í sama húsi. Tað var bæði ein hugnalig og minnilig ferð. Vit vóru í Sumba tann 18. - 19. november 2005. Vit byrjaðu við, at elsti luttakari okkara, Tórir, sum var 87 ára gamal, skipaði Streingirsvísu. Út [...] Nú, hevur tú verið í Dali fyri kortum og hvussu hava tey tað har suðuri í Dali. Jú, Tórir var ein fittur maður og vildi vita, hvussu fólki høvdu tað, sum hann kendi. Tá eg kom í føroyskan dans, so var tað [...] Tórir sløknaður. Tað tók mær so nær, tí nú kendi eg Tóra so væl. Men eg má siga, at hann var komin í ein høgan aldur og hann hevur havt sína heilsu líka til fyri hálvum ári síðan, tá eg fekk boðini um, at
Norðoyri, Jacob Andreas, Kristian og Karl Høgnesen við Brattenni. Seinni, tá hann var umleið 75 - 80 ára gamal róði hann út við lítla dekksbátinum Birtha saman við Magnus Paula Hansen, vanliga nevndur Palli [...] reystmenni, ein sannur úrmælingur, sum legði árarnar inn tann 19. mars í ár. Vit eru mong, ið sakna Sámal, men sjálvandi er saknurin størstur hjá tykkum børnunum og næstringum tykkara, ið hava mist ein góðan [...] Tey vóru øll búsett í Klaksvík, uttan Sigrid, sum er gift í Danmark og búsitandi á Amager. Tað var ein dyggur smeitur fyri Sámal tá hann í 1983 misti konuna Hannu. Og í 1998 var mótgangurin hjá Sámali rættuliga
Hósdagin 3. juli komu boðini um, at Sonni Olsen var farin, einans 60 ára gamal. Tað fór ein kaldur gjóstur ígjøgnum okkum øll, hendan vakra summardagin. Boðini komu ikki heilt óvæntað á okkum, ið vistu [...] sum hann kendi, men hann royndi teir flestu veiðihættirnar og væl lá fyri hjá honum. Ein álitismaður og ein maður allir vildu hava við umborð. Hann bleiv tó meira og meira ávirkaður av sjúkuni og bleiv [...] hugvekjandi sálmar fyri okkum. Hetta var ein hitandi og uggandi løta. Tó var ongin óávirkaður, tá synir, abbasynir og verðsynir bóru Sonna úr úr kirkjuni og ein hvøll spyrjandi barnarødd hoyrdist: “Mamma
høvdu búðleikast. Hvør var hesin fryntligi maðurin, sum nú legði árnarnar inn 77 ára gamal. Man má siga at Petur var ein sera sentralur persónur í Skopun. Sum ungur fór hann niður til Danmarkar at lesa [...] vesturum, at royna, men soleiðis bleiv ikki. Petur var ein sera fryntligur maður, hann visti nógv um okkara bygd. Tá tú tosaði við Petur, var altíð ein friður yvir manninum, dugdi sera væl at lurta, gav sær [...] kendur fyri, var røkiskap. Alt hann átti var væl hildið. Tað var nú ein dagin, ein ringdi til mín, hann segði fyri mær, at hann hevði ein Volvo-bil, sum Petur í Búri hevði átt, hann ætlaði sær at sleppa at
Pápin arbeiddi sum bilaseljari og var ein av teimum fyrstu, sum seldi Audi-bilar í Danmark. Egon, sum er pápi Petur og hini bæði systkini, doyði ungur, bert 49 ára gamal hin 1. august 1983. Tíverri fóru foreldrini [...] arbeiddi við reingering og øðrum. Petur hevði nógv uppá hjarta í kvøld. Hann er eisini ein sera skemtingarsamur maður og fortaldi um, tá ið buldrini vóru í Vági. Tá ið tað buldraði harðast í 1967, segði [...] Sunnudagin 21.08.2022 fór góði vinurin, Peter Lisberg Andersen, til ein betri stað. Petur gjørdis 65 ár, nú hann legði árarnar inn. Hann var føddur í Keypmannahavn 04.03.1957. Seinastu mongu árini hevur
