Flemming Rose, uttanlandaredaktørur á Jyllands Posten vitjar Føroyar

– er hansara vitjan eitt trygdarpolitiskt evni, sum Føroyar skulu fyrihalda seg til?

Henrik Weihe Joensen, ráðgevi í trygdar- og tilbúgvingarmálum og fyrrverandi tilbúgvingarstjóri í Føroyum
-----
Flemming Rose, sum er uttanlandaredaktørur á tíðindablaðnum Jyllands Posten hevur fyrilestur í Norðurlandahúsinum í Tórs­havn komandi fríggja­dag 6. september 2013. Fyri­l­est­urin ber heiti “Tavsheden, ytringsfriheden og de forbandede tegn­ing­er.” Flemming Rose var mentanarredaktørur á Jyllands Posten, tá ið avís­in tann 30. september 2005 almannakunngjørdi eina grein, ið bar heiti “Mu­ham­meds ansigt.” Greinin inni­helt 12 satiru-tekningar av Muhammed og ein út­grein­andi tekst, sum var skriv­að­ur av Flemming Rose. Al­manna­kunngerðingin av Mu­ham­med tekningunum í Jyllands Posten viðførdi stóra vreiði í stórum pørtum av muslimska heiminum, har fleiri lond eftirfylgjandi settu í verk handilstiltøk mót­vegis donskum vørum. Í kjalar­vørri­num av teimum nógv um­røddu tekningunum, bleiv Flemming Rose eitt yvir­gangs­mál – hóttir eftir lívi­num, og hann hevur havt brúk fyri politiverju.
Flemming Rose má fram­haldandi sigast at vera eitt møguligt yvir­gangs­mál – í fyrsta lagi er yvirgangshóttanin vend persónliga mótvegis Flemm­ing Rose og danska sam­felag­num. Men, hvat nú, um fyrilesturin hjá Rose í Før­­oyum hevur tann av­leið­­andi virknað, at við­gongd­ir persónar, sum hava hótt Rose, ella sum taka undir við hóttanunum, seta sjóneykuna á føroyska sam­felagið. Føroyar hava ikki í dag ein trygdarpolitik og eina ætlan fyri, hvussu yvir­gangs­spurn­ing­urin skal hand­farast. Hetta kann vera ein trupul­leiki í dag og sum frá líður, tí yvirgangshóttanir- og gerðir í tí sambandi eru tvør­tjóða, har tað er tørvur á eini tvørgangandi samskipan myndug­leikar og lond ímill­um.
Uttanríkis-, trygdar- og verju­politikkurin – felags ábyrgd fyri at samstarva um at Føroyar gerst partur av trygdarpolitikkinum, sum verð­ur legitimeraður í al­men­nu skipanini.
Sum eg vil greiða nærri frá, so meti eg, at fyrilesturin hjá Flemming Rose í Føroyum er eitt trygdarpolitiskt evni, sum Føroyar skulu fyrihalda seg til, hóast uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkurin, undir hesum viðurskifti við­víkj­andi politinum, eru donsk málsøki sambært heima­­stýris­lóg­ini. Yvir­gangs­hótt­anir- og gerð­ir, og vandar annars mót­vegis sam­feløgum í vestur­heimi­num í dag eru óvæntaðar, fara um landamørk og eru fløkt­ar. Spurningurin um ábyrgd­­a­r­viðurskiftini í uttan­­ríkis-, trygdar- og verju­politikki­num í ríkis­felags­skapi­num mill­um Danmark og Føroyar má ikki forða fyri tí skyldu, sum danskir og føroyskir myndugleikar hava sínamillum, at sam­starva um at evna til ein yvir­skipa­ðan trygdar-, verju- og tilbúgvingarpolitik, sum saman­sjóðar Danmark og Før­oyar á trygdarpolitiska øki­num. Frameftir vil ein tílík samansjóðing styrkja donsk­um og føroyskum myndug­leikum í útinnan av felags tilbúgvingarátøkum mót­vegis menniskja- og náttúru­skaptum hendingum, undir hesum átøk mótvegis yvir­gangshóttanum- og gerðum. Við­komandi myndugleikar í Føroyum í mun til uttan­ríkis-, trygdar- og verju­politikkin, undir hesum til­búgv­ing­ar­politikkin, eru í fyrsta lagi Løgmansskrivstovan/Uttan­ríkistænastan og Fiski­málaráðið, sum eru kontak­t­myndug­leik­ar Før­oya mótvegis viðkomandi donsk­um myndugleikum, sum í hesum førinum eru Uttan­ríkis-, Verju- og Løg­mála­ráðið.
