av henni ella bara lata hana fáa frið. Øll hava tó eina meining um júst hesi listarverk, sum nú eru uppsett, tí tey eru so sjónlig. Marmennlarnir renna har úti á arminum. Latið teir bara renna. Teir hava [...] vit hava fingið tað, so kenna vit, at tað ikki gav lívinum meining. Ein áminning og eggjan, sum mær dámar best av øllum, finst millum halgu skriftir okkara - í Prædikaranum. Har vera vit mint á at liva og [...] at gera er ikki tað sama sum at hava ringa tíð! Danski gudfrøðingurin og heimsspekingurin Kierkegaard sigur um ár 1840, at tey flestu menniskju hava so ringa tíð og stunda so nógv eftir njótingini, at
Ístaðin mátti hon liggja við hekkuni at og skipinum út á sjógv, so at bilar og fólk fingust í land, men tað er bara ein loysn sum kann brúkast í góðum veðri. Annars er endaliga avgerðin hjá Lógmálaráðnum [...] eykajáttan verður latin, so at Strandferðslan kann leiga eitt hóskandi avloysaraskip, Mett varð, at brúk var fyri góðum níggju milliónum í ár og eini upphædd næsta ár, sum er ókend, men sum í ringasta føri eisini [...] býráðið hevði heimild til og intil ein endalig støða varð tikin, varð avgerðin hjá býráðnum sett úr gildi. Tað endaði so við, at Ein trolari kom at liggja á Drelnesi, so at Dúgvan ikki slapp at har. Ístaðin
hann. Tað er ein tilgongd, sum byrjar longu á fiskileiðini, har skipini partrola eftir uppsjóvarfiski. Ein trolari togar og ein siglur aftan á og pumpar tann livandi fiskin í kølitangar so hvørt og har [...] áleið tvær ferðir so stórt sum tað størsta uppsjóvarvirkið í Íslandi, sigur Arni Carlsen, projektleiðari. - Alt virkið er innrættað við teirri fortreyt, at tann lidna framleiðslan skal vera fyrstafloks, sigur [...] nert við hann, uttan so, at støddirnar eru ójavnar ella tað er so nógv uppíblanding av ymsum fiskasløgum, at sorteringsmaskinurnar klára tað ikki einsamallar. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at á
Katrin er ein sera skilagóð genta, og hon dugir væl at seta orða á sínar hugsanir. Sjálvt um hon bara var 7 ára gomul, tá hon flutti heim, kendist umskiftið sum ein verulig broyting hjá henni. Ein dagin, [...] Mamma segði, at eg kundi bara fáa kaninir, um eg tók mær væl av teimum, og tað havi eg so gjørt, sigur Katrin. Og tað er ikki nógv, ið Katrin ikki veit um hesi djórini, sum hon so væl tekur sær av. Í bi [...] náttúruni, millum fjall og fjøru og nærum øllum, sum henni hoyrir til. Millum húsini gonur seyðurin, sum er so spakur, at hann kemur rennandi til børnini, so skjótt tey nærkast. Men tá seyðurin sær, at hann
skjótt so smátt at vera fiskiljóst, so tað er ikki at vera ov seinur. Skúmandi um stokkar Báturin liggur í einum bási við flótibrúnna, so vit hava líkasum framíhjá rættindi. Skulu ikki, sum so mangir aðrir [...] royna enn ein dag norðanfyri. Allir spentir at vita, um tað man fara at roynast líka væl sum í gjár og dagarnar frammanundan. Minnast mannin sum helt, at hevði í dag verðið sum í gjár, og í gjár sum í fyrradagin [...] sleppa út um teir, sum liggja uttan á hvørjum øðrum. Sett verður í gongd. Loyst og bakkað frá. Fara so spakuliga glíðandi út úr havnarlagnum. Tað eru tað kortini fleiri aðrir, sum gera, so tað skal ansast
