snúningar fyrra partin av dystinum. Ístaðin fyri at royna at koyra sítt egna spæl, fóru teir heldur inn at róta í mótstøðuverjuni, og hetta hevði eisini við sær, at spælið gekk óneyðuga seint. Serliga var tað [...] so er kennast fløvandi, at Hallur Danielsen nú aftur er at síggja á besta liðnum. Settu ferð á seinna umfarið Fyrsta hálva tíman leikaði rættuliga javnt á, og liðini skiftust um at hava leiðsluna. Hoyvíkingar [...] megnaðu teir ongantíð veruliga at hótta grøna herin, eftir at hesir tíðliga í hálvleikinum vunnu sær eina trygga leiðslu. Uttan stórvegis hóvasták syrgdu leikararnir fyri, at sigurin varð fingin til høldar
Rak móti landi Eftir at tað hevði eydnast skiparanum at fáa skipið av aftur, tók tað at reka, samstundis sum tað fyltist meira og meira við sjógvi. Alt bendi á, at skipið fór at søkka innan alt og long [...] við sær, at tað ikki var møguligt at bjarga skipinum. Bent Ove Jamtli, vakthavandi bjargingarleiðari hjá norsku bjargingartænastuni í Bodø, sigur við Sosialin, at umstøðurnar vóru ikki til at bjarga skipinum [...] fyri eitt undir at fáa skipið av aftur, samstundis sum hann boðaði norsku bjargingartænastuni frá. Tað eydnaðist at fáa skipið av aftur, men skaðin skipið hevði fingið var so stórur, at tað fekk alsamt
Hoydal sigur, at t.d. er brævið til Svenska Akademiið at síggja, har William avvísir, at hann skal taka ímóti Nobelheiðurslønini. Framsýningin hevur eisini útvarps- og sjónvarpsupptøkur at bjóða, so tey [...] Gunnar Hoydal sigur, at dentur verður lagdur á at lýsa skaldskapin, tí tað metti William Heinesen sjálvur eisini var høvðusgreinin í listavirkseminum. Sýningin er skipað soleiðis, at byrjað verður í gamla [...] William Heinesen hevur verið lagdur undir at geva ranga mynd av føroyingum, men Gunnar minnir á, at hetta er ein skaldslig mynd. Framsýningin tekur eisini upp, at William var partur av samfelagskjakinum
dugdu ikki at lofta honum hesaferð. Tað er so ein veruleiki, sum teir mugu góðtaka, at tað er ikki altíð, at tað gongur eftir vild - tíverri. Eingin ivi er um, at júst teir duga at síggja at eydnan er ikki [...] aftur eydnaðist Mjølni at vinna ein landskappingardyst, so var tað ikki nógv, sum bar á tað borðið í byrjanini. Sørvingar løgdu harðast út, og einu løtuna sá út til at teir ætlaðu sær at hevna tapið, sum teimum [...] gólvið, og hesum helt hann á við í fyrsta setti. Hann vann so at siga tað hann nart við og tað skal hann eiga, tann ungi mað?urin, at hann dugir at sláa. Fáur er í øllum landinum, sum slær so hart og effektivt
burturgloymd úti í Norðuratlantshavi! Men hvat við at venda tí á og siga, at vit so eru so mikið nógv frælsari til at gera sum okkum lystir, og fyri at lodda dýpið, so er verðin jú kortini ikki longur enn [...] stórum landi, men í minsta lagi slapst tú at gera tað. Í einum størri landi sleppur tú als ikki framat at royna teg, tí tað eru so nógv um boðið. Nettup tí, at vit eru so fá og smá, so er pláss fyri øllum [...] mín seinasta meining í ár, - í hesi øldini, - í hesum ártúsundinum, fyri at brúka stór orð. So eg kann næstan ikki loyva mær at hava eina ?lítla? meining...... Ja, eg kann líka so væl siga tað bart út:
