hetta, og í næstum verða eisini tikin stig á hesi leiðini. Hjá kalsoyingum er støðan hon, at helvtin av oynni er í Klaksvíkar kommunu og hin helvtin ikki. Oyggin er í roynd og veru í tveimum og sundurbýtt [...] fóru upp í Klaksvík, kom hetta sera óvart á øll. Fyri mong í sunnaru helvt av oynni tyktist tað sum um alt hetta hendir yvir náttina, og at fólkini í kommununi vaknaðu um morgunin og vóru tá limir í aðrari [...] til hetta samstarvið, sigur borgarstjórin. Nú alt meiri og meiri verður lagt út á kommunurnar at umsita, hevur tað ført til at fleiri kommunur sjálvbodnar hava lagt og fara at leggja saman. Í Norðoyggjum
verða arbeiðsgenta. Tað var eisini her, at hon og Heri komu at kennast og knýttu ástarbond, og gingu seinni saman í hjúnarlag. Tey eiga trý børn, Louis, Siri og Janna. Persónliga kom eg at kenna Linhild fyri [...] Hansara vegir og hansara hugsanir eru hægri enn okkara vegir og okkara hugsanir. Svárast kennist tó sorgin og saknurin hjá Hera og børnunum og hennara nærmastu, sum hava mist eina góða konu og mammu, vermammu [...] sjálv hevur arbeitt til og kom sera væl frá, og sum hevur glett mangt eitt eygað. Eitt, ið eisini sermerkti hana, var, at hon var altíð í góðari tíð, hon kom til tíðina og var liðug í góðari tíð. Linhild dámdi
ið krevst í einum nútíðarsamfelag. Í 2002 kom Mentunarálitið "Mentan og menning" og sjálvt um tíðin á mongum økjum er runnin frá hesum áliti, so eru fleiri mál í tí, ið vit fara at føra út í verki. Me [...] stovnur hevur, sum tað er í dag, ikki møguleika at seta fólk í fast starv, men við tí ætlaðu játtanini, skal verða rúm fyri hesum. Í ár bleiv Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya lagt saman til ein stovn, Kringvarp [...] sonn gleði at standa her í 2020 og halda enn eina løgmannsrøðu. (Føroyski veljarin er jú trúgvur sum trøllið.) Í dag síggja vit hvønn ávøkstur tað gav, at vit tordu at seta íløgu okkara í mentanina. Longu
Verju- og Løgmálaráðið. Trygdarpolitikkurin skal í fyrsta lagi legitimera trygdar- og tilbúgvingarmál í almennu skipanini í Føroyum, tað vil siga í mun til trygd landsins og vælferð fólksins í breiðum [...] útgangsstøði í hesum landafrøðiliga og stýrisskipanarliga veruleika – at Føroyar eru staðsettar miðskeiðis úti í Norðuratlantshavi og í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland, bundin saman í einari [...] menniskja- og náttúruskaptum hendingum. Terrorhóttanir- og gerðir í tí sambandi, sum tey seinastu 10 til 12 árini á ymiskan hátt og við jøvnum millumbilum eru framd ímóti sivilum málum í Evropa og í øðrum
okkara mótstøðupart í einum og øllum. Vit skulu heldur halda fram sum higartil og vera ein tryggur og sannførandi samstarvspartur hjá oljufeløgunum, eins og øllum øðrum viðkomandi pørtum í hesi umfatandi vinnu [...] hann og vísti á, at í veruleikanum eru oljufeløgini í nógvum lutum fult so nógv okkara samstarvsfelagi sum okkara mótpartur. Tey verða stýrd og mannað av menniskjum av kjøti og blóði, sum eins og vit hava [...] ríkidømi, so at vit at enda standa eftir við ongum uttan einum skamfarnum samfelagi. - Sjálvandi skulu vit ansa okkum, í hesum eins og í øllum øðrum viðurskiftum. Eftir míni meting skal hetta tó ikki gerast
