farloyvi sum borgarstjóri ta tíðina, hann er í tinginum. Í staðin skal Steinbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri, taka við sum borgarstjóri, meðan Jógvan Skorheim er á tingi. Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri [...] um pengar tí hon legði enki í, hvussu nógvar lønir Jógvan Skorheim fær. Men vit mugu hava eina leiðslu, sum røkir sítt starv og tað ber ikki til við einum borgarstjóra, sum eisini er tingmaður, segði hon [...] tingmaður er "lívsfarligt fyri Klaksvík", sum hon tók til. Men tað fer Klaksvík altíð at hava, heldur samgongan, tí borgarstjórastólurin fer aldrin at standa tómur við tað, at tá ið Jógvan Skorheim er á tingi
farin á sjógv í Sørvági við einum lastbili leygarnáttina Við góðum samstarvi millum fólk og løgreglu eydnaðist tað leygarnáttina at bjarga einum 17 ára gomlum manni úr sjónum í Sørvági. Tað sigur útvarpið [...] Bryggjuni í Sørvági. Hann fór eftir øllum at døma út ígjøgnum brotnaða forrútin í lastbilinum, sum endaði á 11 metra dýpi. Síðani flotnaði maðurin og rak einar 70 metrar fram við einum skipi, sum lá við bryggju [...] Maðurin hevði mist vitið og var í stórum lívsvanda orsakað av kulda, men á Landssjúkrahúsinum bleiv hann hitaður uppaftur og kannaður, og hann verður væntandi útskrivaður í dag, sigur Kringvarpið.
miðstrikuni og frameftir. Men tað bilar ikki so nógv, tá tað, sum nú verður rópt vongverjar, røkja ódnirnar bæði hjá gomlum bakkunum og vongunum. Og soleiðis hevur tað verið hjá KÍ í ár. Harley Bertholdsen og [...] ikið at fáa rókarnar við í spælið, og tað er ikki minni týdningarmikið í fótbólti. Tað er sjáldan, at lið nú á døgum spæla við gamla slagnum av vongspælarum, sum ikki hava serligar verj-uuppgávur, men [...] við einum máli, var tað KÍ, sum hevði bóltin mest. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð síðani summarsteðgin víst, at vongspælið hjá teimum er so gott, sum tað er hjá nøkrum øðrum. Í talvi er týdningarmikið
vit so aftur í bræv Paulusar til Efesosmanna, er einki at ivast í, at tað man vera hendan ólevnað, sum honum ikki dámar, tá hann í fimta kapitli ávarar kirkjufólkið í býnum í móti at vera sum hini, ið eftir [...] reistur beint upp í luftina. Her hava í gomlum døgum ligið 18.000 bókaeintøk, sum hava verið alment tilgongilig hjá Efesosbúgvum og øðrum, sum vitjaðu býin. Hendan gøtan er long. Alt í alt tala vit um fleiri [...] eftir høvuðsgøtuni í hesum í forum so livandi býi. Og eisini í dag yður í fólki her. Ferðafólk í hundrað- ella kanska túsundatali tosandi alskyns tyngumál. Rópandi ferðaleiðarar og her oman í móti bókasavnstorginum
mikroovnin. Men nú skuldi tað verða, tú ætlaði tær í gongd, eta sunnari og í gongd við at venja saman við vinmonnunum í London, og í summar, tá tú hevði ætlan um at koma heim aftur, skuldi tað verða við sixpack [...] koma yvir aftur til London, í London vart tú komin at kenna teg “heima”. Tú hevði eina fína íbúð, fingið vinfólk og tað gekk tær væl í skúlanum. Tað gekk ikki bara væl, tað gekk super, tú vart ein tann [...] kapellinum og Hanus presti í kirkjuni vóru so troystarrík. Tónarnir frá Kim Hansen, “I did it my way”, var sum skrivaður til tín, og fer hendan løtan í kirkjuni at verða fest í minnið: I've loved, I've laughed
