hevði orsøk at vera nøgdur eftir dystin sunnudagin, mundi tað vera kassameistarin hjá GÍ. Góða úrtøkan hjá VB higartil í ár hevði fingið hópin av vágbingum at leggja leiðina norðureftir, soleiðis at stuðulin [...] málið í egnar hendur. Hann gjørdi ikki mætari enn at fara inn aftur á vøllin, og toga troyggjuna av VB-leikaranum. Tað má sigast at vera stórt spell, at slíkur atburður fer fram á einum ítróttavølli, og [...] mundi talan vera um ein undirhaldandi dyst. Tyngt av nervum Tað var annars heimaliðið, sum legði best fyri sunnudagin. Uttan at talan tó var um flótandi fótbóltsspæl, megnaðu teir í fleiri førum at halda bóltin
virkandi stjórin vónar at onkur søkir. Hinvegin sigur hann eisini, at støðan er greið, tí fáa tey ikki manning, sleppa tey ikki at sigla. Kortini er greitt, at tað verður eingin vandi at fáa Herjólf 3 mannaðan [...] endaliga løgd enn. Og Strandferðslan hevur roynt at gera tað lokkandi at søkja størvini, tí tey siga, at tað einasta, sum krevst av manningini, er ein gongutúrur oman á keiina í Havn fyrrapart og heim aftur seint [...] sigur, at ein bjargingarbátur lýkur ikki krøvini frá myndugleikunum oh skal skiftast. Og hann kemur ikki fyrrenn nú 15. juli, men annars gongur sjálvt eftirlitið sum ætlað, so tað er við at vera liðugt
Byrjaðu væl At byrja við var eisini líkt til, at HB í øllum førum fóru at geva gestunum dygga mótstøðu í dystinum. Grasvøllurin, sum ofta hevur verið ein bági fyri føroysk lið, tóktist als ikki at nerva HB [...] ótarnaður kundi seta høvdið á bóltin. Onkur vildi kanska vera við, at Jóhannis í størri mun átti at forðað fyri málinum, men Jóhannis hevði helst nokk at hugsa um í hesi løtu. Hann stóð nevnliga einsamallur [...] tjóð. Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi
sigur, at kanadiska kvotan nú er uppfiskað, og at Enniberg helst fer at koma hendan vegin aftur nakað skjótt. Tó var ætlanin at kasta á Flemmish Cap, helst í gjár, til tess at vita, um nakað er at fáa av [...] Barentshavinum. Men sum rímuligt er, er neyðugt at vera úti um seg, skal bera til at liva av fiskiskapi. So reiðaríðið hevur gjørt avtalu við eitt kanadiskt felag um at fiska av teirra svartkalvakvotu. Hetta verður [...] sigur, at túrurin var skjótur, og fiskurin nógvur, og tí ber helst til at fáa nøkur oyru burturúr. Um ikki so var, hevði einki serligt verið burturúr, tí prísurin er heldur lágur, letur hann at. Royna
og Syðradalsfólk undrast stórliga yvir, at teir báðir prestarnir eftir øllum at døma ikki vera við. Lítil ivi tykist vera um, at fólk í Syðradali eisini noyðast at minnast aftur á spildurnýggja minnisvarðan [...] Upprunaliga vildi nevndin, ið hevur staðið fyri at fáa minnisvarðan upp at standa, at prestarnir eisini skuldu vera við. Men ónevndar keldur í Syðradali siga, at klaksvíksprestar eru súrir, tí nevndin hevur [...] umboð fyri bygdarfólkið í Syðradali siga, at Niels Pauli og Hans Eiler eru bodnir við. Tískil ber til at staðfesta, at annar parturin í málinum sigur ósatt. Til tess at koma nærri sannleikanum, ringdi Sosialurin
sum var okkum í hendi 3. juni 2010. Brævið var frá Posta. Á gløttum pappíri fáa vit nú at vita, at tænastan at flyta brøv millum avsendara og móttakara gerst verri. Tá Posta bleiv lagt um til partafelag [...] verður við at gera løgtingslóg um postvirksemi, og at umskipa Postverk Føroya til eitt partafelag eftir nøkrum árum. Nøkur ár seinni varð so Postverkið lagt í alment partafelag. Vónirnar til, at Postverkið [...] Postverkið var longu komið undir ávíst trýst av øðrum miðlum at flyta post við, men møguleikarnir vóru nú at fremja aðrar ætlanir, til tess at Postverkinum kundi verða lív lagað. Onkursvegna missa nevnd
mær at ivast stórliga í. Satt at siga haldi eg hetta vera púra órealistiskt. So skal ið hvussu er ein heilt annar lútur til enn hann, ið nevndin mælir til at brúka - og sum nóg illa røkkur til at nøkta [...] tørv, tí als onki røkist fyri, at fólkavøksturin her í kommununi verður minni komandi árini enn undanfarin ár. Vit mugu eisini vera somikið at okkum komin at hava í huga, at trøini ikki vaksa inn í himmalin [...] í hondini ber væl og virðiliga til at vísa aftur uppáhaldi Foreldrafelagsins um, at barnaansingin bara er valagn. Nei, veruleikin er, at tað hevur eydnast kommununi at fingið nógv meira á skaftið á hesum
søguligi samanhangurin skal vera intaktur. Loddrættar lygnir eiga at vera afturvístar og rættaðar, soleiðis at eftirkomararnir og teir sum einaferð fara at granska í skrivaðu keldunum ikki fara skeivir av [...] grundarlagi visti man, at hetta bara var ein av nógvum gassballónum, ið vóru sendar upp, bara fyri at vera punkteraðar. Sjálvandi skula allir minnilutabólkar hava tey neyðugu rættindini fyri at liva og virka [...] um, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, og harvið eisini í løgmálum, Jógvan við Keldu, ikki vildi leggja uppskotið um skrásett parlag fram á ting, soleiðis at málið kundi lýsast út í æsir, og at tey
býráðið í oynni var ólukkuligt. Ja, býráðið var so ólukkuligt, at strondin var gjørd til friðhalgað land. Eingin hevði loyvi at fara oman á hetta heilaga sorgarstað, áðrenn líkini av hesum hábærsligu sjóverum [...] Ný Sælendarar hugsaðu vit. Men nei, ístaðin fyri at drepa hesar stakkals hvalir, sum gjørdu landgongd, so fóru Ný Sælendarar mannsterkir frá húsum, at bjarga hesum neyðars hvalum. Hetta varð kallað ein [...] náttúruvanlukka. Í samfullar 24 tímar royndu menn og konur at skumpa hesar hvalir út aftur á sjógv. Onnur stoyttu sjógv á svørtu kropparnar, soleiðis at teir ikki skuldu torna og doyggja, alt meðan hvalirnir
rætningslinjum, um at næmingar skulu sleppa at ganga í skúla í lokaløkinum. Niðurstøðan er greið – tað er ikki hjartarúm í Tórshavnar kommunu. Nú vilja tey fáa okkum at vera kvirr, við at lova okkum eina [...] er flott – vit skulu vera tey fyrstu at siga, at tað er eitt fantastiskt tilboð – men tað er ikki nakað, sum Tórshavnar kommunu hevur skyldu til at bjóða. Hon hevur eina skyldu at bjóða sínum næmingum [...] ymisk høli í býnum. Hetta var orsøkin til, at leiðslan í Sankta Frans skúla bjóðaði Eysturskúlanum oman at greiða frá um sína framhaldsdeild. Hetta var ein roynd at geva børnunum ein ávísan stabilitet. Men