Trygdarpolitikkurin skal í fyrsta lagi legitimera trygd­ar- og tilbúgvingarmál í almennu skipanini í Før­oy­um, tað vil siga í mun til trygd landsins og vælferð fólksins í breiðum høpi. Ein háttur at legitimera trygdar- og til­búgvingarmál í almennu skipan­ini, er, at hava hetta øki sum eitt fast evni á hvørjum stjórn­ar­grundarlagið (sam­gongu­skjalið), óansæð hvørj­ir politiskir flokkar stjórna landinum. Har næst skal legitimiteturin hjálpa til við at staðfesta í hvørj­um aðalráðið trygdar- og tilbúgvingarmál eru rætt­ast staðsett. Aðalráðið á embætismannastigi, sum hevur fingið – og tik­ið til sín – trygdar- og til­búgv­ing­ar­legitimitetin, skal síðani tryggja, at evni trygd og til­búgving í Føroyum, sum virk­ar tvørtur um politisk floks­mørk, er við á hvørjum sam­gongu­skjali óansæð poli­tiska samanseting.
Metingar um yv­ir­gangs­hótt­an­­ina, sum fregn­ar­tæn­ast­ur­nar hjá politinum og herv­­aldi­num hava gjørt.
Fregnartænastan hjá poli­tinum (PET), undir hes­um mynd­u­g­leika Center for Terr­or­­a­na­lyse (CTA), metir tann 8. januar 2013 yvir­gangs­hótt­an­ina mótvegis Danmark á henda hátt: “Det er vores vur­der­ing, at der fortsat er en al­vorlig terrortrussel mod Dan­mark. Danmark er stadig et pri­or­iteret terrormål for mili­tante islamister, og det sam­l­­ede trusselsbillede er i da­g mere fragmenteret, dyn­a­misk og komplekst og dermed også mere u­forud­sig­­e­­ligt end tidligere. ...” Á hvønn hátt málið um tekn­ingarnar framhaldandi hava ein týdning fyri yv­ir­gangs­hótt­an­ina mótvegis Dan­­mark, skrivar PET m.a. á henda hátt: ”Antallet af sage­r, hvor der er set konkret an­grebsplanlægning og/eller angrebsforsøg mod Dan­mark eller danske interesser i udlandet med bag­grund i tegningesagen, er steget i perioden 2010-2012. Samlet set er antallet i de seneste år således høj­ere end under den første periode af tegningesagen (2005-2008) og i perioden efter genoptrykningen (2008-2010). Denne udvikling understreger det fortsatte fokus på Danmark blandt mili­tan­te islamister, og at der fortsat er en alvorlig terrortrussel mod Danmark. CTA vurderer, at denne tend­ens vil fortsætte de komm­en­de år, ...”
Fregnartænastan hjá her­valdinum (FE) skrivar í sínari váða­meting fyri 2012 m.a. so­ljóð­andi, at “Mens truslen fra selve al-Qaida er faldet, er det sandsynligt, at truslen fra de tilknyttede militante islam­ist­iske grupper vil komme fra flere lande. Dette vil på kort sigt hovedsageligt have betydning for vestlige interess­er i de områder, hvor disse bevægelser har hjemme. ...” FE skrivar eisini, at “Al-Qaidas robuste støtte­strukt­urer modvirker i et vist omfang svækkelsen af den centrale ledelse. ... Mili­tante islamister fra Skand­i­nav­ien benytter disse støtte­strukt­urer til at rejse til terror­gruppernes fristeder og kon­fliktområder for at få træning og kamperfaring. Det skaber en risiko for, at de senere bliver indsat mod deres hjemlande. ... Svækkel­sen betyder også, at al-Qaida og de tilknyttede grupper satser mindre på komplekse angrebsformer. Desuden kommer truslen fra såkaldte solo­terrorister, dvs. personer, som kun har perifer berøring med mere organiserede grupp­er og primært er blevet inspireret af disse. Et markant eksempel herpå er fransk-algerieren, der i marts 2012 skød og dræbte seks personer i Toulouse i Fran­k­rig. ...”
