verður siglt upp á prei. Skiparin og aðrir drukku kaffi. So fer Hans hjá Jákupi av Eiði fram á bógvin. »Góðan dag, hvat hava tit fiskað? Vit hava roynt á Heglubankanum og Nesgrunninum á djúpum vatni.« Vit [...] ongantíð longur norður, eg haldi, vestanskipini royndu meira á Norðlandinum. Vit hava minst 280 skp. Nú kom hann av norðri. So varð sett segl. Fyrsta rep í stórseglið, eitt í mesanin, 5-dúkin á gronina [...] bleiv nógvur lágættarvindur. Á Norðfjørðinum sá eg Grettishav. Vit fingu tangarnar fullar av vatni og so nógvan kava, sum okkum var tørvur á. Vindurin minkaði. So útaftur á Kolmúlagrunnin. Fingu nakað av
tey komu saman, spurningurin, um hann vildi hava meg, ella um hon hevði eyguni á einum øðrum, tíðin, fyrsta djúpa samtalan, fyrsti kossurin og fyrsti kærleikin. Alt hetta eyðkennir eina serliga tíð í parlagnum [...] dreymar hvørt fyri øðrum. Men munur er á forelskilsi og kærleika. Kærleiki og forelskilsi kunnu ikki skiljast sundur sum tveir ymiskir lutir í lívinum, men kortini er munur á teimum. Forelskilsið sær bara tað [...] síðunum. Vit eru viðurkennandi, góðtakandi og vilja fáa greiðu á, hvat er best fyri parlagið. Halgan krevur dirvi. Tað krevur dirvi at seta orð á tað, sum vit mugu verða loyst frá, og at umfevna tað góða,
til við útvarpingini á Álandi. - Fyri tað fyrsta havi eg ongantíð verið við til einar oyggjaleikir fyrr. Eg ferðaðist so nógv framman undan við landsliðnum, at eg helt tað vera upp á sítt pláss, at aðrir [...] Og til beinleiðis ítróttafrásagnir hevur Rás2 lagt seg sjónliga á odda. Tað fer enntá eisini at bera til at fylgja leikunum á kykmyndum á portalinum, so tað hevði snøgt sagt ikki borið til at sent eitt [...] at siga fyri føroyskan fótbólt. Jógvan Arge hevur ført hugtakið ítróttafrásagnir upp á eitt støði, har vit ikki longur taka til takka við tí næstbesta. Og hann ikki bert gjørdi hetta eina maður, hann er
har, hann var, ikki longur skal ferðast millum okkara. Eg havi kent Jógvan alt lívið. Fyrst á tiltikna spæliplássinum á Jørundsgøtu, har nógv børn samlaðust hvønn dag og langt út á náttina. Har var altíð [...] Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, skrivar hesi minningarorð um Jógvan á Høvdanum yngra. Tað vóru tung og skelkandi boð at fáa, at Jógvan á Høvdanum, yngri, var farin. Tað tykist so óveruligt, at hetta fitta [...] “gevið minir”. Jógvan á Høvdanum var altíð tann, ið skapti gylta láturin ella kom við skeivu viðmerkingunum, sum gjørdu alt eitt sindur stuttligari Eisini minnist eg Jógvan frá skúlatíðini á Ziskatrøð. Kanska
myndina einaferð og vit reisa okkum og fara longur burtur frá. Tá bráddliga síggja vit havið liggja har í allari sínar djúpd og heild?« Ein sonur stendur á kirkjugáttini og roynir at greiða mær frá, hvussu [...] Vit eru komin norður at halda jól. Standi í hurðini og hyggi inn á sjúkrastovuna, omma situr við songarstokkin og heldur í hondina á abba. Ein sonur er eisini har inni, hann roynir at fáa abba ein vatnsopa [...] spakuliga inn og út, viðhvørt steðgar hann á, bíðar, og eg steðgi við honum løtan tykist long. »O Jesus pápi« suffar hann tá ið lívið óvart heldur áframm, helt seg nú sleppa higani, men settist aftur at
