Nú kókar á Listasavninum

Formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið vil hava eitt umboð í stýrinum at siga seg frá, tí tagnarskyldan er brotin, og hann vil hava alt málið um nýggjan leiðara at ganga umaftur

Stríðið, sum seinastu vikurnar hevur verið millum limirnir í stýrinum fyri Listasavn Føroya, stendur nú í ljósum loga.
Hóskvøldið helt ein meiriluti í stýrinum fast við, at Helgi Fossádal skuldi setast í starvið sum leiðari fyri Listasavn Føroya, men tað gingu bara nakrir tímar, so var formaðurin í stýrinum klárur við eini hvassorðaðari fráboðan.
Í hesi fráboðan rør formaðurin fram undir, at tagnarskyldan í stýrinum er brotin, at ein stýrislimur skal siga seg úr stýrinum, og at alt málið skal ganga umaftur.
Landsstýrismaðurin við mentamálum, sum hevur fingið tvær áheitanir um at leggja upp í málið, vil ikki nerta málið, tí hann heldur, at talan er um ein sjálvsognarstovn við einum stýri, sum landsstýrismaðurin ikki skal taka avgerðir fyri.

Meirilutin og formaðurin
Fimm fundir hava verið hildnir um setanina av nýggjum leiðara fyri Listasavn Føroya, men støðan hevur alla tíðina verið tann sama. Eini meirluti á tríggjar limir hevur viljað sett Helga Fossádal í starvið, meðan formaðurin hevur verið ímóti hesum, tí hann heldur, at Helgi Fossádal ikki lýkur treytirnar í lýsingini eftir leiðara.
Formaðurin í stýrinum, Gunnar Hoydal, vil hava ein listfrøðing við útbúgving í leiðarastarvið, men hann hevur staðið einsamallur við hesi hugsan, tí bæði innstillingarnar og meirilutin í stýrinum hava vilja havt Helga Fossádal í starvið, hóast hann ikki hevur listfrøðisliga útbúgving.
Viðtøkurnar fyri Listasavnið siga greitt, at tað er stýrið fyri savnið, sum setir leiðaran. Og avgerðir í stýrinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Men hóast hetta hevur formaðurin í stýrinum ikki vilja boygt seg, tí hann heldur, at krøvini í lýsingini og nú almenni starvssetanarpolitikkurin hava størri týdning.

Alt skal ganga umaftur
Eftir at Útvarpið fríggjakvøldið boðaði frá, at nú var leiðarin fyri Listasavn Føroya settur, og hann verður Helgi Fossádal, samstundis sum listfrøðingurin á savninum, Inger Smærup Sørnsen, heldur fram í sínum starvi.
Hetta fekk formannin í stýrinum at ressast, og hann sendi stutt aftan á eina fráboðan til fjølmiðlarnar, har hann kravdi, at alt málið gekk umaftur.
? Eitt høvuðskrav er, at allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Men longu morgunin eftir fyrsta fundin í setanarnevndini, sum í hesum føri er stýrið sjálvt, varð trúnaðarskyldan brotin og tíðindi borin í fjølmiðlunum, hvat var farið fram á fundinum, staðfestir formaðurin millum annað í fráboðanini.
? Eitt annað týðandi krav er, at avgerðin ikki skal kunngerast alment, fyrr enn allir umsøkjarar hava fingið boð um avgerðina. Men aftur hesa ferð hendi tað: Dagin eftir fundin, og áðrenn tíð hevði verið at skriva umsøkjarunum bræv, varð málið viðgjørt alment í útvarpi og sjónvarpi, í hesum føri enntá við navninum á tí, sum hevði sagt frá, hvat var hent á fundinum.
? Eg kann sum formaður í stýrinum, umboðandi Mentamálaráðið, undir ongum umstøðum vera við til eitt so opið brot á grundreglurnar í málsviðgerðini. Eg fari tí at krevja, at tann, ið hevur brotið trúnaðin, sigur seg úr setanarnevndini, og at nýggj vigerð fer fram av øllum málinum, sigur Gunnar Hoydal.