Nýggj trygdardagsskrá í vestur­heiminum – Danmark styrk­i­r átøk hjá samfelagnum mót­vegis menniskja- og nát­túru­skaptum hend­ing­um.
Terrorhóttanir- og gerðir í tí sambandi, sum tey seinastu 10 til 12 árini á ymiskan hátt og við jøvnum millumbilum eru framd ímóti sivilum mál­um í Evropa og í øðrum heims­pørtum, hava saman við øktari alheimsgering og enda­num á kalda krígnum ført við sær eina nýggja trygd­ar­dagsskrá fyri lond í vestur­heiminum. Í altjóða høpi hevur Danmark verið ein fyrimynd í tilgongdini at styrkja og gera munagóð átøk mótvegis menniskja- og náttúruskaptum hend­ing­um, undir hesum átøk og tilbúgving mótvegis yvir­gangi. Tann nýggja trygd­ar­dags­skráin hevur m.a. ført við sær, at hernaðarverjan er umskipa – skipanin við territorialverjuni er slept og í staðin fyri er hernaðarverjan sett breiðari saman, har eind­ir á aðrari síðuni vera brúkt­ar í altjóða átøkum og á hinari síðuni er skipa ein innan­ríkis heildarverja, sum skal brúkast í sambandi við eitt nú yvirgangsálop og stór­skaðatilburðir. Við at leggja áherðslu á innanhýsis trygd­ina hjá landinum, blivu fregnartænasturnar hjá politinum og hern­að­ar­valdinum styrktar um­framt sivila tilbúgvingin. Har­um­framt er samskipanin av størri átøkum, har talan er um stórskaðatilburðir og/ella serligar hendingar, bliv­in styrkt í og við, at ein kreppueind – National Opera­tiv Stab – er sett á stovn.
Stjórnargrundarlagið frá oktober mánaða 2011 – “Et Danmark, der står samm­en” – fylgir nýggju trygd­ar­dags­skránni upp og tilgongdini, at styrkja um átøk og tilbúgving mót­vegis yvirgangi við m.a. at kunngera, at stjórnin ynsk­ir at lata úr hondum eina samlaða ætlan fyri á­tøk hjá Danmark mótvegis al­tjóða yvirgangi. Eisini ynsk­ir stjórnin, at halda fast í einari sterkari og smidligari tilbúgving, har samstarvið millum politiið, hernaðarligu verjuna, sivilu tilbúgvingina og heimaverjuna skal trygg­ja, at alt tøkt tilfeingi í til­búgvingini verður brúkt á skila­besta hátt til operativ á­tøk. Danska stjórnin ynsk­ir eisini, at tað vera hildnar regluligar venjingar í kreppu­stýring, sum skal tryggja, at teir ymisku aktørarnir í til­búgv­ingini eru førir fyri at hand­fara stórskaðatilburðir og/ella serligar hendingar.
Føroyar eru ikki við í tilgongd­ini viðvíkjandi nýggju trygdardagsskránni fyri lond í vesturheiminum.
Føroyskir myndugleikar hava ikki í neyðugan mun verið við í hesi tilgongd í sambandi við nýggju trygd­ar­dags­skránni í vestur­heimi­num, at styrkja um átøk­ini hjá samfelagnum mót­vegis menniskja- og nátt­úr­u­skapt­um hend­ing­um. Hetta, hóast ein løgtingssamtykt frá 2004 og ein felags yvirlýsing frá løgmanni og danska uttan­ríkis­ráð­harranum í 2005 – sokallaða “Fámjin-yvirlýsingin” – bóru upp á mál eitt greitt ynski um, at í fyrisitingini av uttanríkis- og trygdarmálum, sum hava týdning fyri Føroyar, er tað natúrligt, at Føroyar verður tikið við og hevur med­ávirk­an. Eisini stendur tað skriva í Fámjin-yvir­lýsing­ini, at “der er tale om en ægte medinddragelse og medindflydelse med sigte på ligeværdighed i alle spørgsmål hvor Dan­mark og Færøerne i fælles­skab er inddraget.” Í við­merk­ingunum til upp­skoti til fyrr­nevndu løg­tings­sam­tykt, skrivar løg­mans­skrivstovan við­víkjandi tí at taka støðu og samábyrgd í mun til trygd­ar­politikkin, at “Føroyar eru so ella so partur av størri heild í trygdarpolitiskum høpi. Føroyar kunnu sjálv­sagt lata vera at taka støðu, við tí avleiðing, at lata upp í hendurnar á øðrum fult og heilt at taka avgerðir um støðu landsins og tí, ið hendir á føroyskum øki. Harumframt førir ein slík ikki-støðutakan til, at granna­lond Føroya onga orsøk hava til at líta á Føroyar, tá um trygdarpolitikk ræð­ur. Úrslitið av tí kann lætt­liga gerast, at føroyskir myndug­leikar verða avbyrgdir í trygd­ar­politiskum høpi. Onn­ur leið er at taka støðu og medábyrgd, og soleiðis tryg­g­ja Føroyum innlit og ávirk­an.”
