ÚTVARPING
Hann hevur havt umleið líka nógv at siga fyri føroyska útvarping, sum Torleif Sigurðsson hevur havt at siga fyri føroyskan fótbólt.
Jógvan Arge hevur ført hugtakið ítróttafrásagnir upp á eitt støði, har vit ikki longur taka til takka við tí næstbesta. Og hann ikki bert gjørdi hetta eina maður, hann er vorðin ein myta innan økið.
Hann er av sonnum »the Grand Old Man« innan ítróttafrásagnir og nú hann verður við sum frásøgumaður á Oyggjaleikunum á Álandi fyri Rás2, so er hetta 45. árið, at hann við ídni og viðliving letur spenningin frá dystunum floyma inn í føroysku stovurnar.
Longu í 1964 byrjaði hann so smátt at varpa út. Í fyrstani frá kappróðri, men longu árið eftir var eisini fótbóltur á skránni. Men tað var ongantíð »a sure thing«, tá hann á fyrsta sinni skuldi royna seg við mikrofon í hond.
- Tú er í veruleikanum púra ófyrireikaður. Tú noyðist bara at loypa út í tað, og so má røkka ella støkka. Eg var á ongan hátt vísur í, áðrenn eg royndi at varpa út fyrstu ferð, um eg hevði tað í mær. Tað var bara nakað, sum eg mátti royna, og so gera av við meg sjálvan aftaná, um hetta var nakað, eg megnaði ella ikki, sigur Jógvan Arge.
Eitt, sum hann var bangin fyri, var, hvussu hann fór at megna at fylla steðgirnar úr, og eitt annað var, um muðurin fór at klára at siga frá gongdini við nøkurlunda somu ferð, sum eyguni sóu hendingarnar. Men hetta vísti seg tó at ganga sum fótur í hosu, og síðani hevur tað gingið sum eftir ánni.
Drúgvar royndir
- Eg havi so varpað út øll árini síðani. Fyri tað mesta hevur tað verið fótbóltur og kappróður, men tað hevur eisini verið innan aðrar ítróttagreinir, sigur Jógvan Arge.
Og tað er so eyðvitað, at eftir 45 ár í »game’inum« skuldi tað verið undarligt, um bert kappróður og fótbóltur stóðu á CV’num.
Tó, tað er mest innan hesar báðar ítróttagreinirnar, at fólk kenna og minnast Jógvan Arge. Minnast, tí nú er nakað síðani, hann var at hoyra í útvarpinum. Men útvarping er sum við øllum øðrum, sum einm dámar at gera: tað liggur í blóðinum.
Fyrstu tíðina gjørdi hann nógv burtur úr at lurta eftir øðrum ítróttafrásøgumonnum. Royndi at skapa sær eina mynd av, hvussu teir bóru frásagnirnar fram.
- Tá í tíðini var tað mest tær donsku og norsku frásøgumenninir, ið føroyingar lurtaðu eftir, og soleiðis var esini hjá mær. Norðmaðurin hoyrdist jú væl í Føroyum, og eg lurtaði nógv eftir teimum. Serliga tá teir søgdu frá fótbólti, skíðing og skoyting, sigur Jógvan Arge.
Hann lurtaði eisini nógv eftir teimum donsku frásøgumonnunum, tá teir varpaðu út fótbólt og hondbólt.
- Men mær dámdi sera væl mátan, norðmenn brúktu, og tað er kanska hagani, eg havi fingið íblástur til tann háttin, eg varpi út uppá, sigur Jógvan Arge.
Stórar upplivingar
Millum størstu upplivingar hjá Jógvani Arge sum ítróttafrásøgumaður man vera, tá hann í 1972 saman við pápa sínum, Niels Juel, varpaði út frá Olympiaduni í München í Týskalandi.
Hetta var ikki bert fyrsta og einasta ferðin, útvarpið hevur sent frásøgumenn til eina Olympiadu, men hetta gjørdist eisini ein serlig olympiada. Fyrst og fremst tí 11 ísraelskir ítróttamenn vóru tiknir av terroristum og hildnir gíslar í olympiska býnum, og seinni vóru dripnir, tá týskir servandir hermenn royndu at fría teir, tá gíslatakararnir vóru á veg til rýmingar við gíslunum. Olympiadan var eisini sermerkt av, at amerikanski svimjarin, Mark Spitz, vann ikki færri enn sjey gull heiðursmerki.
Útvarpsfrásagnir frá ítrótti høvdu sítt størsta gjøgnumbrot, tá Jógvan Arge í 1976 var við hondbóltslandsliðnum til C-HM í Portugal. Liðið stóð seg væl, og hvørt mansbarn sat við oyranum í lurtinum, meðan Jógvan í toppformi segði frá teimum spennandi dystunum í Aveiro, Oporto, Madeira og Faro.
