Tað er eitt sindur trupult, at geva beinleiðis svar uppá hesar spurningarnar, m.a. tí tað kemur so nógv inn í hvønn annað. 1.Lóggávuvaldið. Tað fyrsta er lóggávuvaldið. Hetta er í stóran mun bygt á ta [...] menniskjan er hægri sett í mun til djórini. Men eisini í boðum og forboðum, sum t.d. at ikki er loyvt at stjala, drepa, at gera seg inn á onnur o.s.fr. 2. Hugburðurin hjá menniskjum. Fyri tað næsta er tað h [...] hjá fólki. Hann ávirkar ofta móti rotinskapi, og hann virkar sum salt. Hugburðurin er eisini soleiðis, at hann ikki er egoistiskur, men nógv verður eisni hugsað um onnur. 3. Tryggleiki sum fiskivinnutjóð
1996. Hetta er ein øking upp á kr 81 kill krónur. Stovnsins fíggjarognir seinastu fimm árini eru hækkaðar úr kr 638 mill í 1993 til tær 899 mill kr í 1997. Havandi í huga búskaparkreppuna, er hendan gongdin [...] hvussu kapitalssavnandi eftirlønarvirksemi stovnsins er, heldur Tummas Eliasen. Tann størsti parturin av íløgunum eru í láns- og partabrøvum og er hetta ein partur av tí íløguætlan, sum stovnurin hevur [...] kursvinningi á láns- og partabrøvum, ið eru førdar yvir kursjavningargrunnin undir eginognini. Tað er serstakliga henda positiva gongd á virðisbrævamarknaðinum, sum hevur skapað grundarlag fyri, at Føroya
ríkidømi, ið har er. Er veruleikin tann, at olja er í undirgrundini, so eigur enn størri dentur at verða lagdur á, at vit fáa eina avtalu við Danmark, har yvirtøkan av undirgrundini ikki er ein delegatión [...] delegatión, men at vit føroyingar eiga hetta land, og tað ríkidømi, ið her er. Skylda vit ikki okkara eftirkomarum at tryggja teimum hesi viðurskifti? Ella skal tað einasta, tey ein dag fáa í arv frá okkum, vera [...] Føroyar, so eru allar tær avtalur, vit fáa, bert delegatiónir og onki annað. Um lógargrundarlagið ikki er í lagi, so hava vit onki. Tá vit hugsa um okkara samfelag í dag, so hava vit eitt væl útbygt samfelag
lønarlagið her á landi? Hvat verður tað at kosta hvørjum húsarhaldi? Hvussu við okkara ungdómi, sum skal søkja sær útbúgving og ikki at gloyma, hvussu við okkara eldru og sjúku. Hetta, sum her er nevnt, er fyri [...] framdi pensiónsskipanina her á landi. Tað er skylda okkara at framføra hana fíggjarliga soleiðis, at tey, sum hava stríðst fyri samfelagnum, skulu á ellisári føla seg trygg. Tað er eitt av teimum mongu málum [...] valskrá, hava skyldu her og nú at kunna Føroya fólk um, hvørjar avleiðingarnar vera. Hvørjar fyrimunir vilja vit fáa og hvørjar vera avleiðingarnar, verður loysingin ein veruleiki. Er loysingin veruleiki
vil Joan Ziskason kortini royna seg á politiska vígvøllinum. Hon er gift við Ziska Ziskason, skipara, og tey eiga tvey børn, ein son sum er 24 og 22 ára gamla dóttir. Og ein ommuson, sigur Joan brosandi [...] Sjúkrasystrafelagnum, har hon er farin undir annað skeiðið, hevur hon fingið enn meira áhuga fyri politiska arbeiðinum. Fakfelagsarbeiði og politiskt arbeiði líkist nógv. Eitt nú er ein uppgáva í mínum fak [...] hækka skattin. Hetta er ein tikkandi bumba, sum politikarar í londunum kring okkum arbeiða við. Har verður sagt, at um samfelagið skal megna at geva teimum gomlu sømilig kor á ellisárum, er neyðugt at gera