Føroyska stjórn­ar­grund­ar­­lagið frá november mán­að 2011 snýr seg ikki um Før­­oyar í einum trygdar-, ver­ju- og til­búgv­ing­ar­lig­um høpi og í mun til nýggju al­tjóða trygd­ar­dags­skránna. Tað verður tó víst á í stjórn­ar­­grund­ar­lag­num, at geo­pol­it­iska/strat­eg­iska støða Føroya í mun til NATO og Arktis skal greinast. Grein­ingin – “Føroyar, eitt land í Arktis” – bleiv av­hendað løg­manni fyrr í ár – ein út­grein­ing, sum er maki til, og tek­ur støði í, “Kongeriget Dan­marks strategi for Arktis 2011-2020.”

Økt altjóða luttøka og sam­­starv hevur við sær, at trygd­­a­r­pol­i­tikk­urin má sam­ein­­ast við føroyska sam­fel­ag­ið.
Menniskja- og nátt­úru­skapt­­ar ­hendingar, undir hes­­­um yv­ir­gangs­hóttanir- og gerðir, hava ein uttanríkis- og trygd­­ar­politiskan týdning fyri Føroyar, sum eg vil royna at lýsa við teimum trim­­um niðanfyri nevndu døm­u­num.
Fyri tað fyrsta hevur heild­ar­­spurn­ing­urin viðvíkjandi yv­ir­­gangi eitt sermerki við at vera tvørtjóða, sum merk­i­r, at yv­ir­gangs­hótt­an­ir- og gerðir flyta lætt yvir um landa­mørk og eru har til torførar hjá londum at stýra. Hetta hevur aftur við sær, at heildarspurningurin um yvirgang krevur eina samskipan, sum fer tvørt­ur­um myndugleika- og landa­mørk.
Fyri tað næsta hevur Dan­mark tey seinnu árini ført ein aktivistiskan uttan­ríkis- og trygdarpolitik, sum hevur havt eitt hern-að­ar­ligt umframt eitt virðis­kent eyðkenni. Aftaná yvir­gangs­álop­ini í USA í 2001 hevur henda aktivisma hjá dønum verið borin fram sum eitt liberalt-demokratiskt mót­spæl vestanifrá til tær eina­veld­is kreftir, sum ikki neyðturviliga koma eystani­frá, men sum vóru settar í samband við kúgandi eina­ræðis­stýrir runt um í heimi­num. Danmark hevur á henda hátt verið í tøttum samstarvi við USA í sambandi við hermálslig á­tøk altjóða. Hetta sam­starv setir Danmark og í hes­um sambandi Føroyar og ríkisfelagsskapin í saman­hang við kríggið hjá USA ímóti teimum londum og felagsskapum, sum USA metir standa aftan fyri yvir­gangshóttanum- og gerð­um mótvegis USA og heimssamfelagnum ann­ars. Í sínari frágreiðing til Fólka­tingið í 2012 um trygd­ar­politik, umtalar danski uttan­ríkisráðharrin luttøku Dan­markar og aktivistiska trygd­ar­politikkin m.a. á henda hátt: “Dansk sikkerhedspolitik sigter på at tage medansvar for hånd­teringen af de globale sikker­hedsudfordringer. ... Dan­mark har løftet opgaven ved at levere substantielle og rele­vante militære og civile bi­drag til internationale ind­sats­er. Danmarks engage­ment har været præget af risikovillighed, hvor vil­kår­ene ofte har været van­ske­lige. ...”