vegnum, og ein maður, ella helst ein stórur smádrongur, er at síggja her og har millum hesi fylgini. Og so kemur ein tjaldlega knappliga undan einum sandheyggi. Heldur skirvislig á at líta. Ein tangavognur [...] Meðalhavsins liggur Deyðahavið, sum er lægsta punkt á landjørðini. Hirðar í bygdarlagnum Men her býr fólk í oyðini kortini. So okkurt man vera at vinna í munnin, hvat tað so er. Tað ganga seyðafylgi ymsastaðni [...] stolti høvdingin, sum nøkur ár frammanundan hevði reypað av øllum sínum kamelum og øðrum vælstandi, var nú endaður sum ein sonevndur »teaterbeduin« við einum útmeiggjaðum kameli, sum hann vísti fram fyri
og sóu sjónvarpsupptøkuna av róðrinum, sum tær luttóku í leygardagin. Tá kundu tær við egnum eygum staðfesta, at tær vunnu ein sera rudduligan sigur. Soleiðis sum róðurin myndaðist er ilt at fá eyga á, [...] fyri at fáa fatur á teimum, sum eru frammanfyri. Hetta sigur Rannvá Ingvarsson. Hon er bátsformaður umborð á Jarnbardi. Manningin umborð á Jarnbardi er mest sum tann sama sum í fjør. Tær hava fingið eina [...] Fyrst í mai fóru vit umborð á Jarnbard, so vit eru væl fyri, sigur formaðurin umborð á Jarnbardi. Umborð á hinum bátunum hava tær sjálvandi ikki vant so nógv. Tí kann tað kanska hugsast, at munurin frá Jarnbardi
ikki burtur, at tað er í hvussu so er ein ávísur vandi fyri, at tað gerast ein koddi og at tað kann føra til ein ávísan ineffektivitet í stovninum. Hann heldur eisini, at ein tænastumannaskipan fær ikki [...] Arbeiðssteðgur og Strandferðsla Ein tænastumannaskipan er ikki ein skipan, sum ein nýmótans fyritøka kann liva við. Tað heldur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni. Seinastu tíðina hevur nógv verið [...] má gerast við eini skipan, sum hoyrir nútíðini til og ikki við at gera fólkið til tænastufólk, tí tað er ein skipan, sum hoyrir miðøldini til, sigur Kristian Davidsen. Tað, sum hendir í Føroyum, kemur ikki
kunnu í eini handavending seta eina ljósregulering upp, so at tað bara verður loyvt at koyra annan vegin í ein álvan tíma og so aftur hin vegin í ein hálvan tíma, ella okkurt tílíkt. Hann sigur, at virða [...] Tað kann gera tað sama at tosa um tað nú, tí nú er tað sett í verk. Men eg kann bara siga, at tað átti ikki at verðið sett í verk, uttan í samráð við vegamyndugleikarnar og Løgregluna og tey, sum annars [...] iva at føra til sera nógva ferðslu. Tí er tað eisini ein spurningur um, hvussu trygdin skal skipast, fyri at fáa alt at ganga, sum tað skal. Men tey, sum hava ábyrgdina fyri ferðslutrygdini, fingu onki at
farin, so man vera upp á høgu tíð, at føroysku flokkarnir uttan fyri Sambandsflokkin sessast við sama borð at avklára, hvussu hetta kann bera til og hvussu tað kann broytast. Halda fram kann tað so ikki [...] eini ávísari upphædd (og skal tað endiliga vera, so kann danskur ?menningarstuðul? brúkast nógv meiri konstruktivt enn skipanin, sum nú er). Loysing og hvat so? Fólkaflokkurin hevur svarað ?kapitalisering [...] avkláring millum Føroyar og Danmark má vera greitt. Eftir mínum tykki, so er greiðasta leiðin ein breið politisk og prinsipiell semja og avgerð um, at Føroyar so at siga beinanvegin verða eitt sjálvstøðugt