Jógvan Arge var sjálvandi eisini við hin søguliga dystin í Landskrona, tá Føroyar tóku ikki bert Eysturríki, men allan fótbóltsheimin á bóli.
Hann hevur síðani verið fastur fúsur til allar landsdystir, bæði heima og úti, og hevur við liðnum upplivað »ups and downs«.
Fongur fyri Rás2
Jógvan Arge nevnir tvær høvuðsorsøkir til, at hann loksins tók av áheitanini frá Rás2 um at hjálpa til við útvarpingini á Álandi.
- Fyri tað fyrsta havi eg ongantíð verið við til einar oyggjaleikir fyrr. Eg ferðaðist so nógv framman undan við landsliðnum, at eg helt tað vera upp á sítt pláss, at aðrir fingu møguleikan til oyggjaleikir, sigur Jógvan Arge.
So meðan aðrir útvarparar ferðaðust til oyggjaleikir, var Jógvan Arge heima í Føroyum og hevði umsjón við, at frásagnirnar komu á skránna og í luftina. Hann tók sær eisini av at siga frá teimum kappingum, sum vóru heima – bæði fótbólti og kappróðri. Tá Oyggjaleikirnir vóru í Føroyum í 1989, var Jógvan heldur ikki við mikrofonina, tí hann noyddist at halda seg undir dýnuni við lungnabruna, sum hann hevði fingið undir kappróðri á Jóansøku.
- Hin orsøkin er, at eg ongantíð havi verið á Álandi. Tað havi eg altíð kunnað hugsað mær, tí Føroyar og hetta oyggjaland verða mangan nevnd í sama andadrátti. Og tá mær samstundis dámar væl at varpa út, koppaði avgerðin tann vegin til endans, sigur Jógvan Arge.
Ítróttafrásagnir hava jú í stóran mun verið partur av hansara arbeiði øll hansara arbeiðsár, og sum hann sigur, so er tað ikki so avgerandi, hvønn hann varpar út fyri.
- Tað, sum eg plagi at leggja meg eftir, er at gera eina góða og spennandi frásøgn, sum lurtarnir tíma at fylgja við í, sigur Jógvan.
- Men at leiðslan í Rás2 fegnast um at hava Jógvan Arge »við umborð« er í hvussu er ikki at yvirdríva. Einki at ivast í, at hann fer at megna at draga enn fleiri fólk til Rás2, ið longu við risatøkum hevur tikið seg fram um almenna Kringvarpið, tá tað um ítróttasendingar ræður
Hestoy og Spitz
Tað liggur í kortunum, at Jógvan Arge eitt nú fer at siga frá svimjikappingum á Álandi.
Svimjing gongur jú fyri seg í váta elementinum, og liggur ikki so ógvuliga nógv frá kappróðri í so máta. Men, sum Jógvan sjálvur peikar á, so er hann heldur eingin ársungi í svimjifrásagnum.
- Eg havi varpað út frá bæði Jón Hestoy og Mark Spitz, so púra óroyndur eri eg ikki á økinum, sigur hann.
Oyggjaleikirnir byrja sum kunnugt leygarkvøldið, og Rás2 sendir sum kunnugt eitt sera sterkt lið til Álands. Eitt lið, sum avgjørt ikki stendur aftan fyri nakran annan, hvørki tá tað ræður um orð ella myndir í blaði ella portali. Og til beinleiðis ítróttafrásagnir hevur Rás2 lagt seg sjónliga á odda. Tað fer enntá eisini at bera til at fylgja leikunum á kykmyndum á portalinum, so tað hevði snøgt sagt ikki borið til at sent eitt meiri fullkomið lið avstað.
Hetta er kortini ikki av tilvild.
- Tá freistin at melda til var úti, var tað bert Miðlahúsið, ið hevði boðað frá luttøku til Oyggjaleikirnar. Tí løgdu vit okkum í selarnar og savnaðu saman tað besta liðið, vit kundu finna. Tí gjørdist tað eisini so stórt. Vit kendju tað sum okkara ábyrgd sum einasti fjølmiðil á Oyggjaleikunum at geva lurtarum, lesarum og hyggjarum í Føroyum tað allarbesta. Tað var eisini orsøkin til, at vit heittu á Jógvan Arge, og vit eru ovurfegnir, at hann játtaði, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
Og sum rosinan í pylsuendanum kann privata útvarpsrásin leggja aftrat:
»... and Rás2 proudly present: The Grand Old Man of Sports Broadcasting!«