Fyri tað triðja er før­oyska samfelagið við í al­heimsgerini, har føroyskt vinnu­lív er við altjóða og hev­ur samhandil við lond inn­an- og uttanfyri Evropa. Føroyar bjóða seg fram á ymisk­um økjum, eitt nú sum olju­vinnu­t­jóð, har Føroyar hava sett í verk grundregluna um “open door” í sambandi við at geva út loyvir til leiting á før­oyska landgrunninum, har flei­r­tjóða fyritøkur fara at gera tvær kanningarboringar næsta ár. Á flutningsøkinum er ferðslan økt til og frá Før­oyum í luftini og á sjón­um. Í hesum sambandi verð­ur arbeitt við at fáa fleiri útlendsk feløg til at brúka føroyska flogvøllin. Á sjó­øki­num komu Føroyar og “Merkið” í 2012 á Hvíta Lista hjá Paris MoU, sum skuldi verið grundarlag fyri at al­samt fleiri útlendsk reiðaríir vera skrásett í Føroya altjóða skipa­skráseting. Eisini hava før­oysk reiðaríir útvegað sær góð­ar sáttmálar við altjóða olju­feløg, sum viðførir, at skip­ini m.a. sigla út fyri Afrika. ES-handilstiltakið, sum er sett fram mótvegis Før­oy­um, er eitt dømi um al­ment/vinnuligt samstarv Før­oya í altjóða høpi, sum er blivin til eina møguliga kreppu­støðu. Henda støða kann við tíðini ávirka trygd land­sins og vælferð fólksins nei­liga, vísandi til nýggju trygd­ar­dagsskránna, sum er nevnd omanfyri, og víð­kaða trygdarhugtakið, sum skal síggjast í ljósinum av, at trygdarpolitikkurin í dag eisini skal taka atlit til búskaparligar, sosial­ar og umhvørvisligar vand­ar og kreppustøður. Menn­ing­­in í kunningar- og sam­skiftis­tøknini “ger heimin min­ni” – fyrilestrar, sum vera hildn­ir í Føroyum við evnum um til dømis islam í mun til demo­krati og skrivi- og talu­fræl­si, kunnu fylgjast bein­leið­is um allan heim um al­nót­ina.
Tað er gott og positivt, at Føroyar eru við í al­heims­gerini við teimum menn­ing­ar­møguleikum, ið alheimsgerin hevur við sær. Men, henda menning við­førir eisini nakrar týðandi av­bjóð­ingar á uttanríkis-, trygd­ar- og verjupolitiska øki­num, og undir hesum eisini á tilbúgvingarpolitiska økinum. Føroya landsstýri og Danska stjórnin vera noydd til at fyrihalda seg til hes-ar avbjóðingar í komandi tíð­um. Avbjóðingar, sum sam­bært omanfyrinevnda kun­nu takast samanum til at hava ein tættan samanhang við luttøku Danmarkar í her­máls­ligum átøkum í al­tjóða høpi, økt­ari luttøku hjá Føroyum í al­tjóða vinnulívið, hóttanir og vandar av menniskja- og nátturuskaptum ávum, sum eru tvørtjóða, fløktir og óvæntaðir umframt tann hóttanarmyndin sum fram­veg­is er mótvegis Danmark sam­bært metingini hjá PET.
Tørvur er á einum felags danskt/føroyskum trygd­ar­politikki, sum leggur áherðs­lu á sivil-hernaðarliga samhugsan í mun til heild­ar­verju­na.
Í donsku avtaluni á verju­øki­num 2013-2017 stendur m.a. skriva, at “Dansk forsvar har grundlæggende til formål at hævde det danske riges suverænitet og sikre landets fortsatte eksistens, integritet og sikkerhed. Truslerne mod Dan­mark kan opstå overalt i verden og er uforudsigelige og komplekse. ...”