løn tilsamans. Ronni Poulsen viðgongur, at øll starvsfólkini áttu at havt skipað seg í fakfelag beinanvegin. Kortini sigur hann, at tað var eitt sindur toført at velja, hvat fakfelag, tey skuldu vera í [...] sjálvur stjórin, Lárus Arason. Hann kendi seg eftir øllum at døma hóttan, tí so nógv ónøgd starvsfólk vóru komin niðan í útvarpið at tryggja sær, at stjórin og ein tøkningur ikki sluppu avstað við virðum [...] gjár var væntandi, at tey, ið ikki longu hava latið sakførara taka sær av lønarinnkrevjingini, fóru at gera tað sum dagur leið. Hóast fleiri starvsfólk søgdu hann vera væl dámdan at byrja við, vórðu føgur
verður heilt serligt í ár, nú vit fóru frá at vera ein bygd til at gerast ein býur. Hetta var, meðan vit vóru á Gran Kanaria, so eg gleði meg at koma heim at heilsa uppá øll býarfólkini á nýggjárinum. [...] Erla Ree Winthereig sigur, at hon hevur latið beiggja sín um jólafyrireikingarnar, so hann sleppur at gera av, hvat verður á borðinum 1. og 2. jóladag. - Eg ímyndi mær, at vit fara á matstovu í Aarhus [...] gjørt av bara at keypa jólagávur til børnini. Sostatt er eingin gáva til keypt til nakran vaksan. ##med2## Erla Ree Winthereig sigur, at hetta dámar henni væl, serliga tí vaksin eiga so at siga alt. Sostatt
og tí er viðkomandi at gera nakrar viðmerkingar um hetta. Føroya Reiðarafelag ynskir fyrst og fremst eina støðuga skipan, har reiðaríini hava møguleika fyri at hava avlop og at gera íløgur í nýggj [...] hvørt skipið vera nóg stórar til at hava sunnan rakstur. Í fjórða lagi skulu okkara millumlandaavtalur vera soleiðis skipaðar, at tær tryggja skipunum atgongd at fiska í teimum røttu økjunum. Í fimta [...] ár, og hendan skipan ger, at gjøldini kunnu gerast ein sera høgur partur av tí møguliga yvirskotinum hjá reiðarínum. Hetta hevur verið eyðsæð í ár. Ført verður fram, at um fiskaprísurin er hægri
Málið er at eggja børnum og ungum at taka lut í kanningum av náttúru- og umhvørvisbroytingum í Arktis og subarktisku økjunum. Á hesari verkstovu verður greitt frá royndunum, sum tey á YAN hava við at skapa [...] fer Jóna Ólavsdóttir at greiða stutt frá um norðurlendsku verkætlanina Náttúruloysnir og hvat náttúruloysnir eru. Síðan fer Sunnvør í Kongsstovu, námslektari í mýlalívsvísindum, at hava eina framløgu um [...] meira villur, so er hetta verkstovan fyri teg. Tit eru vælkomin at taka myndir við av økjum, sum tit ynskja skulu vera meira vill, soleiðis at mann saman kann koma við uppskotum til, hvat mann kann gera heima
soleiðis at landsstýrið og løgtingið tá hava eitt greitt og gott grundarlag til at taka støðu út frá. - Tað er mín vón, at hendan so avgerandi verkætlan fyri bæði Suðuroynna og Føroyar fer at fáa fullan [...] skilt soleiðis, at tað ber ikki til at búgva í Suðuroynni og arbeiða eitt nú í Havn. Tað er jú í høvuðsstaðarøkinum, at tey nógvu størvini til útbúgvin fólk eru, tí enda nógv fólk við at flyta úr útjaðaranum [...] Suðuroynni. Dennis Holm vísir á, at við føstum sambandi úr Suðuroynni til meginøkið ber tað til at velja at búseta seg í Suðuroynni og t.d. arbeiða í Havn, og tá fer Suðuroyggin at hava javnbjóðis møguleikar