
Fíggingin má til ein og hvørja tíð passa teimum fíggjarkarmum, sum nú einaferð eru galdandi. Síðan vit vóru í samgongu eru fíggjarlógin økt við 1,5 milliard. Okkara valskrá fevnir um eitt fýra ára skeið, og tí haldi eg, at vit eru beskeðin. Eg havi skrivað fleiri valskráir áður, sum hava verið væl dýrari enn henda. Sum sagt, so snýr tað seg um eina rætta prioritering, sigur formaður Javnaðarfloksins
Javnaðarflokkurin nýtti stóran part av framløguni av valskránni til at greiða frá, at raðfestingin á vinnuøkinum eigur at broytast. Flokkurin metir, at føroyska vinnulívið eigur at vinna føroyska samfelagnum størri inntøkur. Í sjálvari valskránni leggur Javnaðarflokkurin upp til, at føroyska vinnulívi eigur at gerast meira fjøltátta, so føroyska samfelagið fær fleiri bein at standa á.
Hava tit nakrar konkretar ætlanir á hesum økinum?
Nei tað hava vit ikki í løtuni. Í føroyska samfelagnum eru nógv klók høvd, sum kundu verið frálíkir ígongdsetarar. Eg kann nevna biotøkni sum eitt øki, har føroyingar áttu at satsa meir upp á. Heldur enn at skriva Hvítabøkur, eiga vit at nýta klóku høvdini í vinnulívinum, har tey kunnu vinnu okkum størri inntøkur, sigur Jóannes Eidesgaard.

Eingin lántøka
Hóast greið tekin eru um, at búskaparvøksturin í Føroyum er steðgaður, og bæði ali- og rækjuvinna eru í svárari kreppu, so sigur Jóannes Eidesgaard , at tað kemur ikki upp á tal at fara út um landoddarnar at læna pengar. Hann slær eisini fast, at ein øking av blokkstuðulinum kemur heldur ikki upp á tal.
Sjálvsstýrissamgongan hevur seinastu árini arbeitt við at einskilja nakrar av almennu fyritøkunum, so føroyska samfelagið fekk fleiri inntøkur. Ein átrokandi spurningur til javnaðarflokkin er, um flokkurin tekur undir við møguligum einskiljingum, so fleiri inntøkur koma í landskassan, og fíggjarliga rásarúmið gerst størri.
?Vit vilja altíð verða við til at diskutera einskiljing. Tað er ógvuliga týdningarmikið, at endamálið við eini einskiljing er tað rætt. Tað má ikki bara vera hugsjónarligt ella eitt fullveldi, sum avger um almennu fyritøkurnar skulu einskiljast, men heldur skal spurningurin verða um tað tænir føroyska samfelagnum. Tosar tú um fyritøkur sum Føroya Tele og Atlantsflog, so halda vit tað verða í ordan. Økið sum heimarøkt og onnur umsorgan av borgarunum heldur Javnaðarflokkurin hoyra undir almennum regi, greiðir Jóannes Eidesgaard frá.