kommunur gera fyri umhvørvi. Teir megna ikki at brenna alt ruski sum kemur inn. Í Sosialinum frá 23/1 stóð aftur ein grein um umhvørvi og um hvussu nógv verður gjørt í teimum ymsu kommununum fyri, at tað skal [...] nógva av tí ruski, sum kemur frá hesum fólkum og teimum skipum, sum sigla inn og út av fjørðinum, verður tveitt á sjógv uttan at kommunurnar gera nóg mikið, fyri at forða hesum. Alt tað sum flýtur so sum plastikk [...] lætt, at sita út i á Argjum í eini fjálgari skrivstovu við eini teldu framman fyri sær og skriva tað niður, sum kemur einum fyri oyra. Vinarliga Almfinn Jacobsen
nøkrum hugskoti aftur. Seinast NFÍ var uppií málinum um skýli var fyri góðum ári síðani, tá hevði NFÍ fund við KÍ og har góvu vit teimum fullan stuðul, um KÍ ætlaði sær í gongd við skýlið. Tí tykist tað [...] buktini, og vil eg við hesum skrivinum vísa aftur, at NFÍ liggur í buktini. NFÍ hevur altíð verið fyri at byggja eitt nýtt skýli, og var tað eisini NFÍ, sum tók stig til byggjan av skýli, har felagshølir [...] KÍ, Áhugafelagið hjá KÍ høvdu klárað at fingið skýlið uppaftur, tí tá hevði málið verið loyst hjá teimum øllum, bæði viðvíkjandi dansinum, skýlinum og hølisviðurskiftini hjá feløgunum og KÍ. Símun á Høvdanum
royna at grundgeva fyri sínum hjartamálum. Tað føroyska sæst bara eftir í varðhundaoyrunum, ið eru spesielt konstrueraði til at lofta tí føroysku húgvuni, so hon ikki smokkar niður fyri eyguni. Hugsjónirnar [...] eingin nakað við tað? Nú ger Jóanes Nielsen tað. Ein rættiligan vørr við skaldsøguni ?Páskaódnini?. Fyri at kunna hava leysari teymar leggur hann søgugongdina nøkur ár fram í tíðina, og hon byrjar við tí [...] uppi á einum jarnrimaveggi, sum onkur hevur sett upp inni í kloakktunlinum, einar 300 metrar oman fyri Sersjantavíkina. Kongar eru borðaðir inn í síðurnar at halda, og tað er hesin veggur, sum typpir ánna
Eins og hjá teimum flestu í samfelagnum, høvdu vit eisini eina ávísa framgongd í fjør. Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag tóktist hampiliga væl nøgdur tá ið hann á árliga aðalfundinum [...] um ein vøkstur uppá eini 3% í 1997, afturímóti 1996. Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag upplýsti fyri limunum, at hetta er heldur minni enn hjá øðrum samfelagsbólkum. Ein orsøk er, at útgjaldingarnar [...] og 10%. Men hetta skal tó takast við einum ávísum fyrivarni, tí lítið er at ivast í, at nógv av teimum, su meru farin úr ALS, eru ikki farn tí, at tey hava fingið arbeiði, men tí at tey kunnu ikki verða
, tá skráin fyri leikárið 1998 varð løgd, ella hevur tað kanska ikki borið til at fingið kabalina at ganga upp. Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum leygardagin varð uppskot um skrá fyri kappingarárið [...] feløg teir í Fótbóltssambandinum rokna við fara at verða tey mest sannlíku, ið fara at liggja best fyri í kappingini um FM heitið. Ofta hevur tað verið soleiðis, at ein ella tvær innan-hýsis uppgerðir millum [...] mong ár verið kassameistari hjá B36, og tað var kanska væl skiljandi, at hann ikki var serliga glaður fyri, at felagið hjá honum longu í fyrsta umfarinum skal spæla ímóti grannunum. Meistararnir úr B36 skulu
í staðin fyri fýra bólkar verða í ár tríggir bólkar, og tað hevur við sær, at í staðin fyri sekstan lið, so verða tað í 1998 tólv lið í bólkaspælinum. Liðini, sum í fjør endaðu á trimum teimum ovastu plássunum [...] feløgini, sum eru umboðað í 1. deild, verða sjálvskrivaðir luttakarar í bólkaspælinum, og afturat teimum er pláss fyri tveimum feløgum, sum hava teirra besta lið í 2., 3. og 4. deild, í bólkaspælinum. Hesi feløgini [...] tvey tey bestu liðini í hvørjum bólkinum í fjórðingsfinalurnar. Hesi feløgini verða seks í tali og fyri at røkka átta liðum í fjórðingsfinaluni sleppa tey bæði liðini, sum í bólkaspælinum gerast bestu liðini
nevnist »Tórsvøllur«. Eg gjørdi heilt greitt á tí fundinm, at fyri at nevndin fór at gera brúk av hesi heimild, skuldu allar fyritreytir fyri stadioninum vera í lagi ? fíggjarligar og ítróttarligar. Í dag [...] hvat hann helt um henda spurningin: ? Tá aðalfundurin fyri tveimum árum síðani gav okkum heimildina at seta pengar í Tórsvøll boðaði eg frá treytunum fyri at vit kundu fara uppí. Eg haldi ikki, at umstøðurnar [...] var á aðalfundinum, har hann hevur talurætt, tí hann er formaður í ÍSF. Hann var tann einasti av teimum meiri enn hálvt hundrað luttakarunum, sum hevði nakað at viðmerkja til formansfrágreiðingina, og
skal spæla við B36, nú hann er farin at arbeiða á Tórshavnar Skipasmiðju. At hetta er ein styrkur fyri annars væl mannaða B36 hópin er einki at ivast í. Sigfríður Clementsen er framvegis í felagnum, og [...] Óli Johannesen er farin aftur til TB, meðan Sivic og Jákup á Borg framvegis eru í felagnum. Felags fyri teir báðar er, at teirra nátúrliga útgangsstøða er longri afturi á vøllinum og ikki í fremstu røð [...] næstfremst. Tá var liðið undir leiðslu av Jákupi Thomsen, sum frammanundan hevði havt ábyrgdina av teimum í yngru deildunum, og nú skulu teir venja undir Jógvani Norðbúð, sum fleiri ferðir áður hevur havt
gera sær nakrar vónir um at fáa nakað burtur úr móti hoyvíkingum, sum eru væl fyri í ár, og sum ivaleyst vilja gera alt fyri at vinna á Kyndli og fáa steypið í hús. VÍF-Kyndil 33-18 (18-9) VÍF: Sámal Joensen [...] hvussu lítil ferð var í dystinum, var, at tað bert vóru tríggjar útvísingar. Tað var ikki neyðugt hjá teimum stóru vestmenningunum at bjóða verjuni hjá Kyndli av ? teir skutu langt úti frá og fingu mál so at
og hvussu grunnurin løgfrøðiliga vil meta um frágreiðingina. Hetta arbeiðið er gjørt og varð lagt fyri nevndarfundin í Fíggingargrunninum í Havn fríggjadagin. Síðani hava grannskoðarar hugt eftir endu [...] nú upp til landsstýrið at gera av. Vit halda, at vit hava givið landsstýrinum eitt gott grundarlag fyri eini meting av spurninginum, men ein støðutakan í málinum er landsstýrisins borð. Knud Heinesen sigur [...] mist pengar við hesum partabrævabýtinum og í seinasta enda er tað føroyska fólkið, sum hevur verið fyri einum tapi. Tí heldur grunnurin, at hann hevur skyldu til at hjálpa landsstýrinum so gott sum vit