Danska verjulógin er gald­andi í Føroyum, og endamáli og uppgávurnar í lógini taka útgangsstøði í einum víð­kað­um trygdarhugtaki – samsvarandi nýggju trygd-ar­dagsskránni, ið er nevnd oman­fyri – har hugtaki um trygd ríksins – sivilverja og stjórn­ar­verja (continuity of govern­ment) – er tikið burtur til frama fyri hugtaki um sivila trygd fyri almenningin (continuity of society). Verju­lógin ásetir eisini, at danska verjan kann veita ym­iska hjálp til føroyska sam­felagið. Tann føroyska til­búgv­ingarlógin bleiv sett í gildi í fjør summar, og enda­máli við lógini er m.a. at tryggja eina samvirkandi til­búgv­ing fyri alt landið, mill­um annað við hjálp frá ein­um Tilbúgvingarráðið. Sam­bært kunngerð til føroysku rættargangslógina § 108 – tann sokallaða “general­fuld­magt­en” – er uppgávan hjá politi­num m.a. at varðveita trygd, frið og skil í landinum. Verju-, tilbúgvingar- og rætt­ar­gangslógin eru týdn­ing­ar­mikil amboð til at menna eitt trygt og sterkt før­oyskt samfelag, har sivil-hern­að­ar­ligir førleikar og upp­gáv­ur vera sameindar og samhugsaðar í einari heild­ar­verju, sum er eitt samstarv millum politiið, hernaðarligu verju­na, sivilu tilbúgvingina hjá land og kommunum og bjarg­ingar­feløg­ini. Nevndu lógir og heild­ar­verjan skulu í verki fremja trygdarpolitikkin í Føroyum.
Føroyar hava seinastu árini yvirtikið trý týðandi máls­øki sum sermál, sum hava stóran trygdar- og til­búgv­ingarligan týdning. Leit­ing og bjarging á sjónum í 2002, havumhvørvismál í 2003 og samskipan av til­rættis­leggingini av sivilu til­búgvingini í 2007. Yvir­tøk­ur­nar eru allarhelst gjørdar eftir bestu politisku sann­føring og eftir besta føri­muni. Men trupulleikin er, at hesi økir ongantíð eru sett inn í ein yvirskipaðan danskt/føroyskan trygdar- og verjupolitikk – økini eru tik­in yvir hvør sær, uttan eina yvir­skipaða trygdarpolitiska ætl­an, soleiðis at tað í dag er to­r­ført seta økini inn í ein trygd­ar- og tilbúgvingarligan saman­hang. Trygdar- og til­búgv­ingarpolitikkurin vil í stór­an mun veita vissu fyri, at tað er ein yvirskipaður sam­an­hang­ur millum allar áhuga­part­ar, sum hava við trygd og til­búgving at gera, soleiðis at tað er eitt natúrligt samstarv millum áhugapartarnar tvørt­ur um myndugleika, fyri­tøku og landamørk. Har næst vil trygdar- og til­búgv­ing­ar­politikkurin í stór­an mun tryggja, at tað er sam­svar millum operativa virk­semi hjá útinnandi eind­um og teir karmar, sum av­varð­andi myndugleikar seta upp við lógarverkið og man­na­gongd­um. Hesin sam­an­hangur er ein avgerandi fortreyt fyri, at føroyska samfelagið er ført fyri taka sær av teimum av­bjóðingum, sum í framtíðini stand­ast av menniskja- og náttúru­skaptum hendingum og vand­um.
Ein vantandi føroysk lands­­umf­atandi olju­til­búgv­ing­ar­ætlan er eitt dømi um eitt øki, sum mangl­ar at vera sett inn í ein yvirskipaðan trygdar- og tilbúgvingarpolitikk, og sum hevur havt við sær, at tað í dag ikki er undir­tøka á politiskum og em­bætis­manna­stigi fyri, at skipa olju­tilbúgvingina í Før­oy­­um. Landsoljutilbúgv­ingar­ætlanin eigur í Føroyum, sam­bært havumhvørvis-, kol­vet­nis- tilbúgvingar- og verju­lógini, at gerast sum eitt samstarv millum land, kommu­nur, fyristøðufelagið og donsku verjuna. Sum nevnt omanfyri, verða gjør­d­ar oljuboringar á før­oyska landgrunninum næs­ta ár, og tískil eigur olju­til­búgv­ing­ar­ætlan­in at raðfestast høgt í almennu skipanini. Tað eru 3 ár síðani Deepwater Hori­zon stórvanlukkuna, har 11 persónar doyðu og stór­ar mongdir av olju og gassi í fleiri vikur lóku út í Meksikoflógvan. Í ár eru tað 25 ár síðani Piper Alpha stórvanlukkuna á olju­boripalli í Norðsjónum, har 167 fólk lótu lív. Fyrr­ver­andi stjórin í norska Petrole­um­stil­synet, Magne Ognedal, sig­ur m.a. soleiðis, tá hann verð­ur spurdur, um eitt óhapp sum við Piper Alpha kann henda í dag: “Jeg tror svar­et på det er ja, ...” Víðari sig­ur Ognedal, at “Piper Alpha var – og er fortsat – en kraft­ig påmindelse om at det er et stort ulykkespotensial i denne næringen og at det er en udfordring at styre risikoen, ... Vi har sett mange hendelser etter Pip­er Alpha som har hatt stort potensial og lett kunne ut­vikl­et seg til storulykker eller katastrofer. Også her på norsk sokkel. Risikoen i denne virksomheten er stor, men den kan styres. Dét krev­er full oppmerksomhet – 24 timer i døgnet, sju dager i uka, 365 dager i året. Det er aldrig anledning til å slappe av.”
