Ung, sum arbeiða, kenna ikki síni rættindi

Ung, sum arbeiða aftan á skúlatíð, eru sum oftast ikki í nøkrum fakfelag. Tí fáa tey onga eftirløn og vita heldur ikki, hvat tey eiga at fáa í løn. Hetta vísir kanning, sum næmingar í Venjingarskúlanum hava gjørt

Tað átti at verið eitt lógarkrav, at ung, sum hava arbeiði aftan á skúlatíð, vórðu kunnað um, hvørji rættindi tey hava og at fakfeløg eru til.

Hetta er niðurstøðan hjá tveimum næmingum í 9. flokki í Venjingarskúlanum, sum hava gjørt verkætlan, har teir valdu at arbeiða við evninum: rættindi hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum.


Kenna ikki lønina

Millum annað hava teir báðir Eli N. Leifsson og Tóri L. Jacobsen sett eini 30 ungum millum 14 og 17 ár ymsar spurningar um arbeiðsviðurskifti teirra. Tey arbeiða í matvøruhandlum og hjá bakarum.

- Tað ber als ikki til, at bert 65 prosent av teimum spurdu ikki vita, hvussu nógv tey fáa í løn. Og at meiri enn helmingurin als ongan lønarseðil fær, segði Eli N. Leifsson, tá framløga var fyri flokkinum í morgun.


Kanna rættindini

Teir báðir næmingarnir høvdu millum annað sett sær fyri at kanna, hvørji rættindini tey ungu hava, og hví tey hava øðrvísi rættindi enn vaksnir løntakarar. Eisini spurdu teir, hvat kann gerast fyri at bøta um støðuna.

Í samrøðum við ung, sum arbeiða, funnu teir útav, at støðan er serliga ring hjá smáum privatum fyritøkum. Eitt nú vita tey ungu lítið um, hvørji rættindi tey hava, og sjáldan eru tey limir í fakfelag. Tí fáa tey ungu heldur onga eftirløn.


Spara eftirlønargjaldið

Sambært Eli N. Leifsson og Tóri L. Jacobsen hevur arbeiðsgevarin orsøk til ikki at upplýsa tey ungu um rættindi teirra og um fakfeløgini. Eru tey ikki limir, kunnu teir spara eftirlønargjaldið, og sleppa undan, at tey ungu luttaka í konfliktum og fakligum virksemi.

- Til dømis verða tey ungu snýtt fyri eftirløn, sum arbeiðsgevarin eigur at rinda. Um vit siga, at eftirlønin er 10 prosent, so er nógvur peningur at spara hjá einum arbeiðsgevara, serliga um hann hevur fleiri ung fólk í starvi, sigur Tóri L. Jacobsen.


Lóggávan haltar

Í verkætlanini skjóta teir báðir upp, at tað verður ásett við lóg, at arbeiðsgevarar skulu upplýsa nýggj starvsfólk um limaskap í fakfeløgum, og at lønarseðil eisini átti at verið lógarkrav, so tey ungu kunnu fylgja við í, hvat tey fáa í løn.


Fá í fakfelag

Í kanningini verður staðfest, at einans 25 prosent av teimum ungu eru limir í fakfelag, meðan 75 prosent eru ikki limir. Minni enn helvtin av teimum, sum eru limir, eru tað, tí arbeiðsgevarin hevur kunnað um tað. Av teimum, sum ikki eru limir, vita 10 prosent av, at tey kunnu tekna seg sum limir í einum fakfelag, meðan 90 prosent vita ikki, at tað ber til at blíva limur í einum fakfelag.


Órættvísir sáttmálar

Sáttmálarnir á arbeiðsmarknaðinum skilja millum ungir og vaksnir løntakarar. Hetta halda Eli N. Leifson og Tóri L. Jacobsen verða órættvíst.

- Tað er stórur munur á tímalønini hjá 14-15 ára gomlum,16-17 ára gomlum og hjá teimum yvir 18. Hetta er sera løgið, tí ein 15 ára gamal kann arbeiða akkurát líka hart sum ein 17 ára gamal. So hetta átt at verði broytt, so ójavnin er ikki so stórur, siga teir.


Fakfeløg mugu upplýsa

- Vit kunnu ikki prógva nakað beinleiðis lógarbrot. Men tá so fá ung eru limir í einum fakfelag, verða tey snýtt fyri eftirlønina, og tá tey fáa ongan lønarseðil, hava tey ongan møguleika at fylgja við í, hvørjar tímar tey fáa løn fyri og hvør tímalønin er. So nógv bendir á, at fakfeløgini áttu at upplýst meira um, at tey eru har fyri allar løntakarar, eisini okkum ungu, siga teir.