longu farin í holt við fyrireikingarnar tann vegin. Spælararnir fáa nú mat og drekka, so orkudepotini kunnu fyllast, og so skulu vit eisini fokusera tankarnar tann vegin. Tað er so ein heilt onnur uppgáva [...] ellivu. Ein avgerð, sum Henrik tó ikki sjálvur helt vera so løgin. - Ingi hevur gjørt tað gott í langa tíð. Bæði undir venjingum og í teimum dystum, sum eg havi sæð hann spælt. Móti Kypros var tað tó óheppið
hampuliga tryggari finalukós. Og fyri bara tveimum umførum tóktist finalusessurin púrasta vissur. Men tann veruleikin er eisini broyttur. Sunnudagin taptu teir bláu aðru ferð á rað, og aftur hesa ferð var [...] vóru annars at síggja á liðnum hjá Neistanum hesaferð. Jacob Larsen hevur nú verið í Føroyum í eina tíð, men útlendingakvotan hevur havt við sær, at stóri danin als ikki hevur verið at sæð í málinum. Sunnudagin [...] til – men heilt illa. Og við spæli, sum ber boð um, at steypafinalan milt sagt var ein kiksari, er tann vandin neyvan nakað, sum strandingar tosa serliga ítøkiliga um. Fakta um dystin Neistin-StÍF 26-31
vit hittust, nakrar dagar áðrenn hann doyði. Verumátin var hin sami. Eg kom at hugsa um Orð. 18, 17: Tann, sum talar fyrr í trætumálum, tykist hava rætt, men so kemur mótparturin og granskar hann. Ólavur [...] mín Ólav, men eg síggi hann fyri mær, lítilátin og eins og sigur hann við meg: Sig minst møguligt! Tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur (Orð.11, 25). Ja, Anna, Jóannes, Brita og Charlotta við [...] fyri vinsemi og hjartalag, tit hava sýnt okkum og biðja, at Harrin skal bera tykkum uppi í komandi tíð. M.S.
tunnlinum. Tað seinasta nýggja er, at Skálafjarðatunnilin skal fíggja Sandoyartunnilin. Hvat ið er tann besta loysnin, skulu vit ikki gera okkum Harrar yvir. Tað mugu teir, sum kalla seg teir kønu á økinum [...] timburmeistari her á oynni, tá hann skal geva eitt tilboð upp á eina uppgávu norðanfjørðs taka bæði ta tíð og kostnaðin tað tekur at sigla um fjørðin, við í tilboðið. Av tí sama er hann, sum oftast, við skerdan [...] bíðilistin, eftur grundstykki í Havnini rímilga langur. Tað kann ikki vera so torført at ímynda sær tann positiva íblástur tað hevði verið fyri oynna og longur suðureftur, um tunnilin kom. Spyrji bara vágafólk
Djurholm legði fyri við at minna á, at tað eru júst fýra ár síðani, at skjøtil varð settur á eina nýggja tíð fyri føroyskan handil og ídnað, nevniliga tá sjey leitiloyvi í fyrstu útbjóðingini á føroyskum øki [...] so er ætlanin at menna økið. Seinni skulu loyvishavararnir gera av, um teir vilja bora brunnar, og tann avgerðin fer vónandi at hava við sær at funnin verða lønandi oljufund. Bjarni Djurholm vísti á, at [...] at samstarva við føroyingar og føroyska handilsvinnu. Endamálið við hesum samstarvi millum tey og tann lokala ídnaðin, er at halda fram við at menna føroyska ídnað. Umframt at kunna fáa ágóðan av hesum
verið hildnir um setanina av nýggjum leiðara fyri Listasavn Føroya, men støðan hevur alla tíðina verið tann sama. Eini meirluti á tríggjar limir hevur viljað sett Helga Fossádal í starvið, meðan formaðurin [...] umsøkjarar hava fingið boð um avgerðina. Men aftur hesa ferð hendi tað: Dagin eftir fundin, og áðrenn tíð hevði verið at skriva umsøkjarunum bræv, varð málið viðgjørt alment í útvarpi og sjónvarpi, í hesum [...] umstøðum vera við til eitt so opið brot á grundreglurnar í málsviðgerðini. Eg fari tí at krevja, at tann, ið hevur brotið trúnaðin, sigur seg úr setanarnevndini, og at nýggj vigerð fer fram av øllum málinum
var tó einki at gera, tí bingjurnar vóru fullar, og eingin møguleiki var at brenna alt hetta ruskið tann dagin. Hvat skaðin hevur kostað brennistøðini í er ilt at meta um. Menn frá Tryggingini komu á støðina [...] kemur frá privatum er rættiliga turt og eldfimt, tí tað hevur ligið innandura í styttri ella longri tíð. -Men vit mugu tíverri ásanna, at fólk ikki altíð skilja ruskið nóg væl. Tað skal ikki so nógv til [...] ella pappíri, kann vera nóg mikið til at eldur kemur í. Tí ynskja vit framhaldandi at minna fólk á tann týdning, tað hevur at ruskið verður væl sundurskilt, sigur leiðarin á brennistøðini.
kann verða torført at sleppa av við ein vana. Men tað letur seg væl gera og eg vænti, at tá ið ein tíð er fráliðin, hevði hetta heldur ikki verið ein trupulleiki her hjá okkum, tí tað letur seg væl gera [...] rokkið og tað fer eisini at avlaga kappingina, sigur hon. Annars vísir hon á, at aðrastaðni er rákið tann vegin, at korini hjá teimum, sum roykja verða trengri og trengri og at tey, sum ikki roykja, samsvarandi [...] fyri í so máta, tí tey har roykja fólk mangan illa. So at verja tey fyri óbeinleiðis royking er ein tann mest umráðandi grundgevingin fyri einum roykiforboði, sigur Ása Johnsdóttir. - Annars sleppa tey,
bukaður (hesin sami byrjaði sjálvur bardagan), nei her snúði tað seg um ein homesexuellan og tí mátti tann síðan blásast upp; kanska fyri at fáa tað meira áhugavert ella heild einfalt fyri at marknaðarføra [...] eisini var álopin, men teir hava helst ikki verið homosexuellir, so hví kóka nakara suppu burtur úr tíð! Løgreglufólk (eins væl og homosexuell) verða eisini niðurgjørd og enntá álopin bara tí tey eru lø [...] trúgvi eg ikki at tað hevði hjálpt, hvørki fyri hesi ella omanfyri nevndu. Vánaligur atburður, sum tann ið verður lýstur í greinini, verður í lítlan mun broyttur við Løgtingslóg, men er nógv heldur ein
áhugaverdu og nágreiniligu framløgu av Uppskot til samtyktar um lívfrøðiligt margfeldi í Løgtinginum tann 28. sep. Við tað, at allir flokkar vóru so samdir í at góðtaka uppskotið, eri eg ræddur fyri, at tað [...] upp á fjall. Ein góður spurningur til eina tílíka umsiting kundi verið: Hvussu ber tað til, at vit tann dag í dag enn ikki hava nakra kunngerð, ið krevur, at bæði føroysk og útlendsk skip og bátar SKULU [...] tað sama sjálvsagt verið galdandi! Óneyðugt skuldi verið at sagt, at flest onnur lond fyri langari tíð síðani hava sett krøv um brúk av hesum rottuskermum. Í Føroyum tykist tað næstan, sum um fólk eru rædd