Næsta hendingin var, tá ein grind gjørdi landgongd á einari av hinum oyggjunum. Hetta var ein grind á 80 hvalir, ein fittur døgurðabiti til Ný Sælendarar hugsaðu vit. Men nei, ístaðin fyri at drepa hesar stakkals hvalir, sum gjørdu landgongd, so fóru Ný Sælendarar mannsterkir frá húsum, at bjarga hesum neyðars hvalum.
Hetta varð kallað ein stór náttúruvanlukka. Í samfullar 24 tímar royndu menn og konur at skumpa hesar hvalir út aftur á sjógv. Onnur stoyttu sjógv á svørtu kropparnar, soleiðis at teir ikki skuldu torna og doyggja, alt meðan hvalirnir spakuliga stoktust livandi í heitu sólini. Tá teir 24 tímarnir vóru farnir, vóru 15 hvalir slopnir aftur á sjógv, og tann seinasti av hinum 65 hvalunum var deyður.
Bjargingarfólkið var ólukkuligt, tíðindamaðurin var ólukkuligur, og býráðið í oynni var ólukkuligt. Ja, býráðið var so ólukkuligt, at strondin var gjørd til friðhalgað land. Eingin hevði loyvi at fara oman á hetta heilaga sorgarstað, áðrenn líkini av hesum hábærsligu sjóverum vóru burtur. Tá eg fór úr Ný Sælandi var enn ikki avgjørt, um hvalirnir skuldu sleppa at liggja á strondini, til náttúran tók teir burtur, ella um kommunan skuldi taka teir burtur.
Meðan hetta mál fylti ný sælendsku fjølmiðlarnar, fylti málið um Jørgen Niclassen føroysku miðlarnar, og eg kann ikki heilt halda mær aftur frá at draga paralellir. Eg skal ikki fara og leggja meg út í, um Jørgen er ein banditt ella ikki, ella um hvussu væl hansara leiklutur í hesum máli luktar, men tá frágreiðingin ikki heilt klárt fríkendi Jørgen, var tað heilt týðuligt, at Jørgen hevði gjørt landgongd. Sum politiska støðan er í dag var lættasta og besta loysnin at skera Jørgen á háls beinanvegin. Fólkaflokkurin kundi hervið fingið grind til døgurða (eitt sindur av trúvirði).
Men okkara fitti løgmaður helt, at synd var í hesum neyðars hvali, og eins og ein ný sælendari royndi hann at skumpa Jørgen út aftur, meðan restin av fólkaflokkinum oysti vatn á Jørgen. Men úrslitið var tað sama sum í Ný Sælandi. Hvalurin var gjøgnumstoktur livandi í sólini. Jú gamaní, Jørgen hevur vunnið nógva samkenslu millum fólk, men mundi sviðin ikki vera øðiligur í tingsalinum. Eg ivist í um tað veruliga var vert sviðan.








