Er Posta á deyðastrá?

Jákup Danielsen
-------

Tríggjar dagar tók tað. Inn um hurðina kom bræv dagfest 31. mai 2010, sum var okkum í hendi 3. juni 2010. Brævið var frá Posta. Á gløttum pappíri fáa vit nú at vita, at tænastan at flyta brøv millum avsendara og móttakara gerst verri.
Tá Posta bleiv lagt um til partafelag kom postur seks ferðir um vikuna, síðani fimm og nú tríggjar ferðir.
Løgmaður segði í røðu sínari til løgtingið á ólavssøku 2000, at Postverk Føroya hevur ikki kunna fylgt við teimum broytingum, sum eru hendar á postverksøkinum í øðrum londum, og stovnurin hevur støðugt havt truplari við at nøkta tey krøv, ið verða sett einum nútímans postverki. Arbeitt verður við at gera løgtingslóg um postvirksemi, og at umskipa Postverk Føroya til eitt partafelag eftir nøkrum árum.
Nøkur ár seinni varð so Postverkið lagt í alment partafelag. Vónirnar til, at Postverkið kundi leggja eina nýggja lívsleið vóru stórar. Postverkið var longu komið undir ávíst trýst av øðrum miðlum at flyta post við, men møguleikarnir vóru nú at fremja aðrar ætlanir, til tess at Postverkinum kundi verða lív lagað.
Onkursvegna missa nevnd og leiðsla fullkomiliga tamarhaldið á støðuni. Farið verður í holtur við at »rudda« upp og út fyrilitaleyst, so at tey missa úr eygsjón málsetningin um at fáa eitt nýtímans postverk.
Takstirnir verða settir upp, posthús verða niðurløgd, útberingin verður óskipað og oman á alt hetta hetta verða so royndu postarbeiðarnir gjørdir arbeiðsleysir við ella uttan teirra vilja.
Kampurin móti reyðum tølum tykist vera málsetningurin, ikki at nútímans gera tað.
Tíðin er komin. Annaðhvørt fáa vit eitt nýtt bræv sum sigur, at partafelagsgerðin av Postverki Føroya er miseyðnað, og lykilin snaraður um, ella eiga nevnd og leiðsla at taka avleiðingarnar.