soleiðis at bæði sangur og tónleikur fyltu væl og kendust sum ein væl samansjóðað eind. Tað er jú ikki altíð so lætt at spæla countrytónleik sum ein heldur, tí tað eru nógvir faktorar, ið skulu spæla saman [...] enntá klappað uppaftur og hetta fegnaðist hon sum rímuligt er um. Tamra er ein rættulig countrysál og hennara rødd er eisini ein sovorðin. Eftir sum Danmark ikki er eitt rættuligt countryland, so má tað [...] við Yan Swan úr Svøríki frá fyrr av, og eg skilti at hann nú býr í Danmark. Hann hevur altíð verið ein skemtingarsamur persónur, so bæði við sínum kropsliga figuri og annars øðrum skemti syrgdi hann væl
orð: Dánial Hoydal myndir: 3´arin Fløgan er í stóran mun ein solofløga hjá Lenu. Duettin eitur heilt einfalt ?Lena?, og hon hevur skrivað allar tekstirnar sjálv. ?Niclas hevur skrivað løgini til mín, tí [...] syngja inn. Tá var alt liðugt, og vit kundu fara niður til Óla Poulsen, sum skuldi ljóðblanda. Hann er ein løgin snigil og hevði nakrar meiningar um, hvussu alt skuldi gerast, sum vit máttu laga okkum eftir [...] taka hesa fløga við sum eitt slag av demo at vísa fram, men um fólk eru áhugað í henni, kunnu vit kanska selja hana har eisini. Men tann næsta er longu í umbúna. Vit hava longu hugsað um at fara í gongd
í ríkisfelagsskapinum? ? Eg ivist onga løtu í at ein framtíð er fyri Føroyum, og eg haldi ongan mótsetning verða í, um Føroyar verða ein tjóð, ella ein partur av ríkinum. ? Føroyingar hava fingið loyvi [...] seinastu árini, har tað ikki altíð hevur verið so lætt at vera føroyingur. Hvat er ein føroyingur? ? Jú, gamaní, men hvat er ein føroyingur í Danmark. Er tað eitt menniskja sum er føtt í Føroyum og sum dugir [...] krónur. Um tjóðveldið var stovnað tá, høvdu føroyingar ikki havt ein kjans. Teir hava gloymt, at danir tóku um endan, og at teir nú kanska fara at eftirgeva skuldina. Tað er vert at taka til eftirtektar
Australia. Tey høvdu í mong ár verið ein plága fyri ta villu náttúruna har, inntil tey funnu uppá at fáa fatur á teimum og ala tey, tí kjøtið er sera gott. Hetta er nú ein stór útflutningsvøra. Adrenalin- [...] sigldu inn í ein bólk av delfinum, ið so fylgdu bátinum. Tær vóru nógv meira áhugaverdar enn hvalirnir. Tær svumu frammi við stavninum, og kastaðu seg upp eftir síðuni og hoppaðu uppúr. Ein lítil bleiv [...] summarinum. Vit høvdu ein hugnaligan dag saman, har tey vístu okkum ymiskt áhugavert í býnum. Millum alt tað forvitnisliga, dámdi okkum best spákitúrin á keiini. Hetta var orsakað av at ein hópur av árabátum
sanniliga eisini komnir út, síðani Tolkin av álvara gjørdi vart við seg í miðjum 50?unum, og nú er ein mitt úr slagnum skrivað á føroyskum. Sonja Schneider letur søguna leggja mitt í vaðið uttan inngang [...] rýmd undan kúgarunum og ætla sær til dreymalandið Nam Siliam. Bergholið verður funnið og somuleiðis ein eydnusælur heimur inni í fjallinum, har Tey Elstu búgva. Hesi eru eitt slag av varðeinglum, sum eru [...] børnini gloymd eina løtu, meðan onnur skifta orð. Somuleiðis rekast smáar andsøgnir uppi í frásøgnini. Ein er, har børnini siga frá oyðanini av heimbygdini, har tað fyrst stendur, at hermenninir »Drupu øll
