Jólini eru í hondum og tá hava vit loyvi at sleppa teymunum eitt sindur. Men kortini er onki av ivast í, at løgtingslimir vóru tiknir á bóli seinnapartin leygardagin.
Mitt sum orðadrátturin um fíggjarlógina fyri næsta ár var upp á tað harðasta, brast hurðin upp og ein repil av jólamonnum komu brestandi inn í løgtingssalin. Løgtingsformaðurin, sum hesa løtuna var Alfred Olsen, royndi sítt besta at halda formalitetirnar og ringdi avgjørdur við klokkuni og við segði við myndugari rødd, at tað var ikki loyvt at koma inn um byrgingina. Eina løtu varð eisini leita eftir hamaranum, sum formaðurin hevur at fáa frið í salinum við, men hann kom so ongantíð í brúk
Karsten Hansen hevði orðið, men hann mátti eisini gevast. Men hann helt, at hetta var kanska tað, sum kundi fáa samgonguna at taka betri partar fyri seg...
Men har var ongin sum lurtaði og skjótt mátti hann gevast og tískil varð tingfundurin avbrotin eina góða løtu ímeðan jólamenn gingu runt í tingsalinum og bjóðaðu tingfólki karamellur, áðrenn teir trektu seg aftur í góðum ordan og góvu teimum frið at taka orðaskiftið uppaftur.
Jólamenninir vóru komnir av jólaskipinum inn á Havnina seinnapartin og eftir at hava býtt karamellur út til tey nógvu børnini, sum treiskaðust ímóti vindi og kavaroki og høvdu leitað sær oman í Vágsbotn, fóru teir inn í Miðlahúsið og haðani niðan í Løgtingið.
At vera jólamaður er uttan iva tann allarseinasti skansin, sum mannfólk kundu vænta at hava fyri seg sjálvan. Men so er ikki longur. Kanska er tað javnstøðulógin, sum eisini verður tikin í álvara á hesum øki, tí tann, sum hyggur væl, sær eina jólakonu mitt í trunkanum av jólamonnum.
Myndina av jólamonnunum í Løgtinginum tók Álvur Haraldsen.