um hendan partin av okkara søgu. Millum annað er tað søgan um Jóin á Húsum. Ísárið Jakku var føddur í 1871. Hann róði nógv út á Skálum á Langanesi, sum vit høvdu frásøgn um í Miðvikuni frá ferðini við Norrønu [...] hann aldi upp á Húsum. Drongurin kom at verða kendur sum Jóin á Húsum. Faðir hansara Sigurd, sum var bátasmiður, var ættaður úr Vestmannaoyggjum, meðan mamman Halldóra var úr Mýrdalsvík á Suðurlandinum [...] fótasporunum hjá føroyskum fiskimonnum, har eg havi fingið tann heiður at vera við. Á ferðini í vár kom fram, at føroyingar á mangan hátt við fiskiskapi vóru betur fyri enn íslendingar. Hetta merkti eisini
at tað var kavi, kalt og hált at koyra til og úr Æðuvík, var væl av fólki komið til løtuna. Onkur helt, at heldur færri vóru í ár enn í fjør, og hetta hevur helst eisini sína orsøk. Tað er trongligt í [...] bygdar longu sama kvøld, tá haldið er liðugt, og bygdin er tendrað. Eftir at fólk vóru boðin vælkomin, helt Annlis Bjarkhamar eina røðu, og her nýtti hon eisini høvi at lýsa átakið ”Í menniskjum góður tokki” [...] fíggarligum korum, so tey kunnu halda eini virðilig jól. Nes sóknar Hornorkestur setti sín hugnaliga dám á løtuna í Æðuvík, eins og orkestrið hevur gjørt, nú jólatrø eru tendrað kring um í kommununi og í gr
fólki, ið nú eru uppi á døgum. Tær bóru miðøldina á baki. Hugaheimurin var sprottin úr Brockmann, kingoløgum, sagnum, fyrndarsiðum, huldufólkum, gævudøgum og tungum løtum bæði á sjógvi og landi. Mundi [...] tí. Andreas á Flótti legði lestrarfjølina upp á pláss, tók lestrarbókina fram og fór at lesa jólaboðskapin til jólakvøld. Hann var sum ein himmalsk ond úr jólaboðskapinum. Brillurnar livdu á nøsini, hvørja [...] gyltum stiga, lættu tey sær á og fóru eisini upp á bitarnar. Hesi fólk, sum dagliga gingu og tøtlaðu hvørt um annað oman eftir og niðan eftir Sjóvartúni, brosaðu. Nú vóru tey á veg til krubbuna. Menninir
kastaðist á tann nýfødda. Ljósið frá Jesusbarninum speglaðist aftur í andlitinum á mammuni. Ì bestustovunu á Bakkanum vóru tað teir nýbakaðu bollarnir, ið kastaðu ljós á andlitið og hendurnar á Henriettu [...] fyri degnum og lá so kriahvítur næstan á hvørji steinpirru úr Støðni inn á Høvdan. Á Bakkanum í Fuglafirði Allur tann hvíti klippfiskaliturin spældi sær um kroppin á Henrietta hetta týskvøld, hon var komin [...] týsdag, sum her verður hugsað um, varð pikkað upp á dyrnar hjá okkum á Bakkanum (dygst við kaiina). Tá ið hurðin varð latin upp, stóðu Torstein og Poul Andrias á trappusteininum við einari gamlari damu millum
kortini er onki av ivast í, at løgtingslimir vóru tiknir á bóli seinnapartin leygardagin. Mitt sum orðadrátturin um fíggjarlógina fyri næsta ár var upp á tað harðasta, brast hurðin upp og ein repil av jólamonnum [...] sum mannfólk kundu vænta at hava fyri seg sjálvan. Men so er ikki longur. Kanska er tað javnstøðulógin, sum eisini verður tikin í álvara á hesum øki, tí tann, sum hyggur væl, sær eina jólakonu mitt í trunkanum [...] men hann kom so ongantíð í brúk Karsten Hansen hevði orðið, men hann mátti eisini gevast. Men hann helt, at hetta var kanska tað, sum kundi fáa samgonguna at taka betri partar fyri seg... Men har var ongin