av vøllinum, og føroyska liðið minkaði niður í 10 mans. Venjarin Allan Simonsen noyddist at offra ein útispælara og valdi at taka Jan Allan Müller út. Sostatt spældu Føroyar restina av dystinum við einum [...] við flagginum, og endaliga úrslitið 5-0 til Estland má metast sum eitt tað vánaligasta úrslitið ? kanska tað allarvánaligasta ? føroyingar hava fingið, síðani vit fóru upp í altjóða kapping fyri skjótt [...] og vann Føroyum eitt hornaspark. Tað fekk Jan Allan Müller høvdið á, men hann rakti ikki málið. Men ein góð byrjan, sum gav vónir um, at føroyska liðið kundi fáa okkurt burtur úr hesum dystinum. Men alt
Simonsen hevði ikki nógv at brosa um á tíðindafundinum eftir ósigurin móti Estlandi hóskvøldið. Tað er kanska at taka munnin ov fullan at siga, at starvið hjá honum er í vanda, men Allan Simonsen hevur uttan [...] helt munin í spælinum vera so stóran, og hann dugdi ikki at ímynda sær, at føroyska liðið kann spæla ein sovorðnan dyst, sum teir spældu hóskvøldið, aftur. ? Tað er kortini heilt greitt, at vit mugu vera [...] hava stóran áhuga. ? Eg haldi, at vit spældu væl, serliga í fyrra hálvleiki. Teir mistu sjálvandi ein mann, men vit høvdu initiativið so at siga frá byrjan til enda, segði Teitur Thordarsson. ? Í byrjanini
geva størsta gætur. Ein kann sjálvandi velja at halda, at hetta er ein roynd frá bretskari síðu at ?lokka? føroyingar at taka undir við eini skjótari loysn í marknatrætuni, tí ein slík verður fyrst og [...] sum her eru vorðin nevnd, meira og minni eru tengd saman. Ein skeiv avgerð á einum øki kann forkoma alt á hinum. Hóast mangir føroyingar kanska ikki geva sær far um tað og leggja so nógv í tað heldur, so [...] hava keypt nokk av hesum tilfari og harvið eru eins væl førir fyri at meta um møguleikarnar fyri at finna olju í teimum umstríddu økjunum sum bretar. Nú skal ein ikki síggja spøkilsi á alljósum degi, men hinvegin
verður so stutt. Nógv fyri pengarnar Og fyri tann peningin fæst ein rættiliga góð og munadygg innanoyggja flúgving, tí tvær milliónir eru ikki ein dýr samferðsluætlan. T.d. ber til at gera tríggjar ferðir úr [...] best egnaður til endamálið. Eftir at hava kannað ein hóp av flúgvarum eru vit komnir eftir, at tann, sum hóskar seg best til okkara viðurskifti er ein Cessna Caravan, sum tekur níggju fólk, sigur Jens [...] undir regluligt flogsamband ímillum Suðuroynna, Havnina og Vágar um nakrar mánaðir. Í gjár handaði ein bólkur av privatmonnum Landsstýrinum eina fullfíggjaða ætlan fyri, hvussu innanlandsflúgving við flúgvara
Bárði Johannesen í HB-málinum. Eisini hevði Andrew av Fløtum hjá HB ein góðan skallara, sum Magnus Poulsen bjargaði í stórum stíli. Ein hending var í fyrra hálvleiki, sum átti at fingið størri avleiðingar [...] nógvir í tali. Tó so, nakrir vóru. Tað var nær við, at gestirnir løgdu seg á odda tíðliga í dystinum. Ein bóltur bleiv spældur inn um B68-verjuna til Allan Mørkøre, sum sá út til at vera rangstaddur, men púra [...] endaði uttarlaga á øðrum stólpanum. Í tí førinum átti Øssur helst at havt givið toftamonnum leiðsluna. Ein onnur toftaroynd mundi eisini givið mál, men í evstu løtu fekk Hans á Lag bjargað HB, áðrenn bólturin