Kjarnorkutilbúgvingin er eitt annað dømi um eitt yvir­tikið málsøki, sum krev­ur samstarv tvørtur um myndug­leika- og landamørk, og sum manglar at vera sett inn í eitt trygdarpolitiskt høpi. Kjarnorkutilbúgvingin er í dag óvirkin í Føroyum, hóast tað finnast áleið 100 kjarn­orku­verk í Evropa og har tey nærmastu Føroyum eru staðsett í Skotlandi. Ein partur av umsitingini av kjarnorkutilbúgvingini eru føroyskir myndugleikar og bjargingarfeløgini før fyri at útinna, ímeðan aðrir part­ar krevur serkunnleika, sum Føroyar í dag ikki hava tøka. Tískil liggur væl fyri í hesum førinum, at taka upp samstarv við dans­ka tilbúgvingarstovnin, sum hevur serkunnleika í kjarn­orku­ti­l­búgving. Sam­starvi kann taka støði í sam­starvs­avtalum á tilbúgv­ingar­­økinum frá 2009 mill­um Fiski­mála­ráðið og Verju­mála­ráðið.
Leiting og bjarging á sjón­um hevur eisini tørv á einum yvirskipaðum trygd­­ar­­politikki, har setast kann út í kortið, hvussu fram­­tíð­­ar viðurskifti við­víkj­andi tyrlutilbúgving og bjarg­ingar­bátum skulu sígg­ja út. Trygd­arpolitisk støða skal takast til, um tyrlu­til­búgv­ingin skal skip­ast øðrvísi, tá nú­­ver­andi tyrlusáttmáli fer úr gildi í 2015. Viðkomandi spurn­ingar mugu greinast polit­iskt í hesum sambandi – um tyrlutilbúgvingin t.d. skal skipast sum ein deild und­ir landinum, tí talan er um samfelagsligt sera týdn­ing­ar­mikið, men eisini váðakent og serligt virksemi, ella skal tyrlusáttmálin bjóðast út í fríðari kapping til onnur feløg at bjóða uppá. Vegna vaksandi virksemi og ferðslu á sjónum og í luftini, og einari møguligari komandi oljuvinnu, er so tørvur á meira framkomnum tyrl­um, og er tí kanska neyðugt at fara inn í eitt tætt­ari samstarv við Ísland og Stóra­bretland (Hetland) um tyrlutilbúgving. Eisini at gera eina ætlan fyri – og samhugsa – eitt tætt­ari sivilt-hernaðarligt sam­starv millum føroyskar myndug­leikar og donsku verjuna um tyrlutilbúgving, herímillum regluligar venjingar við før­oyskum tyrlum, sum lenda á donsk­um verjuskipið burtur frá landið.
