SÍ-Mjølnir 2-1
(22-20, 13-21, 7-5
11-21, 15-21 og 11-15)
Tað er ikki altíð at tað gongst eftir vild og so verri enn so eisini. Hetta kunnu Mjølnir leikararnir skriva undir upp á. Seinastu tíðina hava teir roynt seg í meistaradeildini viðútlendskum leikara á einum av týdningarmiklu plássunum, men ikki kann sigast at úrtøkan hevur verið tann besta.
Teir vunnu móti SÍ fyri einum góðum mánaði síðani, men síðani tað hava teir so at siga ikki vunnið.
Ikki fyrr enn leygardagin. Tá bragdaði aftur, og eins og fyri einum mánaði síðani, var mótstøðuliðið SÍ.
Tungir í byrjanini
Hóast tað um síður aftur eydnaðist Mjølni at vinna ein landskappingardyst, so var tað ikki nógv, sum bar á tað borðið í byrjanini.
Sørvingar løgdu harðast út, og einu løtuna sá út til at teir ætlaðu sær at hevna tapið, sum teimum var fyri í Klaksvík.
Undir upphitingini hevði stóri maðurin í Sørvági, Jón Nielsen, bankað bóltarnar í gólvið, og hesum helt hann á við í fyrsta setti.
Hann vann so at siga tað hann nart við og tað skal hann eiga, tann ungi mað?urin, at hann dugir at sláa. Fáur er í øllum landinum, sum slær so hart og effektivt sum Jón ger, men so skal lagið eisini vera til vildar.
Tað var tað eisini leygardagin, men sum veruleikin er, so er torført hjá einum manni at vinna ein dyst einsamallur, og tað var í grundini tað, sum avgjørdi dystin.
Hesaferð var Mjølnir effektivari í avgerandi løtunum, og teir høvdu eina størri breidd á liðnum, og tað var nóg mikið til at taka luftina frá sørvingum.
Steðgaðu upp
Áskoðararnir í høllini í Sørvági fingu nakað at byggja sínar vónir á, tá fyrsta sett tók at nærkast endanum.
Mjølnri hevði oddin, men ungu sørvingarnir, lótu ikki við seg koma av teirri grund. Teir bardust fyri sínari søk, og tað var at fáa bukt við jugoslaviska venjaranum hjá Mjølni, sum var teimum sera boysin.
Men tá nakrir heilt fáir bóltar restaðu í fall alt upp á pláss fyri sørvingarnar og teir smoygdu sær framum.
Hetta kom eitt sindur óvart á Mjølnirleikararnar, sum ikki fótaðu sær aftur fyrr enn sørvingarnir høvdu vunnið fyrsta sett.
Í øðrum setti gjørdi Mjølnir alt fyri at vaska ósigurin í fyrsta setti av sær og tað eydnaðist til fulnar. Við einum greiðum sigri upp á 21-13, tryggjaðu teir sær at fyrri hálvleikur skuldi avgerast við einum javnbrótara (føroyskt orð fyri »tie-break«), men hann lorkaðu teir sær av hondum, tá teir lovaðu sørvingum innaftur í dystin. Teir lótu sær ikki biðja tvær reisur, og so vóru teir frammanfyri við hálvleik.
So var liðugt
Men tá tann javnbrótarin var liðugur var liðugt hjá SÍ. Annan hálvleik vann Mjølni ruddiliga og tað sama gjørdu teir í stóra javnbrótaranum, til seinast í dystinum. Hann endaði 15-11 og fyrsti sigurin hjá Mjølni í longri tíð var í hús.
Hjá teimum var sjálvsagt stór frøi, men sørvingarnir fóru skuffaðir av vølli.
Tað høvdu teir eisini allan rætt til, tí teir høvdu møguleikan, men teir dugdu ikki at lofta honum hesaferð.
Tað er so ein veruleiki, sum teir mugu góðtaka, at tað er ikki altíð, at tað gongur eftir vild - tíverri.
Eingin ivi er um, at júst teir duga at síggja at eydnan er ikki altíð við einum, tí sum teir sjálvir siga, teir hava higartil í ár vunnið tveir dystir, har teir líka væl kundu tapt.
Men soleiðis er flogbóltur ... eisini.