vælferðarsamfelagið, men treytin er, at tað er henda politiska kósin, ið fær undirtøku til komandi løgtingsval. Tíverri hava fleiri av politisku flokkunum lagt eina heilt aðra kós. Her hugsi eg um teir flokkar [...] blokkstuðulin her og nú. Sjálvandi skulu vit arbeiða fram ímóti, at samfelagið skal standa á egnum beinum, men at avskriva blokkstuðulin her og nú merkir skerjingar í gerandisdegnum, og her vil Javnaðarflokkurin [...] støðu, men nú er tað ikki loysingin, men vælferðarsamfelagið, pensjónirnar, heilsuverkið, skúlarnir, ið skulu styrkjast og setast ovast á breddan, so vit kunnu skapa eitt gott samfelag, sum er gott hjá ØLLUM
hugsaði »Hvat er hetta fyri fólk, sum ger slíkt?« Í einum høli vóru at síggja alskyns skyggandi tinnur lagdar í silvur, broðeraðir dúkar, kviltaði teppi, og annað, sum eg ikki veit navnið á. »Er hetta eitt [...] at tað fólk, sum her býr, hevur gávur og skaparevni, sum gera, at fólkið eisini kann klára seg sum ein tjóð. At billa føroyingum inn, at teir ikki klára seg uttan hjálp uttanífrá, tað er skammiligt. Vit [...] Vit eiga at taka frælsi, sleppa øllum skaparevnunum út, lata túsund blómur blóma. Frælsi er ikki nakað, vit skulu biðja um, tá ið vit halda okkum hava ráð til tað, tí so fáa vit tað ongantíð. Latið okkum
flokki tú skal stuðla til løgtingsvalið komandi og í framtíðini. Tað er sjálvsagt Tjóðveldisflokkinum, tí hann er einasti flokkur her á landi, sum hugsjónarliga vinnur á mál og væl tað. Tjóðveldisflokkurin [...] hevur hálað eina fólkaatkvøðu upp úr hattinum, men hon er enn minni heilhjartað enn sjálvstýrislógin hjá javnaðarmonnum er tað. Og prógv um tað er m.a. tað, at uppskotið um fólkaatkvøðu byggir beinleiðis [...] ns um sjálvstýrislóg er fyrst og fremst tilevnað fyri at leggja forðingar fyri framgongd Tjóðveldisfloksins og ein roynd at fáa burturav tjóðskaparrákinum. Men sjálvstýrislógin er eins og klæðini hjá
javnari enn so. Hin dysturin er suðuroyaruppgerðin á Tvøroyri millum TB og Sumba. TB sær út til at vera rættiliga væl fyri, men tað er trupult at siga nakað frammanundan, tá talan er um ein reinan suðuroyardyst [...] útivølli móti FS Vágum, og klaksvíkingar hava her ein góðan møguleika fyri at leggja seg einsamallar á odda í bólkinum, um HB missir stig móti NSÍ. FS Vágar er komið í bólkaspælið heilt úr fyrsta umfari av [...] VB í Gøtu. B68 spælir á heimavølli móti Royn, og vandi er fyri, at tvey lið hava seks stig og hini bæði einki stig, tá annað umfar av bólkinum er lagt afturum. Men bæði GÍ og B68 skulu seinni til Vágs
í 1993 var ríkiliga burturlagt í bankunum. Men vert er at hava í huga, at tá ein peningastovnur skal taka støðu til tørvin á burturleggingum, so er vitanin avmarkað um, hvussu búskapurin fer at laga seg [...] ngarnar, sum vórðu framdar í bankunum á heysti í 1993, so er vert at hava í huga tað mótloysi, sum bant samfelagið niður í 1993. Somuleiðis er vert at hava í huga tað stóra misálit, sum tá var á bankaskipanina [...] líkamikið hvar peningastovnurin er. Sum fyrr nevnt, hava teir báðir bankarnir í tíðini frá 1990 til 97 avskrivað tilsamans 3,9 mia. kr. Meginparturin av hesi upphædd er avskrivaður eftir samanleggingina