hetta er stytsta samlaða farleið millum Suðuroy og meginøkið og so eru eisini færri hæddarmetrar í hesi linjuføringini. Um onki broytist komandi tímarnar ella í besta føri komandi fáu dagarnar, so fer ein [...] farið verður undir at fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina, sum verandi lógaruppskot leggur upp til, eiga vit at kanna fyrimunir og vansar við nevndu farleiðunum. Gera neyvar metingar av jarðfrøðini
eydnast at gera nýggja ævintýrið um "Free Willy" til veruleika. Nú hin peningaligi parturin var komin upp á pláss, var bert eftir at finna eitt gott stað til hvalin at verða. Eitt stað, ið vónandi skuldi verða [...] Oregon funnu tey út av, at hvalurin kundi ikki halda ondini longur enn tríggjar minuttir. So mátti hann upp at blása. Og hetta kann ein stórhvalur ikki klára seg við úti á tí stóra, víða havinum. Venjingin gjørdist [...] at hvalurin skal gera ymsar royndir, sum at svimja á rygginum, sláa við sveivini í bæði borð, leypa upp úr sjónum o.s.fr. Hetta verður gjørt fleiri ferðir um dagin og Keiko má gera alt hetta, bara fyri at
Svend til Jan Mayen, sum kostaði pápa hennara Andreas Restorff nógvar pengar. Vit kunnu her greiða frá hesi ferðini Dagbladet Fyrst skal verða tikið burtur úr serprenti av grein, sum stóð í danska blaðnum Dagbladet [...] bløðunum gjølligar frásagnir um, hvussu túrurin gekk. Tað er tó avmarkað, hvussu nógv ið rúmast í hesi grein. Men tá ið teir komu til Oslo kom henda frágreiðing frá teimum: Síðani vit fóru frá Føroyum [...] coming from Faroe Islands.” Hermenninir sóu eina løtu eitt sindur ráðvillir út, men so gekk hetta upp fyri teimum, og teir sveiggjaðu sínar húgvur sum ein heilsan frá teimum. Siðan hevði fólkatingsmaðurin
hvítbotnaðir gummiskógvar standa á gólvinum frammanfyri hillina, har smáu digitalu videobondini rúgva upp. Z.H. hevur eigarin skrivað í gummiskógvarnar, og nú standa teir undir liðini av tveimum øðrum pørum [...] andaligar sendingar fyri Evangelisku Røddina, og hann var eisini við til at taka fleiri bond og plátur upp í 70?unum. - Eg dugdi so illa at hoyra tónleik, og tí helt eg ongantíð, at ljóðupptøkur vóru mín sterka [...] uppgávu fyri SvF. Hann skuldi einsamallur renna aftaná donsku drotningini, sum var her og vitjaði, og hesi minni fáa hann at flenna. - Eg fekk mær frí frá skúlanum, og so royndi eg at fylgja við saman við
og um tú ikki skilir súmbolið, finnur tú ikki vegin hagar, tú skalt. Á sama hátt er tilveran bygt upp av súmbolum, sum hava ein djúpan og læruríkan týdning, vísir Møllehave á. Hann sigur, at ein rósa er [...] Friedrich Nietzsche, sum sigur, at "hyggur tú nóg leingi niður í avgrundina, er tað avgrundin, sum hyggur upp móti tær". Boðskapurin í hesum er, at um eitt menniskja fokuserar ov nógv uppá lívsins hóttanir og [...] roynt at liva í nú´inum, og tískil kann eg ikki siga so nógv um ævinleikan. Mín trúgv hevur virði í hesi løtu, men sjálvsagt er tíðarleysi ævinleikin ein partur av kristindóminum. Møllehave vísir í hesum