hann úthelti hjarta sítt fyri ásjón Harrans í ákallan, bøn og tøkk. Hann var ein Guds merkismaður, ein andaligur vegleiðari og ein faðir andaliga sæð fyri meg, sum hann var fyri so mong onnur. Minnið um [...] til Tvøroyrar at ganga í prelimenerskúla og kom til frelsandi trúgv á Harran Jesus har í 1940, 17 ára gamal. Tað umbroytti lív hansara fullkomiliga, og hann gjørdist eitt livandi vitni fyri Harran og um [...] Hansara frá fyrsta degi. Osvald varð doyptur á hvítusunnu í 1943 í Ósanum inni í Trongisvági, 20 ára gamal, sjálvur fimti og vildi á henda hátt vísa, at hann hoyrdi Harranum til. Hann tosaði ofta um hesa
so líðandi. Hansara lívsljós kámaðist og á kvøldi 2. juli slepti hann sínum jarðiska bústaði, 95 ára gamal, júst hálvt ár aftaná mammu. Tá mamma andaðist fjaraði lívsneistin hjá pápa spakuliga burtur. Sjónligt [...] Alt hetta virksemi, saman við bræva- og peningaavgreiðslum, gjørdi, at heim okkara var ein almennur staður, ein tænastudepil, har túsundir av vitjanum vóru millum ár og dag. Umframt almennu tænasturnar [...] gerandisvirkinum. At røkja starvið í samljóð við tað álit honum var litið til, í gerandislívinum at vera ein fyrimynd í atburði. Pápi legði stóran dent á, at allir næmingar fingu so holla frálæru sum møguligt
sum lítil. Eins og fleiri systkinabørn, varð Niclas uppkallaður eftir pápabeiggja sínum við sama navni, sum doyði í Hetlandi við "Silverbelle", 22. okt., 1909. Niclas fór longu sum 14-ára gamal til skips [...] at koma í gjøgnum hjá okkum avvarðandi. Fyri meg gjørdust hesir dagar serliga tungir, tí Niclas og ein annar rituvíkingur, barndómsvinur mín, Annfinn Petersen, stóðu undir børu í senn og fóru til gravar [...] fluttu tey inn hagar í 1978. Við sínum lætta lyndi, dugnaskapi og stóru persónmensku annars, var Niclas ein nógv avhildin persónur, bæði av høgum og lágum, yngri sum eldri. Eftir at hann misti konuna í 1995
sum 77 ára gamal gavst tí heilsan byrjaði at bila. Hesi 35 árini, hann var útroðrarmaður í Runavík, hevði hann fýra bátar sum allir bóru navnið Maria. Sera væl lá fyri at fiska, og var Meinhardt ein av allarbestu [...] ókúguligi lívsvilji sum sermerkti Meinhardt alt lívið, gjørdi at hann kom fyri seg aftur. Sum 19 ára gamal fór hann, til skips við línubátinum Oyrasker av Toftum. Tað lá væl fyri hjá Meinhardt at fiska [...] Tá sá eg, hvussu stóra virðing Meinhardt hevði frá sínum gomlu skipsfeløgum, sum ein sera dugnaligur og raskur fiskimaður. Fíggjarliga úrtøkan av fiskiskapinum í Ìslandi var so góð, at tá hann bygdi sær
teimum. Tey eiga seks børn, fýra gentur og tveir synir, fimm búgva í Føroyum og ein sonur býr í Norra, 15 abba- og ommubørn og ein langabba- og ommuson. Tey settu búgv vesturi í Bø í Vági. Vesturi í Bø hava [...] Vági, harímillum var gubbi mín Jóhann í Kálhaganum, ein sum onkran túrin hevur verið saman við pabba bæði til sjós og til bakka. Hartvig Poulsen, ein vinur hjá pabba, hevur eisini lagt árarnar inn fyri [...] Pabba elskaði havið, og havið var hansara arbeiðspláss alt lívið. Hann fór fyrsta túrin, sum 13 ára gamal til Grønlands við Skt. Jacques. Hetta prátaði hann ofta um. Hann róði eisini út í Grønlandi, tá