Skipanin við bjarg­inga­r­bátunum má eisini setast inn í ein trygdarpolitiskan saman­hang, har støða má tak­ast til í hvussu stóran mun skulu bjargingarbátarnir, sum burturav virka við sjálvbodnum og ólønt­um fólkið, brúkast í sjó­ti­l­búgv­ingini í mun til størru vakt­ar- og bjargingarskipini hjá landinum. Hvussu langt røkkur uppgávan hjá bjarg­ing­ar­bátunum í mun til størru skip­ini, og eig­ur avmarking at set­ast á virksemi hjá bjarg­­ing­ar­bát­unum í mun til veður og vind og frá­støðu úr landi. Samsvarar før­oyska regluverkið í hesum sam­bandi við virksemi hjá bjargingarbátunum ella skulu broytingar til. Eisini kundi verið hugt eftir, um tað hevði verið skila­gott, um manningin á bjargingarbátunum inn­ganga í eitt tættari sam­starv við manningarnar á skip­unu­m hjá landinum um t.d. út­búgving, førleikamenning og venjing. Sivilt/hernaðarligt samstarv er eisini ógvu­liga týdningarmikið í sam­bandi við virksemi hjá bjarg­ing­ar­bát­unum.
Eisini tá talan er um spurn­ing­in um yvirgang, er ein trygdarpolitikkur og tilbúgvingarligur saman­hangur neyðugur, tí fyri­byrging og átøk mótvegis yvir­gangi krevur sivil/hern­að­arliga samhugsan, sam­skipan av vitan og útgerð tvørt­ur um myndugleika- og landamørk og felags venj­ing­ar í kreppustýring, bæði í ríkisfelagsskapinum og í norður­lendskum høpi. Týdn­ing­ar­mikið er við tøttum samstarvi millum politiið, land og kommunur, eitt nú við at skipa eina føroyska kreppustýringareind, har lands­stýrið og eitt kreppuráð/til­búgvingarráð innganga. Kreppu­­stýr­ing­areindin verð­ur sett í samanhang við politiið í Føroyum og kreppu­stýring­areindina hjá dønum og íslend­ing­um umframt eina møgu­liga komandi felags norð­ur­landska kreppu­stýr­ingar­eind. Eitt tætt samstarv millum politiið, sum hevur fregnartænastuupplýsingar frá PET um møguligar yvir­gangs­hóttanir mótvegis før­oyska samfelagnum, og eitt føroyskt kreppuráð/til­búgv­ingarráð, vil virka fyri­byrgjandi og styrkjandi í mun til innanríkis trygd Føroya. Í hesum sambandi er neyðugt, at ávísir før­oysk­ir myndugleikar í einum kreppu­ráðið/til­búgv­ing­ar­ráðið fáa innlit í flokkaði- og trún­aða­rskjøl frá politinum og PET viðvíkjandi upp­lýsingum, sum hava við innan­ríkis trygd Føroya at gera, undir hesum upp­lýs­ingar um møguligar yvir­gangs­hóttanir mótvegis før­oyska samfelagnum og før­oysk­um áhugamálum annars.
Skoytast kann uppí, at Norð­ur­landaráðið seinnu árini hevur lagt áherðslu á trygdarpolitikkin í norður­londum og í Arktis, sum í stóran mun hevur tikið støði í Stoltenberg-frágreiðingini frá 2009 og sum hevur 13 ítøkilig uppskot til at styrkja um trygd og tilbúgving í norð­ur­londum. Uppskot nr. 8 mælir norðurlendsku stjórnunum til at skipa eina felags norðurlendska “katastro­fu­eind” – sum tekur støði í teimum kreppu­stýringareindum, sum í dag virka í norðurlondum.
Trygdarpolitikkurin má taka støði í landafrøðiliga og stýris­skipanarliga veruleika Føroya.
Trygdarpolitikkurin í Føroyum má taka útgangs­støði í hesum landafrøðiliga og stýrisskipanarliga veru­leika – at Føroyar eru stað­settar miðskeiðis úti í Norð­ur­atlantshavi og í ríkis­felags­skapi við Danmark og Grøn­land, bundin saman í einari felags grundlóg og einum árhundraðar long­um søguligum lagnu- og áhugafelagsskapi. Oma­­n­­fyrinevnda løgtings­sam­­tykt frá 2004 og Fámj­­in-yvirlýsingin frá 2005 hava longu víst á týdni­n­gi­n av samstarvinum mill­­um Danmark og Før­oy­ar á uttanríkis- og trygd­ar­­­polit­iska økinum, har spurning­ur­in um yvir­gangs­­hótt­anir- og gerðir er eitt týdningarmikið evni, sum eisini er viðkomandi at sam­starva um. Nú skal hetta sam­starv bara aktiverast – tað hevur skund.