vald. Í hesum døgum skifta hesir fyrrverandi kommunistarnir í fullum álvara orð um, hvørt tær atfinningar ímóti Sovjettsamveldinum - sum av reint taktiskum orsøkum vórðu tiknar við í stevnuskránni í 1991 [...] greinarnar í Sosialinum í hesum døgum er í mangar mátar sum at lesa gamlar Framar. Sami avoldaði retorikkur og køvisligu skuldsetingar um, hvussu ræðuligir allir aðrir flokkar eru, og hvussu ræðuligt tað er fyri [...] fyri fólkaræði og parlamentariskum stýrislag; tað var annars ikki gamalt í hasum selskapinum). Síðani onkuntíð í heyst hevur tað politiska tilfarið í Sosialinum í stórna mun verið klassisku kommunistaretorikkur
ilt, ber her til hjá tær at uppliva ein yrkadag, sum Jesus gjørdi tað í sínari tíð. Húsini, búnýti, búnaðaramboð...ja alt samalt er tað, sum í gomlum døgum. Ljóðmynd um Masada ”Á einari útferð úr Jerusalem [...] bersøgin sum hann er. Sum nakað nýtt er tátturin ”jødaskemt”, sum eisini fer at seta sín dám á fleiri av sendingunum,” brosar M.C. Halda tey Jól í Ísrael? Nú jólini standa fyri durum, koma frásagnirnar í desember [...] ferðafrásagnunum verður tó hovliga lagt fyri í frítíðarbýnum Netanya við Miðjarðarhavið, haðani borin verða tíðindi og smásøgur úr ”Landi lyftisins”. Petur W. Háberg sáli mitt í rokinum Í sekstiárunum helt
dystin í kvøld. Jonn Johannesen hevur vant og kann spæla eina løtu, meðan bæði Heini Vatnsdal og Patrick Da Silva eru at rokna sum tøkir. Dysturin verður spældur á Bravida leikvøllinum í Hissingen í Göteborg [...] kapping. Tapur KÍ í kvøld, so hevur KÍ enn ein møguleika at vinna seg víðari til bólkaspælið í UEFA Europa League. Liðið skal helst møta einum gomlum kenningi í litaviska Zalgiris. Gongur tað heldur ikki, so [...] KÍ skal í kvøld klokkan 18 spæla móti BK Häcken í seinna dystinum í 2. undanumfarinum í Champions League. Fyrri dysturin endaði við málleysum javnleiki. Fleiri føroyskir miðlar eru við á ferðini. Eitt
fyrilestri, sum verður í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld klokkan 19:30 í sambandi við Reformatiónsárið 2017. Sosialu miðlarnir á døgum Luthers høvdu avgerandi týdning fyri reformatiónina. Men merkir tað, at vit [...] tilgongdina í luthersku reformatiónini. Her verður hugsað um leiklutin hjá sosialu miðlunum á døgum Luthers. Eisini verður mett um nýtsluna, týdningin og virðið av sosialu miðlunum nú. Hetta kvøldið verður eisini [...] okkum í føvningin á Facebook og hinum sosialu miðlunum, so at Mark Zuckerberg kann gerast ríkari, meðan lív okkara kanska gerst fátækari? – Í øllum førum rinda vit fyri Facebook við okkara tíð. Í fyrilestrinum
fylgja við í, hvat tey fáa í løn. Fá í fakfelag Í kanningini verður staðfest, at einans 25 prosent av teimum ungu eru limir í fakfelag, meðan 75 prosent eru ikki limir. Minni enn helvtin av teimum, sum eru limir [...] limir, eru tað, tí arbeiðsgevarin hevur kunnað um tað. Av teimum, sum ikki eru limir, vita 10 prosent av, at tey kunnu tekna seg sum limir í einum fakfelag, meðan 90 prosent vita ikki, at tað ber til at [...] fleiri ung fólk í starvi, sigur Tóri L. Jacobsen. Lóggávan haltar Í verkætlanini skjóta teir báðir upp, at tað verður ásett við lóg, at arbeiðsgevarar skulu upplýsa nýggj starvsfólk um limaskap í fakfeløgum