m á heiminum rakk heldur ikki til serstaka hjálp til hvørt barnið sær, og tískil var talan millum hesi 49 børnini um eina kyniska sosialdarwinistiska "alles krig mod alle" meginreglu, har hin sterkasti [...] Thabo Mbeki hevur alment sett spurnartekin við, um HIV-smittan veruliga er orsøkin til AIDS, og við hesi útsøgn er mótstøðan móti honum og stjórnini alsamt harðnað. Í løtuni eru umleið fimm milliónir su [...] millum 2002 og 2010 doyggja millum fimm og sjey milliónir suðurafrikanskir íbúgvar í Suðurafrika av hesi sjúku. Higartil tykist stríðið móti AIDS ikki verða ovast á raðfestingarlistanum hjá stjórnini, og
greiðir Katja K. frá. Eg hugsi speiskliga, at tað var ein sonn gleði at fáa fyrrverandi pornostjørnuna upp í kórið av útlendingum, sum altíð eru til reiðar hálova Føroyum og ikki minst føroysku náttúruni. Samrøðan [...] Frælsi er málið Katja K. er fødd á Frederiksberg í 1968. Í sjeyti- og fyrst áttatiárunum veksur hon upp í Avedøre. Sum 23 ára gomul flytir hon til Suðurafrika at arbeiða á einum gistingarhúsi. Frá Katja [...] er liðug við 10. flokk hevur hon havt eitt ótal av ymiskum arbeiðum. Hon hvílir ikki í sær sjálvari hesi árini. Hon vil liva-ikki bert yvirliva. Mál sum fast arbeiði, útbúgving, gifta, børn eru ikki fremst
Dungafestið Dungafestið í Syðrugøtu, sum er 2 ½ mørk kongsjørð, hoyrdi upprunaliga til festið Innan í Oyri. Bóndin har býtti festið millum tveir synir, so annar fekk hálva triðju mørk, meðan 5 merkur [...] sum vit børn vóru ógvuliga góð við. Jákup var eitt av ljóðunum, ið hoyrdi morgunin til. Hann fór upp við hønunum, og hann elskaði tær. Tað fyrsta hann gjørdi, var at geva teimum. Jákup hevði astmabronkitis [...] Jákup var 78 ár tá. Poul Andreas var 31 ár, áðrenn hann giftist. Birita var eisini hjartans fegin, tá hesi smáu hjá Hensiu og Poul Andreas komu uppá strípu, og hesar smáu føtur trippaðu um hana. Man hon ikki
hittust her, vóru systkin, systkinabørn og trímenningar. Vit fara at greiða eitt sindur frá ættini í hesi grein. Felags fyri ættirnar, sum hava ættarstevnu, er, at eftirkomarar eru spjaddir um allan heimin [...] er vist føddur millum Davidu og Oluffu, sum helst er uppkallað eftir honum. Johannes fór til Múla Í hesi grein verður bert pláss at umrøða eitt av børnunum og hansara ætt. Hetta er Johannes f. 1907. Hann [...] fólkini av bygdini. Húsini verða kortini nýtt til summarhús, so á sumri er lív í bygdini bæði við upprunafólki og fremmandafólki. Elsta dóttir Johannes og Minu er Sunneva. Hon greiðir frá, at tá ið hon
Elin hevur eisini verið ein merkiskvinnan, eisini tá ið hugsað verður um øll børnini, ið hon aldi upp. Jóan Pauli og Elin og annars teirra ætt hevur hann ein serligan týdning fyri brøðrasamkomuna bæði [...] teir vóru so samsintir, at prestur fyri tað kundi lagt kragan! Børnini hjá Elin og Jóan Paula vóru hesi: 1. Christine Michelsen, * 03 Apr 1877 í Hvalba, † 29 Dec 1957. Hon var gift við Hans Jacob Michelsen [...] Grønlandi við bátum. Manningin var ikki færri enn 160. Daniel skrivaði eina sera áhugaverda dagbók frá hesi ferðini, og hevur hon verið prentað í FF-blaðnum í 2004. 6. Anna Elisabeth Jacobsen, * 19 Mar 1884