eydnaðist. Teir fingu vinnandi londini at skipa fyri fólkaatkvøðu í Slesvík í februar 1920, og uppskotið um at flyta undir aftur donsku krúnuna fekk dygga undirtøku í Noðrurslesvík, og soleiðis fingu danir aftur [...] samfelagsfrøðingur og master í lóg, skrivar tíðargreinina: Eg eri ikki bilsin um, at Mette Frederiksen ikki vil standa við sínar orðingar um trý lond í ríkissamstarvi á jøvnum føti og heldur ikki vil orða [...] til kollveltandi broytingar um allan heim og eisini í Føroyum. Her var onki samband við Danmark, og skipanir við føroyskari luttøku máttu setast í staðin, og soleiðis kom tjóðin Føroyar undan kavi. Tá
verjuskipari var liðformaðurin støðugt í fokus, og fyri tað allar mesta megnaði hann eisini at vera tann, sum gekk á odda í royndini at standa móti støðuga trýstinum. Tóktist tó í einstøkum førum nakað tungur, [...] avrikið móti Kypros, og verður hugsað um mótstøðuna, so var bitin eisini størri hesaferð. Kom tí á ongan hátt eins nógv frameftir í spælinum, sum hann gjørdi á Svangaskarði, og í nøkrum førum hevði hann [...] megnaði hann í nógvum førum at hugsa tað pettið skjótari, sum er so alneyðugt í altjóða dystum. Tordi og vildi bjóða av, og var eisini um reppið at javna til 1-1, tá hann sera neyvt stútaði móti franska málinum
við. Eins og balkan-londini hava sín serliga spælistíl, og ferðin í longum løtum er lá, fyri síðani at økjast ógvusliga. Hjá Ísrael kom hendan løtan seinastu 8-10 minuttirnar undan steðginum, og vórðu okkara [...] tøkur longur, og tað hevur sett krøv til nýggju kreftirnar. Og hóast hesar fyri tað nógva eru óryndar, so prógvaðu teir - saman við teimum gomlu - at knotur eru í føroysku spælarunum. Og at tað heldur [...] trupulleikar við at senda bóltin í tóma málið. Hetta kundi verið startskotið hjá Ísrael, sum helst skuldi vinna ein trivaligan sigur, um teir skuldu standa seg í HM-undankappingini. Og ivaleyst kundi hetta eisini
skilja føroyingar og føroyska mentan, sigur Søren Christensen millum annað í samrøðu við Sosialin í dag. Hann hevur í nógv ár javnan verið í Føroyum - tríggjar ferðir higartil í ár, og hann skilur sostatt [...] gini síðst í 90 unum, og sum aðalskrivari í Norðurlanda Ráðharrastovninum hevur hann verið við til at taka avgerðir um Norðurlandahúsið, eins og hann er við í arbeiðinum á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn [...] millumliður millum Føroyar og Danmark, og júst hetta metir Søren Christensen vera sín størsta fyrimun. Eftir nógvum árum í donsku fyrisitingini og sum aðalskrivari í Norðurlanda Ráðharrastovninum, kennir
gummuni, og skipara og manning á Bakkafossi, eina serliga kvøðu við góðum ynskjum um siglingina og hagreiðingina í ókomnum døgum. Rasmus var langabbi Regin, og í einum brævi til William Heinesen í 1929 skrivar [...] til og frá Oyggjunum. Onkuntíð kom eitt, okkurt annað árið tvey og viðhvørt onki skip til landið, ið hevði og hevur so stóran tørv á vørubýti. Berligt á mangan hátt og í aðrar mátar ríkt, serliga í maritima [...] sær siga. Teir báðir tóku í hondina á hvørjum øðrum í vissuni um, at eitt orð er eitt orð og at ein maður er ein maður. Og tað gekk eisini – báðir partar vóru nøgdir. Í einum brævi, sum William Heinesen