Fór á sjógv við lastbili

Ein 17 ára gamal maður bleiv bjargaður, eftir at hann var farin á sjógv í Sørvági við einum lastbili leygarnáttina Við góðum samstarvi millum fólk og løgreglu eydnaðist tað leygarnáttina at bjarga einum 17 ára gomlum manni úr sjónum í Sørvági.

Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Maðurin hevði tikið ein lastbil og koyrt á sjógv við landingarmiðstøðina á Bryggjuni í Sørvági. Hann fór eftir øllum at døma út ígjøgnum brotnaða forrútin í lastbilinum, sum endaði á 11 metra dýpi. Síðani flotnaði maðurin og rak einar 70 metrar fram við einum skipi, sum lá við bryggju. Tá hann kom undan skipinum, var hann einar 30 metrar úr bryggjukantinum.

Vinmenn hjá dreinginum komu tíðliga á staðið, og saman við bátsvandum monnum fingu teir við báti tann neyðstadda til lands, har sjúkrabilur stóð til reiðar.

Maðurin hevði mist vitið og var í stórum lívsvanda orsakað av kulda, men á Landssjúkrahúsinum bleiv hann hitaður uppaftur og kannaður, og hann verður væntandi útskrivaður í dag, sigur Kringvarpið.