Spælaraummæli
1. Jákup Mikkelsen, B36 (39 dystir/0 mál)
Var í serflokki fremsta orsøkin til, at franski sigurin ikki gjørdist størri enn tað sama. Málini fekk hann einki gjørt við, men hevði í nógvum øðrum førum frálíkar bjargingar, tá fronsku stjørnurnar gjørdust leysar. Ikki minst mundi Thierry Henry kenna seg heldur frustreraðan, tá tað ikki eydnaðist honum at skora. Og so var eisini gleðiligt at síggja, at hann í fleiri førum varð standandi á beinunum, heldur enn at selja seg, tá hann fór út ímóti.
2. Súni Olsen, AaB (22/1)
Var kanska ein av føroysku spælarunum, sum ikki spældi upp til sítt allar besta hesaferð. Men tað skyldaðist kanska eini kvika Malouda, sum støðugt legði stórt trýst á í borðinum. Kom ikki so nógv niðan til vandamiklu diagonal-bóltarnar, sum plaga at eyðkenna gøtumannin, og var í tveimum førum fyri steðgin orsøk til óneyðugan bóltmiss. Var tó eisini maðurin, sum legði upp til bestu føroysku royndina, tá Claus mundi stúta Føroyar upp á 1-1.
3. Mortan úr Hørg, VB (2/0)
Fekk afturval eftir góða avrikið móti Kypros, og verður hugsað um mótstøðuna, so var bitin eisini størri hesaferð. Kom tí á ongan hátt eins nógv frameftir í spælinum, sum hann gjørdi á Svangaskarði, og í nøkrum førum hevði hann hug at selja seg, heldur enn at sýna neyðuga tolið yvir fyri beinleiðis mótstøðumanninum. Varð skiftur út tíðliga í seinna hálvleiki, men spældi seg á ongan hátt av liðnum.
5. Jón Rói Jacobsen, BK Frem (23/0)
Eftir laka avrikið móti Kypros, var Jón Rói hesa ferð ein sannur brandur í føroysku verjuni. Átti í nógvum førum avgerandi fótin, sum forðaði fyri franskari skotroynd, og tó at hann í luftspælinum var yvirmatchaður av Cisse, so var hann hvørja tí einastu ferð uppi og órógvaði, so Liverpool-stjørnan ikki fekk alt ov lætt spæl.
6. Rógvi Jacobsen, KR (34/6)
Kom av beinkinum seinastu 25 minuttirnar, tá nýtt blóð skuldi setast í álopspartin. Var við kropsstyrki sínari við til at halda fast í mótstøðuliðnum hesa seinastu løtuna. Men tá var ferðin sum so farin av dystinum, og tí kann avrikið ikki av álvara metast.
7. Fróði Benjaminsen, B36 (33/2)
Byrjaði hart og kontant við at jarðleggja Zidane, tá hesin ætlaði sær ígjøgnum føroyska miðvøllin, men eins og restin av liðnum, so gekst tó illa at seta seg í respekt. Royndi tó støðugt at fáa skipað føroyska spælið, tá møguleikin var til tess, og var aloftast ein av millumstøðunum, tá føroyskt uppspæl varð fingið í lag. Tykist tó enn hava trupult við at røkka støðinum sum hann var á og týdninginum, sum hann hevði fyri liðið fyri tveimum árum síðani.
8. Claus Bech Jørgensen, Coventry CFC (7/1)
Hóast hann var nakað ivasamur fyrr í vikuni, so var Claus tøkur, tá dysturin stóð fyri framman, og tað munnu føroyingar fegnast um. Tað var sjónligt, at hann var vanur við eina hægri leikferð enn liðfelagarnir, og tí megnaði hann í nógvum førum at hugsa tað pettið skjótari, sum er so alneyðugt í altjóða dystum. Tordi og vildi bjóða av, og var eisini um reppið at javna til 1-1, tá hann sera neyvt stútaði móti franska málinum. Saman við stóra arbeiðsavrikinum merktist sjúkralegan tó, sum dysturin leið, og útskiftingin var á ongan hátt ónáttúrlig.
9. Jákup á Borg, HB (41/2)
Var ein av føroysku spælarunum, sum stóð hampuliga sterkur í myndini - hóast hetta ikki tolir sammetingar við mótstøðuna. Arbeiddi sum ein hestur í allar 90 minuttirnar, og tók eisini lut í nógvum av tí, sum føroyingar megnaðu at skapa niðaneftir. Kom eisini í einstøku førum til innlegg, og var á hendan hátt við í uppspælinum til vandamestu føroysku royndina eftir steðgin.
10. Todi Jónsson, IK Start (45/9)
Ikki enn einaferð freistast tú at siga, nú Todi aftur mátti av vøllinum við einum vøddaskaða. Í hesum førinum fekk hann tó ikki sannført um leiklutin, sum hann kann hav fyri føroyska liðið. Var alt ov einsamallur í so máta, og tá mótstøðumenninir eru somikið sterkir og skjótir sum Thuram og Boumsong, megnaði føroyska essið ongantíð at skræða seg leysan av markeringunum.
11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager (20/1)
Skuldi hesa ferð vera bindiliðið millum miðvøll og álop, og undir givnu umstøðunum var tann leikluturin sera tungur at fullføra. Royndi tó at halda bóltinum, tá hann varð spældur niðan, og leitaði ofta djúpt, tá miðvøllurin skuldi avlastast.
12. Christian Høgni Jacobsen, NSÍ (23/2)
Kom á vøllin fyri Mortan úr Hørg, og var við til at styrkja um føroyska spælið í høgra verjuborðið. Hættaði sær eisini niðan eftir vøllinum nakrar ferðir, tá trýstið var nógv linkað, og sýndi enn einaferð, at hann eisini er ein gardering á hesum plássinum. Men tað verður helst sum áleypari, at vit koma at síggja hann í næta dystinum.
13. Óli Johannesen, TB (74/1)
Sum verjuskipari var liðformaðurin støðugt í fokus, og fyri tað allar mesta megnaði hann eisini at vera tann, sum gekk á odda í royndini at standa móti støðuga trýstinum. Tóktist tó í einstøkum førum nakað tungur, tá hann einar tvær ferðir hevði ilt við at standa á vøllinum. Taldist tó sum heild millum stinnastu føroysku spælararnar, og so skulu óteljandi væl eydnaðu off-side fellurnar ikki gloymast, tá týdningur hansara fyri liðið skal gerast upp.
14. Ingi Højsted, B36 (2/0)
Var helst mest óvæntaða elementið í føroysku uppstillingini, men í nógvar mátar takkaði hann venjaranum fyri álitið. Hóast umstøðurnar vóru alt annað enn lættar við Viera, Zidane og Makelele sum beinleiðis mótstøðumonnum, so var farið við fullari megi í hvønn nærdyst, og í uppspælinum sýndi hann eisini dygdir. Hevði eisini eina av fáa føroysku skotroyndunum, men tann bólturin var nærri stadion-urinum enn franska málinum.
17. Heðin á Lakjuni, KÍ (15/1)
Kom á vøllin fyri Claus, tá kreftirnar ikki rukku longur, og skuldi við skjotleika sínum helst vera avbjóðandi í spælinum. Kom tó ongan tíð av álvara inn í dystin, og kann tí illa metast fyri avrikið.