Á Tvøroyri standa tey við sítt

Verður siglingin hjá Smyrli løgd lamin í vetur, sum vandi er fyri, skal avloysaraskipið ikki vera verri enn Smyril, tí so verður trupult hjá tí at fáa kajpláss á Tvøroyri,

Suðuroyarsiglingin

Verður siglingin hjá Smyrli løgd lamin í vetur, soleiðis sum vandi er fyri, fer Tvøroyar Býráð ikki at lata sær lynda, at eitt avloysaraskip verður sett í sigling, sum er stórvegis verri enn Smyril.
Tvøroyrar Kommuna hevur seinasti árini havt ein ógvuliga virknan leiklut sambandi við ferðasambandið ímillum Suðuroynna og Havnina og hevur sett krøv til skipini.
Eitt nú hevur býráðið noktað Dúgvuni atløgupass, tá ið hon varð sett í siglingina av avloysa Smyril
Og Finnleif Guttesen, borgarstjóri, sigur, at enn eru als ongi tekin til, at býráðið ætrlar sær at broyta kós í hesum máli.
Nú er støðan tann, at brek er á stabilisatorunum á Smyrli og vandi er fyri, at teir fara. Hendir tað, verður tungur flutningur bara førdur í góðum veðri, tí tá fer Smyril at rulla so illa, at tað eru óráð at føra treylarar og annað stórt og tungt, uttan í góðum veðri. Samstundis verða umstøðurnar hjá ferðafólki munandi verri.
Fara stabilisatorararnir, er tí vandi fyri avlysingum og skerdum flutningi, alt eftir, hvussu veðrið verður í vetur.
Fyri at binda um heilan fingur og tryggja álítandi flutning um Suðuroyarfjørð í vetur, mælti Strandferðslan og landsstýrismaðurin í vinnumálum til, at Smyril verður lagdur í heyst og at eykajáttan verður latin, so at Strandferðslan kann leiga eitt hóskandi avloysaraskip, Mett varð, at brúk var fyri góðum níggju milliónum í ár og eini upphædd næsta ár, sum er ókend, men sum í ringasta føri eisini verður góðar níggju milliónir.
Men hesum tók Landsstýrið ikki undir við og tí má Smyril halda fram við siglingini í vetur í vónini um, at stabilisatorarnir halda.

Fer at taka málið upp
Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at at Tvøroyrar Býráð fer neyvan at broyta støðu í hesum máli.
?Tá ið Smyril var í dokk í vár, noktaði býráðið Dúgvuni atløgupláss á Tvøroyri.
Men tað metti lógmálaráðið í Landsstýrinum ikki, at býráðið hevði heimild til og intil ein endalig støða varð tikin, varð avgerðin hjá býráðnum sett úr gildi. Tað endaði so við, at Ein trolari kom at liggja á Drelnesi, so at Dúgvan ikki slapp at har. Ístaðin mátti hon liggja við hekkuni at og skipinum út á sjógv, so at bilar og fólk fingust í land, men tað er bara ein loysn sum kann brúkast í góðum veðri.
Annars er endaliga avgerðin hjá Lógmálaráðnum ikki tikin enn!
Men býráðið ætlar ikki at slaka í spurninginum.
-? Verður endaliga niðurstøðan, at vit ikki hava heimild at nokta Dúgvuni atløgupláss, gerst onki við tað.
? Men tað er so skjótt, at havnin á Drelnesi kann verða upptikin av øðrum skipum, so at Dúgvan ikki sleppur at har, leggur hann afturat. Og verður skip sett í sigling, sum er eitt afturstig fyri Suðuroyingar, verður havnin á Drelnesi upptikin!
Hann sigur, at enn fevnir forboðið hjá býráðnum bara um Dúgvuna.
? Men eg síggi onga meining í at forða Dúgvuni at leggja at og so at lata okkurt annað skip, sum er líka vánaligt, sleppa at. So eg ivist ikki í, at verður talan um at seta eitt avloysaraskip í sigling, sum er verri enn Smyril, verður tað sama galdandi, sum fyri Dúgvuna.
Borgarstjórin á Tvøroyri ivast heldur ikki í, at Býráðið fer at taka málið upp
? Tað kann ikki góðtakast, at suðuroyarsiglingin aftur nú skal vera í vanda fyri skerjingum. Og tað er ongantíð ov tíðliga at fáa greiði á viðurskiftunum, sigur hann.